Føroyar eiga sjálvsagt at fordøma allari terrorismu, har álop og dráp á sivilfólk og børn verða framd til tess at vinna sær politiska støðu og vald. Og hetta uttan mun til, um talan er um yvirgang frá politiskum og religiøsum bólkum, ella talan er um statir, ið fremja yvirgang.
Synd at siga, at Jørgin Niclasen, uttanríkisráðharri megnaði at úttala seg við almennari ábyrgd og skilvísum boðskapi um stigvaksandi sorgarleikin í Gaza og syðra Ísrael. Hann helt ikki, at hann ella føroyska stjórnin kundu hava nakra støðu til álopið á Gaza, tí talan var um sjálvverju og eitt sera fløkt stríðsmál. Sum ikki einaferð vóru orðingarnar hjá uttanríkisráðharranum rættiliga líkar teimum hjá Óla Breckmann og høgraveinginum í USA, og eg havi bíðað eftir, at hinir flokkarnir í landsstýrinum fóru at gera vart við seg. Men so langt eru vit komin, at eisini uttanríkispolitiskar støður eru einskildar eftir fólkafloksleisti. Og tíverri tykjast eisini viðmerkingar í bløðunum at taka støðu í hesum máli út frá religiøsum grundgevingum, har summi dráp verða vard.
Gerðirnar eru ræðuligar
Nú hevur ongin biðið føroyingar ella uttanríkisráðharran um at hava loysnina uppá ísraelsku-palestinsku støðuna, sum er sett saman av øllum tættum í heimssøguni, sum hava elvt og elva til stríð, kríggj, borgarakríggj, blóðbað og ófatiligan sorgarleik – eins og Hans Holm og Heini í Skorini so væl hava greitt frá í Útvarpinum og á Rás2.
Men tað ber til at fordøma gerðir og hava eina greiða moralska støðu til tær, uttan at fordøma eitt heilt fólk ella taka støðu fyri ella ímóti politiskum pørtum.
Føroyar og heimsins lond sum heild eiga at fordøma slík krígsálop og yvirgang, uttan mun til, hvør fremur tey. Tað kann ikki undir nøkrum umstøðum verjast ella burturforklárast, at sivilfólk liva í djúpastu armóð, samanstúgvað og innibyrgd – og síðani verða bumbað og skotin frá hond í túsundatali. Omanfyri 500 sivilfólk dripin, harav meira enn 200 børn! Tað er ófatiligt, at tað skal bera til í 2008, at heimurin hyggur at, meðan hetta gongur fyri seg
Yvirgangur og kríggj gerast lík
Yvirgangsatsóknir hava til endamáls við oyðilegging og drápum á óskyldug fólk at spjaða ræðslu millum fólk til tess at vinna sær eina politiska støðu og vald. Tað er hetta sum Hamas ella greinar av politiskum bólkum í Palestina hava gjørt og gera – og tað má og skal fordømast, eins og heimurin hevur gjørt. Og ísraelsfólk kenna um nøkar støðuna at vera innibyrgd við støðugum vanda og ótta fyri álopum frá økjunum kring landið.
Men tá ein statur svarar aftur við at fremja álop, oyðilegging og dráp á óskyldug fólk, við tí fyri eyga at spjaða ræðslu og vinna sær politiska støðu og vald, so er trupult at síggja nakran mun á hesum og á yvirgangi frá politiskum ella religiøsum bólkum.
At leggja álopið og innrásina í Gaza út sum kríggj og sjálvverju, har herar standa hvør móti øðrum, og har ávísar altjóða “krígsreglur” verða fylgdar, er eftir mínum tykki burtur úr vón og viti. Og tað undraði meg almikið, at morgunsendingin hjá útvarpinum tosaði við leiðaran fyri Reyða Kross í Føroyum og onkusvegna fekk snarað einum spurningi og einum tíðindainnslagi soleiðis, at Súni Vinther moralskt góðkendi álop á skúlar, har tíggjutals sivilfólk hava latið lív. Tað var neyvan hansara meining, tíansheldur hansara uppgáva at taka dagar ímillum, hvørji álop kunnu góðkennast.
