Enn ein lygugrein um Kuba

   

Í Dimmalætting nr. 229 frá 3. des. í ár er á baksíðuni aftur ein av hesum eyðkendu slímutu lygugreinunum um Kuba, uttan keldu og undirskrift sjálvandi. Yvirskriftin er sensatiónskend: »Sleppa nú at halda jól á Kuba«. Tann gløggi lesarin fatar skjótt, at handan hesa yvirskrift fjalir seg ein ætlan um, at fáa lesaran at halda, at kubanar mest sum liva í leinkjum í einum sosialistiskum terrorstýri.

Nú er tað tíbetur so, at einir hundrað føroyingar hava vitjað hetta »ræðustýri« seinnu árini, tey flestu fyri at gera sjálvboðið arbeiði fyri kollveltingina. Tey hava fingið eyguni upp fyri, at greinir av hesum slag eru lygn úr enda í annan.

Kuba er helst einasta veruliga demokrati í heiminum. Fólkið hevur alt vald í landinum, og ikki kapitalurin, sum eitt nú her í Føroyum. Fidel Castro forseti er eingin einaræðisharri. Hann er valdur av kongressini, sum telur 522 limir, og sum hevur navnið Poder Popular (Fólkavald). Hann var seinast valdur fyri eitt 5-ára skeið eftir kongressvalið í oktober 1997.

Kubanar hava øll árini síðan kollveltingina kunnað hildið jól so galið teimum lystir, men jóladagur gjørdist ikki almennur frídagur fyrr enn í fjør. Til kunningar er vert at nevna, at við donsku sáttmálasamráðingar í vár vórðu jólaaftan, 1. og 2. jóladagur tiknir við sum sáttmálabundnir frídagar. Tað vóru teir ikki áður!

Kubanar hava fleiri aðrar almennar frídagar, sum vit ikki hava, teirra millum 1. mai, altjóðaarbeiðaradagin. So langt eru vit ikki komin enn í virðing av arbeiðandi fólkinum.

Vert er at nevna, at eftir kollveltingarsigurin í 1959 hevur verið fullkomið trúarfrælsi. Ikki ein einasta kirkja er afturlatin. Allar samkomur passa seg sjálvar, eins og t.d. í USA.

Vit mæla Dimmalætting til at halda uppat við slíkum lygnum, sum í øllum førum ikki hoyra einum kristnum fólki til.

Undiryvirskriftin undir blaðhøvdi »Dimmalættingar«, ? álítandi tíðindi ? hóskar so í øllum førum ikki altíð. Vit eru mong, sum í hesum tíðum, nú jólini stunda til, halda tað vera bæði syrgiligt og primitivt, at størsta blaðið í landinum soleiðis skal lúgva fyri Føroya fólki.


Felagið Føroyar-Kuba,

Arnbjørn R. Thomsen,

form.