Vit vildu hava stríðsval

Orsøkin til, at vit ikki fingu mannin, var ikki tann, at tað sveik á Tvøroyri.Vit høvdu itt kanónval á Tvøroyri.Har sum tað sveik var nettupp í Vági, har Jákup stillaði upp við eini barlast uppá yvir 400 atkvøður úr KFFF. Men hann endaði niðri á góðum hundrað

? Orsøkin til, at fólkaflokkurin ikki fekk mannin í Suðuroy hesuferð, var ikki tann, at eg ikki stillaði upp. Orsøkin er at finna hjá Jákupi Olsen sjálvum.

Bergur Bærendsen á Tvøroyri er langt frá samdur við teimum metingum, sum Jákup Olsen í Vági hevur gjørt sær av, hví fólkaflokkurin í Suðuri endaði við, onki umboð at fáa, hvørki í tinginum, ella í Landsstýrinum. Hann vísir eisini avgjørdur skuldsetingunum aftur, sum Jákup Olsen førir fram í Sosialinum í gjár.

Jákup Olsen førdi m.a. fram, at hann heldur ikki, at fólkafloksmenn í Suðuroy í veruleikanum arbeiddu fyri at fáa landsstýrismann. Tað einasta, sum ráddi um, var at tað var ein tvøramaður. Hann vísir eisini, at orsøkin til, at fólkaflokkurin ikki fekk mannin hesuferð var, at Bergur Bærendsen á Tvøroyri ikki vildi stilla upp. Ikki minni framligt heldur hann tað vera, at sami Bergur nú bjóðar seg fram sum evni til landsstýrið.

Hetta er heilt burturvið, sigur Bergur Bærendsen.

? Eg havi á ongan hátt bjóðað meg fram, sum landsstýrismann. Eg havi upplýst fyri Dimmu, at fekk er tilboðið, hevði eg ikki vitað, hvat eg skuldi svara.

?Hetta vísir, hvussu fremmandur tankin er fyri mær. Hevði eg havt bjóðað meg fram, hevði eg nettup vitað, hvat eg skuldi svara, sigur Bergur Bærendsen.

Hann vísir eisini á, at tað var ein púra samd nevnd í Fólkaflokkinum í Suðuroy, sum setti fram kravið um at fáa landssýrismann hesuferð.

? Vit nevndu ongi nøvn. men innanhýsis var full semja um, at Páll Vang var tað náttúrliga valið. Í nevndini eru eitumboð av Økrum, tvey úr Vági, eitt úr Porkeri, tvey av Tvøroyri og eitt úr Hvalba, sum ikki var á fundi.

Bergur Bærendsen heldur, at er Jákup nú komin til ta niðurstøðu, at hann hevur ligið sjóvafallið av sær, og gjørt seg ov lítið galdandi, kann, kann hann ikki lasta øðrum, enn sær sjálvum fyri tað. Tí hann hevur havt líka góðar møguleikar at gera vart við seg, sum øll onnur.

?Annars haldi eg, at tað er onki undarligt at tað eru vit á Tvøroyri, sum hava arbeitt við málinum, tí vit hava nógv longri røtur í fólkaflokkinum enn Jákup Olsen. Jákup Olsen kundi eisini havt heitt á formannin, sum eisini er vágbingu, um at gera vart við seg. Men tað hendi ikki.

Annars heldur Bergur Bærendsen, at orsøkin til, at Fólkaflokkurin ikki fekk tað søguliga valið, sum tey høvdu vónað, var ikki, at hann ikki stillaði upp.

? Nú eru tað hvørki Jákup Olsen, ella eg, sum einsamallir avgera, hvør stillar upp ella ikki. Tað ger felagið av útfrá eini heildarmeting. Og taktikkurin var at stilla eitt sterkt valevni upp í Vági og eitt á Tvøroyri fyri at fáa eitt stríðsval teirra millum. Vit høvdu eitt kanónval á Tvøroyri, sum vísir, at her eru allar hugsandi atkvøður komnar til sættis, eisini ?mínar?. Har sum tað sveik var nettupp í Vági, har Jákup stillaði upp við eini barlast uppá yvir 400 atkvøður úr KFFF. Men hann endaði niðri á góðum hundrað atkvøðum. Bergur ivast annars í, um grundin til, at Jákup Olsen vildi hava hann at stilla upp, var umsorgan fyri flokkinum.

? Tað mundi heldur vera at fáa Páll Vang og meg at beina fyri hvørjum øðrum, so at hann sjálvur kundi strúka í tingið.