hetta tænti antisosialistisku propagandiini her heima. Hóast Múrurin er fallin og kalda kríggið er av, so endurtekur søgan seg, nú meira enn 20 ár seinni. Hvør er tað, sum ovast á breddanum í Dagblaðnum enn [...] hesin politikarin meinar og stendur fyri. Er talan ikki um hatur og forfylging spyrja fylgisneytar Breckmans, og teir svara sjálvandi, at so er. Nei hetta er hvørki forfylging ella hatur til ein ávísan [...] politikaran fram so oftani, so er tað tí, at hann er ein av fremstu politikarunum í Føroyum, hann hevur verið fólkatingsmaður í eitt mannaminni umboðandi fólkaflokkin, og hann er í dag formaður í tingbólkinum
gerst greitt, at her lekur álvarsliga ímillum teori og praksis. Vit kunnu t.d. seta okkum spurningin, um hvat ?tað privata? er? Er tað tað einkulta menniskjað, ella er tað familjan? Er tað tann einstaka [...] igu menningini. Næsta mytan er, at tað privata altíð er nógv meira effektivt enn tað almenna. Her stavar tað klassiska mótprógvið úr USA, har tað privata sjúkrahúsverkið er nógv dýrari enn tey almennu [...] Niðurstøðan er tí, at privati sektorurin ikki altíð er meira effektivur enn tann almenni sektorurin, sum mytan annars vil gera hann til. Triðja mytan er, at uppgávan hjá tí almenna einans er at skipa fyri
krevja sítt. Men tað er kortini eydnast, og nú standa Vestmenn á gáttuni við teirra fjóðru útgávu, ið sum sagt hevur fingið heitið Undir stjørnunum. ? Men hetta er ikki ein jólafløga. Her er ongin jólasangur [...] Hvussu er við føroyska málinum? ? Tað er frálíkt. Eg kenni ikki føroyska málið sum nakra forðing. Tvørturímóti, vil eg heldur siga. Og Ólavur tær dámar best country-tónleik, har amerikanska málið er innfeldur [...] heitið Undir stjørnunum. 18 nýggir sangir frá gomlum kenningum í føroyskum slagarahøpi er tað blivið til, og tað er aftur Martin Joensen, sum eigur teir flestu tekstirnar og løgini á útgávuni, meðan vælkenda
trupulleiki hjá teimum er sjálvandi Jensen, kriminalassistentur (Axel Strøbye), sum er vorðin eitt sindur eldri og nú arbeðir á deildini fyri fíggjarligan kriminalitet og tí altíð er til reiðar at handtaka [...] við teimum tiltiknu og topployniligu Wandenberg skjølunum í hendi. ? Og tit kunnu lítið ætlað, at her er talan um eina stóra, vandamikla og virðismikla søk, sum kann oysa vanæru yvir stóran part av heimsins [...] Aðrar úr filminum kenna vit eisini so væl: Tann aldrandi, men roynda kriminalassistentin, Jensen, sum er púra uttan vónir. Saman við honum síggja vit eisini tann »unga« Holm, tann valdsglaða, hástóra býrokratin
Suðuroy hesuferð, var ikki tann, at eg ikki stillaði upp. Orsøkin er at finna hjá Jákupi Olsen sjálvum. Bergur Bærendsen á Tvøroyri er langt frá samdur við teimum metingum, sum Jákup Olsen í Vági hevur [...] evni til landsstýrið. Hetta er heilt burturvið, sigur Bergur Bærendsen. ? Eg havi á ongan hátt bjóðað meg fram, sum landsstýrismann. Eg havi upplýst fyri Dimmu, at fekk er tilboðið, hevði eg ikki vitað [...] vitað, hvat eg skuldi svara. ?Hetta vísir, hvussu fremmandur tankin er fyri mær. Hevði eg havt bjóðað meg fram, hevði eg nettup vitað, hvat eg skuldi svara, sigur Bergur Bærendsen. Hann vísir eisini á, at
