Fólkaflokkurin og Pinochet

TAÐ er ófatiligt, at tann flokkurin, sum í dag eigur landsins hægsta embæti, løgmann, skal hava ein formann, ein tingmann og ein fólkatingsmann, sum framhaldandi stuðlar fyrrv. einaræðisráðharranum og hópdrápsmanninum Augusto Pinochet.

NÚ eru tað helst tey, sum spyrja, hví Sosialurin aftur tekur fram meiningarnar hjá Óla Breckmann, hví blaðið aftur og aftur júkar upp í saman um tað hesin politikarin meinar og stendur fyri. Er talan ikki um hatur og forfylging spyrja fylgisneytar Breckmans, og teir svara sjálvandi, at so er. Nei hetta er hvørki forfylging ella hatur til ein ávísan persón. Tað eru óhugnaligu og ómenniskjansligu politisku sjónarmið hansara vit ikki kunnu góðtaka. Og vit brúka okkara demokratiska rætt til at gera vart við hetta. Og tá vit taka júst henda politikaran fram so oftani, so er tað tí, at hann er ein av fremstu politikarunum í Føroyum, hann hevur verið fólkatingsmaður í eitt mannaminni umboðandi fólkaflokkin, og hann er í dag formaður í tingbólkinum hjá stjórnarflokkinum. Hetta er tí ikki ein og hvør í Føroyum.


AT so framstandandi politikari í einum landi við so stórum veljaraskara aftanfyri seg, skal vera so ultrahøgravendur og taka undir við so ræðandi persónum sum Pinochet, er nakað, sum føroysk pressan, føroyski almenningunum eigur fyrihalda seg til, taka upp og minna á. Tí tað er ikki líkamikið, hvørji fólk vit velja at umboða okkum og land okkara. At føroyingar velja ein politikara at umboða seg ikki bert á løgtingi men eisini á danatingi, sum fult og heilt stuðlar og tekur undir við slíkum einaræðisharrum sum Pinochet er ræðandi fyri ikki at siga andstyggiligt. Vit minnast hvussu sami persónur, eftir at Pinochet kom til valdið við eitt blóðugt kvett, har tann fólkavaldi Alliende varð myrdur, í greinum og røðum vardi sama Pinochet. Tí hetta tænti antisosialistisku propagandiini her heima. Hóast Múrurin er fallin og kalda kríggið er av, so endurtekur søgan seg, nú meira enn 20 ár seinni. Hvør er tað, sum ovast á breddanum í Dagblaðnum enn einaferð stuðlar sama Pinochet og umrøður tey, sum vilja hava hann fyri ein rætt at standa til svars fyri gerðir sínar, so forhánisliga og niðurgerandi! Tað er Óli Breckmann.


TAÐ hevur verið almenn vitan, at USA stuðlaði høgra- og hernaðarkreftunum í Chile at beina fyri tí fólkavalda Alliende. Hetta er tó ongantíð váttað. Nú sigur amerikanski uttanríkisráðharrin kortini, at USA bar seg skeivt og órættvíst at, tá tað stuðlaði umrøddu høgrakreftum. Hon fer møguliga at kunngera skjøl, sum avdúka misgerðir USA. Hvussu ber tað til, at fólkaflokkurin og fólkafloksfólk ikki tala at, tá teirra oddapolitikari heldur fram við at stuðla slíkum manni sum Pinochet, nú tá nærum allur heimurin fordømir hann. Eru tað við slíkum monnum, at Føroyar skulu taka fullveldi, tá Gud náði okkum.