Torskildari enn nakrantíð

Tá eg skrivaði greinina um tann torskilda Javnaðarflokkin, vardi tað meg ikki at so nógv, og úr so ymiskum flokkum, ja eisini javnaðarflokkinum vóru samsint við sjónarmiðum mínum.

Hóast bert tað eina aftursvarið hevur verið á prenti, frá sjálvum chefideologinum Hans Jørgensen, so hava nógv munnliga stuðla grein míni.


Vitnisburðurin hjá Strøm

Nú síggi eg eisini, at Hans Pauli hevur tikið til orðanna. Greinin hevur givið honum møguleikan at greiða frá støðu sínari, og tað er bara gott. Eg skrivaði annars bert, hvussu beinrakin hann hevði verið í meting sínari av flokkinum. At hann nú hevur skift støðu, er ikki annað enn natúrligt. Slíkt hendir so ofta í politikki. Menn fara, har teir halda seg hava besta møguleikan. Heldur enn at verja seg við frasum sum lokabrøgd, persónlig álop og at dálka mótstøðumenn, kundi HPS viðgjørt størsta partin av greinini og svara nøkrum av teimum nógvu spurningunum, har verða settir. Heldur hann t.d., at øll javnaðarfólk góðtaka, at formaður hansara ognar sær tær 90000 skattafríu krónurnar árliga. Hans Pauli ger heldur sum Hans Jørgensen og strutsurin, stinga høvdið í sandin og látast einki vita. Men her fann hann so eina undanførðslu og valdi at leggja fram ein politiskan vitnisburð. Tó er tað soleiðis við vitnisburðum, at víkja teir frá sannleikanum, so rýkur trúvirðið. HPS vil verða við, at grundin til, at einki stóð í Framagreinini um Tjóðveldisflokkin, var tí teir útvaldu á asfaltinum mettu flokkin glataðan. Her gloymir hann kanska við vilja, fyri at rættvísgera seg sjálvan.

»Sitat úr sama Framanum:

»í tann mun tað snýr seg um stríð móti kommunismuni kundu teir allir, frá Javnaðar- og Tjóðveldisflokkinum og út til ytsta høgra gingið saman í eina heilaga samgongu?«

Greinin hjá Strøm í Sosialinum vísir tó best av øllum, hvussu stórari hugsjónarligari og samleikakreppu javnaðarflokkurin er í. Hetta kemur týðiliga til sjóndar, um tú eisini lesur oddagreinina, sum stendur undir liðini á greinini hjá HPS.

Meðan HPS roynir at vísa á stóra munin á fullveldisætlanum hjá Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum, har Tjvf. skal hava lagt seg í føvningin á Fólkaflokkinum, so vísir oddagreinin á, hvussu samdir Jvfl. og Ffl. í veruleikanum eru.

Tað er vítt til veggja í flokkinum sigur HPS. Ja so vítt, at teir hvørki síggja veggin ella neyvan skilja hvørannan, vil onkur halda. Torført man tað eisini verða at góðtaka hjá gamla framaidealistinum, at fremsti lærusveinurin hjá Breckmann, harra Djurholm, nú verður brúktur próvtilfar hjá nýggja floksblaði hansara, tá vísast skal á, hvussu samdir flokkarnir eru: Júmen, er tað ikki eitt sindur torskilt?

Nú føroysku og donsku javnaðarmenninir aftur hava blandað blóð, er tað áhugavert at síggja, hvussu lítið Strøm vil kennast við danskan javnaðarpolitikk. Hann sigur seg heldur vilja valt danska Eindarlistan, um møguleikin beyðst. Eitt hava tó Javnaðarflokkarnir á okkara leiðum til felags. Teir eru sera torskildir.

Eftir hvat skilst, so er Hans Pauli ikki einsamallur javnaðartingmaður, sum heldur danska bróðurflokkin verða vorðnan alt ov høgravendan. Hví í Guðs garði bjóða teir so Nyrup til Føroya at verða høvuðstalara á floksfundinum, og seinni í gásagongd gera knæfall fyri meistaranum og lova at føra hansara sjónarmið í fullveldismálinum á Løgtingi.

Er støða teirra nú ikki vorðin rættiliga torskild?

Hví bjóðar Strøm ikki heldur Frank Aaen úr Eindarlistanum framtíðarsamstarv. Tað hevði óivað eisini riggað betri at sæð Strøm og Aaen sitið úti á Læraraskúlanum og sungið Internationala, heldur enn at síggja gamla Framamannin og høgravenda Nyrup syngja hendan gamla stríðssangin.