Willi Gohl er kendur í Føroyum. Einar 20 ferðir hevur hann verið her og ofta hevur hann stjórnað føroyskum kórum. Honum dámar væl í Føroyum. Honum dámar fólkið og náttúruna og samband hansara við Føroyar [...] u londunum dámar væl at hoyra føroyingar og at hoyra og síggja føroyska dansin. Villi Gohl er úr sveis og er 73 ára gamal. Í nøkur ár undirvísti hann á einum læraraskúla, var síðani í 27 ár rektari á einum [...] , metir Villi Gohl ikki sum nakað ringt ella keðiligt. Tað er neyðugt hjá føroyingum, um teir skulu fáa undirvísing á høgum støði. Eisini er gott at koma burtur og uppliva aðrar sangarar og onnur umhvørvi
tá ið Halleluja-kórið verður sungið. Ein kann spyrja seg, hvat tað er í hesum verki, sum soleiðis framhalgandi hugtekur. Uttan iva er her fyrst at taka fram íblásturin vegna tær serligu umstøðurnar hjá [...] Maccag mong, mong onnur. Men í MESSIAS er tað øðrvísi. nú snýr tað seg ikki um einstaklingar og um, hvussu eitt einstakt fólk verður loyst úr neyð og trældómi. Her er talan um alla mannaættina, um frelsaran [...] minnist G. Fr. Händel fyri, heldur er tað onnur dramatisk tónlistargrein, sum hevur tryggjað honum sess millum teir mætastu í tónleikasøguni: oratoriini. Eisini her stóð vøggan á italskari grund. Oratorium
uttanlandaferðini við vinnaranum. Serstakliga varð her hugsað um ferðavinnuna, ið her hevði møguleika fyri at gera vart við Føroyar. Prix Føroyar er seinasta stóra tiltak, sum fráfarandi stjórin verður [...] fingið eitt forum, ið sanniliga er stórsligið. Sum er mennandi og sum gevur vinnarum, og luttakandi annars, møguleika at royna seg við serkønari hjálp. Á palli, har útgerðin er í topp, útvarps- og sjónvar [...] sjónvarpsbylgjurnar senda tiltakið í hvørja stovu og har umráðandi er at framføra dygd. Nógv er broytt síðstu 10 - 15 árini, tá Perlan og rovini av Skipshandlinum vóru karmarnir. Tá, sum Fróði Vestergaard eisini
ina. At tú so verður kallaður demagogur, er bara nakað, sum fyri teir er sjálvsagt, tá argumentini ikki røkka. Eitt annað, sum eisini tykist at ganga aftur, er mátin Sosialurin umgongst tað fría orðið [...] »Demokratiska sosialisman er trygdin móti kommunismuni«, Demokratiska sosialisman? er trygdin móti kommunistiskari og fasistiskari yvirtøku av samfelagsstýringini«, »? so er tað vindur í seglini hjá h [...] greiða frá støðu sínari, og tað er bara gott. Eg skrivaði annars bert, hvussu beinrakin hann hevði verið í meting sínari av flokkinum. At hann nú hevur skift støðu, er ikki annað enn natúrligt. Slíkt hendir
annan. Kuba er helst einasta veruliga demokrati í heiminum. Fólkið hevur alt vald í landinum, og ikki kapitalurin, sum eitt nú her í Føroyum. Fidel Castro forseti er eingin einaræðisharri. Hann er valdur av [...] Dimmalætting nr. 229 frá 3. des. í ár er á baksíðuni aftur ein av hesum eyðkendu slímutu lygugreinunum um Kuba, uttan keldu og undirskrift sjálvandi. Yvirskriftin er sensatiónskend: »Sleppa nú at halda jól [...] komin enn í virðing av arbeiðandi fólkinum. Vert er at nevna, at eftir kollveltingarsigurin í 1959 hevur verið fullkomið trúarfrælsi. Ikki ein einasta kirkja er afturlatin. Allar samkomur passa seg sjálvar