Skipaeftirlitið og Almanna- og Heilsuskúlin góðar royndir av miðspjaðing

Leiðarin á Skipaeftirlitinum og virkandi leiðarin á Almanna- og Heilsuskúlanum á Tvøroyri síggja ikki stórvegis trupulleikar í at flyta almennar stovnar og fyrisitingar úr miðstaðarøkinum

Miðspjaðing
Bartal Nolsøe Poulsen & Áki Bertholdsen

Valskráirnar hjá politisku flokkunum líkjast á nógvum økjum, eisini tá ið tosað verður um miðspjaðing og útjaðarapolitikk. Flestu flokkarnir vilja menna útjaðaran, við t.d. at flyta almennar stovnar út um høvuðsstaðarøkið. Men samstundis vilja teir allir effektivisera miðfyrisitingina, og ikki er trupult at síggja eina andsøgn millum hesi bæði málini.
Almanna- og Heilsuskúlin og Skipaeftirlitið eru tveir av landsins stovnum, sum seinastu árini eru lagdir uttanfyri Tórshavn, og vit hava tosað við leiðararnar á hesum báðum stovnunum at vita, hvussu hetta politiska eksperimentið hevur roynst.

Mennandi fyri oynna

Jórun Petersen, sum er virkandi leiðari á Almanna- og Heilsuskúlanum á Tvøroyri sigur, at tey sum heild hava havt ótrúliga góðar royndir av at hava skúlan liggjandi uttanfyri Havnina. Bæði næmingar og leiðsla lata væl at. Jórun Petersen sigur, at ein av stóru fyrimununum við at hava skúlan liggjandi í útjaðaranum er, at allir næmingarnir búgva á staðnum.
? Um skúlin hevði ligið í miðstaðarøkinum, høvdu næmingarnir brúkt nógva tíð hvønn dag at ferðast millum skúla og bústað. Minni tíð hevði verið til heimaarbeiði, og felagslívið aftaná skúlatíð hevði heldur ikki verið tað sama. Eitt skeið á heilsuskúlanum á Tvøroyri er vanliga 8 til 10 vikur, og hóast hetta kann tykast at vera long tíð at vera vekk frá húsi og heimi, so heldur virkandi leiðarin á skúlanum á Tvøroyri ikki, at tað er nakar trupulleiki fyri næmingarnir á skúlanum. Tvøroyar kommuna hevur saman vid Suðuroyar kunningarstovu gjørt nógv fyri at útvega næmingunum bústað, og tað hevur riggað væl, heldur hon.
Jórun Petersen sær sum sagt stórar fyrimunir í at hava ein tílíkan skúla í útjaðarinum, ikki minst fyri lokalsamfelagið. ? Tað er í allar mátar mennandi fyri býin og oynna, at skúlin liggur her á staðnum. Førleikakrevjandi arbeiðspláss fylgja við skúlanum, og nýtt fólk kemur til staðið, og vid teimum eisini nýggjur íblástur. Politikkarar úr útjaðarunum hava fleiri ferðir gjørt vart við, at um smáu plássunum í landinum skal vera lív lagað, er neyðugt at fólk við hægri útbúgvingum hava møguleika at búsetast og arbeiða í útjaðarinum, og Jórun Petersen heldur, at við Almanna- og Heilsuskúlanum er Suðuroyggin komin eitt stig nærri at fáa hesi fólk at støðast í oynni.

Fíggjarligir fyrimunir

Óla Hans Hammer Olsen, sum er leiðari á Skipaeftirlitinum, segði í samrøðu við Sosialin fyri stuttum frá líknandi royndum. Nú meira enn eitt ár er gingið, síðan Skipaeftirlitið varð flutt úr Tórshavn vestur í Vágarnar sigur hann, at tað hevur gingið ógvuliga væl, betri enn væntað. - Um bert fysisku karmarnir eru til staðar, skrivstovuhøli, teknisk útgerð og annað, er onki í vegin fyri, at Skipaeftirlitið liggur í Vágunum.
Tað var táverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, sum í 2002 tók politisku avgerðina at flyta Skipaeftirlitið út á bygd, og hóast mong vóru ivasom um avgerðina, er leiðarin á stovninum í dag væl nøgdur.
Óla Hans Hammer Olsen sær ikki stórvegis trupulleikar vid at arbeiðsplássið hjá honum nú liggur í Miðvági, heldur tvørturímóti. Hann sigur, at hølið, sum Skipaeftirlitið hevði í Havn var 200 fermetrar, og í Miðvági er gólvvíddin einar 270 fermetrar, og hartil er leigan minni enn helvtina av tí, hon var í Havn so eisini fíggjarligir fyrimunir kunnu standast av miðspjaðingini.
Sostatt kann møguliga sigast, at mótviljin ímóti at flyta stovnar úr Havnini ikki byggir á veruligar trupulleikar, men heldur fordómar. Leiðarin á Skipaeftirlitinum dugir tó ikki at fyristilla sær, at stovnurin kundi ligið eitt nú í Suðuroynni, av tí at tað nógva av virkseminum er á meginøkinum. Hann heldur eisini, at er talan um umsiting, sum er tengd saman at øðrum partum av almennu umsitingini, kann tað gerast eitt sindur trupult at sundurskilja uppgávurnar, og at senda tær í hvør sítt herðashorn í landinum. Men Skipaeftirlitið er sum so ein stovnur, sum er rættiliga óheftur at restini av landsins umsiting, so tann trupulleikan kennir hann ikki tad stóra til. Lætt er at samskifta umvegis teldupost og telefon, og meira krevst ikki.
Vágatunnilin hevur havt við sær, at tað lættliga ber til at arbeiða í Vágunum, hóast ein býr á Streymoynni, og hetta hevur so havt við sær, at Skipaeftirlitið ikki beinleiðis hevur ført til fólkavøkstur í Miðvági. Av teimum 10 fólkunum, sum arbeiða hjá Skipaeftirlitinum, býr umleið helmingurin í Tórshavn og aðrastaðni í Streymoynni. Óla Hans Hammer Olsen býr sjálvur á Streymnesi, so hjá honum er lítil munur á at koyra til Havnar ella til Miðvágs til arbeiðis. Tað er líka tunnilsgjaldið, men tí slepst ikki undan, sigur hann.