Ein dagin í tinginum brúkti Eidesgaard meginpartin av taltíð sínari at brigda Finnboga Arge, at hesin áður hevði umboðað Sambandsflokkin. Mundi ikki onkur av hansara egnu tá sita og krympa tærnar. Um atburð, sum hendan hjá Eidesgaard, sigur Hans Pauli Strøm í Sosialinum 1. desember 1998:

»?at tjakið tá verður óreint og ósakligt, og tá verður roynt at fremja sína politisku søk við at dálka mótstøðumannin heldur enn at viðgera málið, sakina«.

Eg meini tað, og so sigur Hans Jørgensen, at Javnaðarflokkurin skal vera lættur at skilja. Fyri mær er hann torskildari enn nakrantíð.


Jørgensen og Nyrup

At Hans Jørgensen og Nyrup hava verið á sama javnaðarskeiði, er lítil ivi um. Inngangurin hjá Hans minnir ikki sørt um, tá sleiskni Nyrup so alfaðirliga roynir at greiða teimum torskildu føroysku undirsáttunum frá, hvat føroyingar eiga, og eftir hansara hugsan hava skyldu at meina og halda.

Góði Manni, sigur Hans. Kære venner, sigur Nyrup, og so kemur tann langa javnaðarsvadan um moral og rættningslinjur, sum eru galdandi fyri øll onnur, enn ta útvaldu javnaðarstættina.

At tú so verður kallaður demagogur, er bara nakað, sum fyri teir er sjálvsagt, tá argumentini ikki røkka.

Eitt annað, sum eisini tykist at ganga aftur, er mátin Sosialurin umgongst tað fría orðið. Mín grein stóð millum so mangt annað á síðu 23, meðan aftursvarið frá javnaðarmonnunum stendur á síðu 2. Hetta er ikki nakað eindømi. Sami mátin varð brúktur, tá Pól Jespersen skrivaði, og ein annar konverteraður, Rolf Guttesen, svaraði aftur. Jú jú, nógvir eru mátarnir.

Annars er tað stuttligt, at tað júst var Hans Jørgensen, sum tók Hans Paula Strøm í forsvar. Grundin til, at HPS tók so dýran til í Framanum á sinni, var m.a.:

Sitat úr somu oddagrein í Framanum hjá m.ø. HPS. »Í felag royndu Jóhann Mortensen og Hans Jørgensen, sum umboð fyri tað unga javnaðarættarliðið, at yvirhála Paula Ellefsen og Óla Breckmann høgrumegin. »Demokratiska sosialisman er trygdin móti kommunismuni«, Demokratiska sosialisman? er trygdin móti kommunistiskari og fasistiskari yvirtøku av samfelagsstýringini«, »? so er tað vindur í seglini hjá harðskapinum, einaræðismonnum, fasistum, kommunistum«, »Øll hesi nevndu fyribrigdi geva teimum maktsjúku gott høvi til at stovna einaræðisstatin undir kommunistiskum ella fasistiskum merki« o.s.fr.

»Kommunistar ella fasistar, tað er fyri teir fullkomiliga líkamikið, fíggindin í Føroyum er ikki afturhaldið, nei, afturhaldsmenn mugu roknast sum felagar í stríðnum móti kommunistum og fasistum.

Vit mugu spyrja hesar góðu menn. Hvar eru teir føroysku fasistarnir, um ikki millum afturhaldsmenn? Nær hava sosialdemokratisku flokkarnir verið trygdin móti fasismuni? Vit eru fullvæl greið yvir, at nógvir vanligir sosialdemokratar, saman við kommunistum og øðrum, hava strítt eitt djarvt stríð móti kommunistum og fasistum.

Vit mugu spyrja hesar góðu menn. Hvar eru teir føroysku fasistarnir, um ikki millum afturhaldsmenn? Nær hava sosialdemokratisku flokkarnir verið trygdin móti fasismuni? Vit eru fullvæl greið yvir, at nógvir vanligir sosialdemokratar, saman við kommunistum øðrum, hava strítt eitt djarvt stríð móti fasismuni. Men flokkarnir? Oddamennirnir?«

Hetta vóru orðini frá HPS til Hans fyri tjúgu árum síðan. Nú traðkar Hans fram sum javnaðarumberari fyri revsaran úr Vági. At enda í oddagreinini siterar HPS leystliga týska prestin Niemuller, tá hann aftaná nazistisku týningina yrkti:


»Fyrst tóku teir komm-

unistarnar

men eg var ikki komm-

unistur

So tóku teir sosial-

demokratarnar

men eg var ikki sosial-

demokratur.

So tóku teir??????

?????????

Til síðst tóku teir meg,

og tá var ongin eftir

at verja meg«.


Jú Hans Pauli. Hans Jørgensen fekk teg, og hann verjir teg. Hetta minnir ikki sørt um endan á ævintýrinum, har prinsurin fekk prinsessuna og hálvt kongaríki (ella hálvan javnaðarflokkin):


Manne Persson,

Hoyvík