- Hetta var gleðiligt at frætta.
Tað er søtur musikkur í oyrunum á Vibergi Sørensen, formanni í Reiðarafelagnum, at landsstýrið nú ætlar at geva skipunum fríari ræsur at landa uttanlands, soleiðis sum løgmaður greiðir frá í greinini omanfyri.
Hetta er tað, vit hava sóknast eftir leingi, sigur hann.
Sum støðan er nú, kunnu skipini í mesta lagi avreiða 25% av fiskinum uttanlands í hvørjum ársfjórðingi.
- Tað hevur verið okkum ein stór forðing, serliga nú oljan er vorðin so dýr, staðfestir Viberg Sørensen
Hann sigur, at skip eiga at fáa møguleikan at fara til Skotlands, ella aðrastaðni, at avreiða og at bunkra olju, vissi samlaða roknistykki vísir, at tað er ein fyrimunur, heldur enn at verða tvingað at avreiða í Føroyum.
Allar forðingar burtur
Hann sigur, at í seinastuni hevur tann trupulleiki eisini tikið seg upp at fiskavirkini eru kjokkfull av fiski og hava ikki orku at keypa meiri og tí kemur fiskur at standa óseldur á fiskamarknaðinum.
- Men kortini verða føroysk skip tvingað til Føroyar at avreiða, hóast tey vita, at ongin keypari er, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum.
Hann sigur, at Reiðarafelagið vil eisini hava ásetingina burtur, sum tvingar føroysk skip at avreiða umvegis uppboðssølu.
- Hóast vit vita, at ongin keypari er, verður fiskurin tvingaður um uppboðssøluna og tí vilja vit hava hesa ásetingina burtur, so at skipini eisini kunna selja fiskin sjálvi.
Ongan møguleika
Viberg Sørensen sigur, at skulu vit hava fría kapping, so lat okkum hava fría kapping og tí alla allar forðingar at verða tiknar av.
- Sostatt er hann fegin um nýggja stigið hjá landsstýrinum
hann sigur, at í grundini er spurningurin rættiliga einfaldur: Er prísurin betri í Føroyum, fer onki uttanlands av avreiða, tí so loysir tað seg ikki.
Men hann heldur, at í pørtum av flotanum er støðan so vánalig, at skipini eru rætt og slætt noydd at fáa sum mest burtur úr hvørjari last.
Ein bólkur, sum hevur tað serliga tungt, er línuflotin.
-Við tí fiski og prísi, sum er nú, hava tey ongan møguleika at svara hvørjum sítt, staðfestir reiðaraformaðurin.
- Tí eiga allar forðingar at verða tiknar av, leggur hann afturat.
Men nú sigur løgmaður, at ætlanin er bara, at hetta skal vera í eini skiftistíð?
- Tað er so, hvat tað er. Lat okkum so síggja, hvussu tað hilnast og so kunnu vit taka tað haðani frá, sigur Viberg Sørensen.
Les eisini greinina: Ætla at loyva skipum at avreiða meiri uttanlands