Eigararnir handan fiskivinnufelagið Anru í Hvannasundi, Janus Rein og Gundur Sørensen, hava keypt línubátin Mýling, sum hevur fingið navnið Anru og kemur inn í felagið í staðin fyri núverandi Anru, sum áður hevur kallast Grindafossur og Alberg.
- Vit eru sera spentir upp á hetta skipið, sum er serstakliga væl útgjørt, serliga tá hugsað verður um støddina á skipinum, sigur Gundur Sørensen og sipar eitt nú til, at skipið hevur eina autolínuskipan.
Nýggi báturin hevur eisini eitt gott og vælskipað dekkspláss at arbeiða fiskin í, umframt kølilast og krapaísskipan, sum gevur serliga góða fiskigóðsku.
- Vit hava eisini tryggjað okkum eina rúgvu av fiskidøgum, so nú er at fiska. Vit verða sjey mans við við skipinum, og síðan hugsa vit um at koyra við hálvi aðru manning, tá vit eru komir ordliga í gongd, leggur Gundur Sørensen aftrat.
Janus Rein sigur í stuttari viðmerking, teir eru rættiliga spentir upp á at koma í gongd við nýggju Anru, men at teir báðir samstundis ásanna, at tað er við sorgblídni, at teir nú seta fyrru Anru til sølu, tí báturin hevur riggað serstakliga væl sum útróðrarbátur, umframt at hann er í góðum standi og millum størstu og best egnaðu útróðrarbátar í bólki 5A.
Eigararnir vilja ikki at upplýsa, hvussu nógv nýggja verkætlanin hjá teimum kostar, men teir siga í stuttum, at sæð í mun til støddina á teirra lítla reiðaríi, so er talan um eina risa verkætlan, sum teir persónliga hava sett heilt nógv av peningi í.
Nýggja Anru er á beding hjá MEST, har hon verður liðug miðskeiðis í næstu viku. Skipið verður málað av nýggjum, umframt at ymiskar ábøtur verða gjørdar. Tá Anru kemur av beding aftur, fer skipið fyrst og fremst norður til heimbygdina Hvannasund, og síðan verður farið beina leið til fiskiskap.
- Nú byrjar so eitt nýtt kapittul í okkara lítla reiðaríi, siga Janus Rein og Gundur Sørensen.











