Samrøða við BP stjóra
-Hetta eru sera spennandi tíðir fyri BP á Atlantsmótinum, og tað er eingin loyna, at vit í BP ætla at endurtaka væleydnaðu úrslitini vestan fyri Hetland á føroyska landgrunninum eisini. Sigur Scott D. Urban, sum er varastjóri í eini av heimsins størstu fyritøkum, oljurisanum BP. Scott Urban var millum mongu bretsku gestirnar, sum høvdu leitað sær á móttøkuna í London, sum Anfinn Kallsberg, løgmaður skipaði fyri undir vitjan síni í Bretlandi í farnu viku.
Scott Urban sigur seg vera sera væl nøgdan við úrslitið av arbeiðinum vestan fyri Hetland, har BP í dag er fyristøðufelag fyri báðar framleiðandi oljukeldurnar, Schiehallion og Foinaven. ?Vit hava funnið stórar oljugoymslur, og vit hava fingið bilbukt við tí annars sera harðbalna umhvørvinum úti á víðum havi. Og tað eru hesar royndir, sum vit nú taka við okkum inn á føroyskt øki, tá vit fara at bora fyrsta brunnin í juli í ár. Vit halda, at vit fara at hava eydnuna við okkum longu í hesum árinum, og finna vit eina stóra oljukeldu, sum vit hava góðar vónir um, so fara vit undir eina ?appraisal? boring longu í hesum árinum. Hetta eru brunnar, sum skulu siga nakað um støddina á feltinum.
BP-stjórin ivast onga løtu í týdninginum, sum leitingin við Føroyar, hevur fyri felagið. ?Hyggja vit at øllum okkara leitimøguleikum í dag, so er brunnurin vit skulu bora við Føroyar ein av teimum fimm bestu í øllum heiminum. Vit hava longu peikað út staðið, har vit fara at bora, og tað sær út til at goyma stórar nøgdir av olju. Scott Urban sigur, at støddin á feltinum teir eru eftir við síni fyrstu boring við Føroyar, kann vera millum 500 milliónir til eina milliard tunnur av olju. Tvs. um somu stødd sum Schiehallion ella tvær ferðir so stórt. Hetta er tað, sum oljufeløg vanliga kalla ein elefant.
At tað eru borað meira enn 150 brunnar vestan fyri Hetland og bert tvær keldur eru í framleiðslu sær Scott Urban ikki sum nakað ringt tekin. ?Tvær báðar keldur, sum framleiða, standa vit í BP fyri og báðar eru í sama øki nærhendis føroyska landgrunninum, har vit nú fara at leita. Scott Urban sigur annars, at teir eru í ferð við at knýta fleiri minni ?fylgisveinakeldur? til stóru feltini. Tá tíðin er búgvin fara teir eisini at seta á Suilven-feltið, sum liggur nakað norðan fyri verandi keldur. Eisini fara teir at taka endaliga støðu í seinni helvt av hesum árinum til at lata upp fyri stóra Clairfeltinum, sum liggur longur eysturi, og sum varð funnið í 78.
Tætt samstarv
Scott Urban sigur annars, at útlit eru til, at tað kann blíva eitt tætt samstarv í øllum oljuøkinum millum Føroyar og Bretland í framtíðini. Her sipar hann til ein felags infratstruktur tvs. m.a. rørleiðing, ið kann brúkast bæði av olju- og gasskeldum á føroyskum og á bretskum øki. Eisini síggja teir møguleikar fyri felags útgerðarhavn og ?virksemi til alt økið, báðumegin markið. Og koma framleiðslukeldurnar at liggja nær hvørjari aðrari, eru eisini møguligar fyri at útbyggja hesar í felag báðumegin markið.
Uppá fyrispurning hvat vil vera best fyri Føroyar, um olja verður funnin, antin at flyta oljuna til lands ella flyta hana til oljuterminalar aðrastaðni sigur Scott Urban, at tað enn er ov tíðliga til at taka støðu til slíkt. Fyrst má ein vita, um olja er her, og so eiga føroyingar at taka ta avgerð, sum er skilabest fyri Føroyar.
Hvat viðvíkur tí stóra økinum, sum liggur fjalt undir basalti, so heldur Scott Urban, at hetta verður ein komandi avbjóðing fyri oljufeløgini. ?Men lat okkum nú fyrst finna olju í teimum økjum, sum eru lutað út. Finnur tú olja her, so verður tað munandi lættari at fara víðari norður og vestur eftir undir basaltið.
Verður nógv gass funnið við Føroyar, so ber til at knýta eitt føroyskt gassfelt til komandi gassleiðing, sum í næstum verður lagdur á havbotnin vestan fyri Hetland.
BP-stjórin er sera væl nøgdur við tiltakið í London og høvi at hitta bæði løgmann og oljumálaráðharran. ?Eg síggi fram til eitt sera gott samstarv við føroyingar í framtíðini.