Ein fyrispurningur til formenninir í politisku flokkunum gevur onga greiða mynd av støðuni, eftir at fleiri fundir hava verið í vikuskiftinum.
Vit fáa einki gjørt so leingi sum Edmund Joesen situr, sigur Heini O. Heinesen, tingformaður í Tjóðveldisflokkinum.
Fundarvirksemið hevur tó verið stórt, eitt nú hevur flokkurin valt Høgna Hoydal til løgmansevni. Heini O. Heinesen er nøgdur við hesa avgerð, tí Høgni er arbeiðssamur, og er væl inni í øllum viðurskiftum. Flokkurin hevur fult álit á honum. Við at fáa nýtt fólk í leiðsluna, forðar tað eisini fyri at gamalt agg kemur upp aftur i flokkinum, eins og hann hevur brúk fyri ættarliðsskifti, sigur Heini O. Heinesen.
Tjóðveldisflokkurin tosaði leygardagin við Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin, men tað er torført at fáa nakað ítøkiligt at vita, av tí at alt er so óvist enn.
Løgmaður og Anfinn
Eftir hvat skilst, so hevur Edmund Joensen ikki bjóðað Anfinni Kallsberg løgmanssessin, sigur Heini O. Heinesen.
Hann heldur tað vera umráðandi, tá so stórar avgerðir liggja fyri framman sum nú, at samgongan fær stóran meirluta.
Javnaðarflokkurin sigur, at Føroya Løgting skal vera hægsta lóggávuvald í Føroyum, men tað kann ikki gerast uttan broytingar í grundlógini.
Tað liggur tó fremst fyri at fáa skilagóðar avtalur við Fólkaflokkin, men um hann vil hava borgarliga samgongu, er einki at gera.Tað nyttar einki við lappaloysnum, um ein varandi skipan skal fáast í lag, sigur Heini O. Heinesen.
Vit vilja ganga sjálvstýrisleiðina
Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, hevur eisini verið á fundi í vikuskiftinum. Hon útilokar ongar møguleikar, men ásannar, at veljarin vísir á sjálvstýrisleið, og at flokkurin vil stuðla fólksins vilja.
Vit vilja ganga sjálvstýrisleiðina, men vit hava áður sæð, at ætlanir detta niðurfyri, tí tað hevur verið striltið at finna semjur. Tí vilja vit ikki læsa okkum fast í ávísum flokssamansetingum fyribils, sigur Helena Dam á Neystabø.
Um nú EdmundJoensen útskrivar nýval?
So kemur tann skommin aftrat oman yvir allar hinar, og vit kunnu tosa um ein diktator. Tað er ikki demokratisk framferð, men. sambært lógini hevur hann møguleikan til tess.Tað eru sum kunnugt nógvir møguleikar sum skulu roynast, áðrenn vit koma so langt, men kann bert gerast, um Edmund Joensen leggur frá sær, sigur Helena Dam á Neystabø.
Tað hevur ljóðað, at Sjálvstýrisflokkurin vil hava løgmann, um flokkurin skal fara í samgongu?
Vit hava bert havt konstruktivt prát higartil, men tankin er ikki óhugsandi aðrastaðni, at minsti flokkur hevur leiðsluna. Tað hava vit ikki tosað um enn, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon heldur tað verða eitt sindur vágiligt at skipa eina breiða samgongu, við Tjóðveldisflokkinum, Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.
Við slíkari stórari samgongu, verður elastikkið hjá tingmonnunum tambað soleiðis at skilja, at tá stórar ópopulerar avgerðir skulu takast, verður ov lætt hjá einstaklingum í samgonguni at skáka sær undan ábyrgd.
Nú bíða vit bert eftir at løgmaður tekur endaliga stigið og leggur frá sær, so samráðingarnar kunnu byrja, sigur Helena Dam á Neystabø.
Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, bíðar eisini ótolin eftir, hvat Edmund Joensen hevur í hyggju.
Ikki neyðugt við grundlógarbroyting
Vit høvdu ein óformligan fund við Tjóðveldisflokkin í vikuskiftinum, har teir greiddu frá sínum sjónarmiðum, og vit frá okkara, men meir er ikki at siga um tað, sigur Jóannes Eidesgaard.
Heini O. Heinesen sigur um uppskot Javnaðarfloksins um sjálvstýrislóg, at tað krevur broyting í grundlógini?
Tað eru tað ymsar áskoðanir um, men í okkara uppskoti um sjálvstýrislóg er tingið okkara parlament, og vit niðurtóna umboðið í Fólkatinginum, av tí at lóg-gávuvaldið er í tinginum.
So sum eg skilji hetta - og tað eru fleiri við mær, eitt nú Frederik Haroff o.a. eru komnir til, so hevur Føroya Løgting samtykt lógir í sermálum, hóast lóggávuvaldið er danskt. Í hesum lógum eru eisini ásettar revsireglur. Tí er møguliga ikki neyðugt at broyta grundlógina, fyri at Løgtingið skal vera hægsta lóggávuvald í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini ótolin bíðar eftir, hvat løgmaður ætlar sær at gera nú.
Ikki havt samband
við Edmund
Møguleiki er fyri borgarligari samgongu, við Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum, sum tilsamans eru 17 í tali.
Jenis av Rana er einasta umboð fyri Miðflokkin, og kann fáa ávirkan. Hann hevur eisini prátað við politikarar í vikuskiftinum.
Jú, vil hava fingið okkurt boð, men tað er bert á byrjanarstøði, sigur Jenis av Rana.
Er talan um at vera við í borgarligari samgongu?
Hvat navn barnið fær, er ikki avgerandi, men hvat teir vilja gera, sigur Jenis av Rana, sum tó váttar, at hann ikki hevur fingið áheitan frá Sambandsflokkinum.