Bert altjóða politikkur kann bera fram
Eg havi ikki førleika ella royndir til at seta meg inn í hvussu burturúr ræðuligt tað er hjá fólki í Ísrael ella í Palestina at liva í hesum dagliga ótta og við ræðuligu avleiðingunum av kríggi, yvrigangi, drápum og sorg – og við tí hatri, sum brennur hjá báðum pørtum.
Havi sjálvandi heldur ikki loysnina uppá frið í Miðeystri ella millum Palestina og Ísrael. Kortini er greitt, at loysnin verður ikki funnin millum stríðandi partarnar sjálvar við blóði og eldi – uttan so at annar parturin beinir heilt fyri hinum. Altjóða samfelagið var atvoldin til stríðið um land og ríkir í 1948. Og bert altjóða samfelagið – og her serliga USA – kann skera ígjøgnum og tvinga eina tvíríkja-loysn ígjøgnum, hóast rabiatastu partarnir á báðum síðum ikki verða nøgdir.
Irak-kríggið burturbeint moralsk mørk
Til ber at siga við rírmiligari vissu, at tann agressións-politikkur, sum hevur verið førdur í Miðeystri síðani Bush-stjórnin kom til í USA og síðani Ariel Sharon fór niðan á Tempullfjallið og vann eitt val uppá konfrontasjónspolitikk, hevur verið til óbótaligan skaða. Hesin politikkur hevur føtt hatur og nýggjan yvirgang fyri hvønn dag, ið gongur. Hann hevur stuðlað teimum kreftum, ið vit siga okkum berjast ímóti. Hesin politikkur gøðir ákærurnar um dupult-moralin hjá USA og vesturheiminum, sum er sjálvt bensinið á hatursbálið í stórum pørtum av Miðeystri og arabiska heiminum.
Og sum ávarað varð staðiliga um, tá USA saman við Bretlandi og Danmark leyp á Irak við tí grundgeving at hava “fyribyrgjandi álopskríggj” til tess at verja seg fyri íspunnum hópoyðingarvápnum: Hvussu kunnu hesi lond við nøkrum moralskum rætti nú lasta onnur lond fyri at gera tað sama? Her varð slóðin løgd fyri øktum kríggi og blóðbaði um allan heim.
Taktikkur fram um strategi og fólkarætt
Tað er ov bláoygt at halda, at Obama-stjórnin í USA fer at loysa trupulleikarnar í eini handavending. Vit vita heldur ikki, hvør politikkurin hjá Obama verður í Miðeystri. Men tað er neyvan av tilvild, at álopini á Gaza verða framd innan forsetaskiftið 20. januar. Tað er neyvan heldur av tilvild, at álopini á Gaza verða framd beint undan tjóðartingsvalinum í Ísrael, har tað er avgerandi hjá stjórnarflokkunum, Kadima og Arbeiðaradlokkurin, at vísa úrslit og atgerðarmegi, um ikki Likud og Netanyahu skulu vinna valið á hesi kontu.
Tískil kann eg ikki koma til aðra niðurstøðu enn, at tað eru fyrst og fremst taktiskar atvoldir til álopið á Gaza. Og at hesar telja so mikið nógv, at strategisku avleiðingarnar verða offraðar: Nevniliga mistu mannalívini og óskyldugu offrini, økta hatrið, versnandi friðarmøguleikarnir, vandin fyri religiónskríggi , økti yvirgangurin og økjandi sorgarleikirnir.
Hetta er kríggj og yvirgangur við ongum vinnara, uttan kanska trongskygdum partapolitikki og krígsídnaðaráhugamálum. Tapararnir eru sjálvandi fyrst og fremst tey tey fólk, ið verða rakt á báðum síðum. Og tapararnir eru í øðrum lagi heimsfriðurin og mannaættin øll.