Oratoriið MESSIAS

Sum áður nevnt var operan tann tónlistagrein, sum í hansara bestu manndómsárum lá Händel fremst í sinni, og á hesum øki skapti hann fjøld av tónaverkum, sum bóru av øllum, sum samtíðin hevði at bjóða

Sum áður nevnt var operan tann tónlistagrein, sum í hansara bestu manndómsárum lá Händel fremst í sinni, og á hesum øki skapti hann fjøld av tónaverkum, sum bóru av øllum, sum samtíðin hevði at bjóða.

Kortini eru tað ikki hansara operur, sum eftirtíðin mest minnist G. Fr. Händel fyri, heldur er tað onnur dramatisk tónlistargrein, sum hevur tryggjað honum sess millum teir mætastu í tónleikasøguni: oratoriini.

Eisini her stóð vøggan á italskari grund. Oratorium var heitið á teim biðisalum (»ora« hevur við bøn at gera), har fólk komu saman til uppbyggiligar fundir í teirri katólsku mótreformatorisku tíðini.

Vit eru her stødd afturi í 16. øld, tá ið kórsangur meira enn nakað myndaði tónlistina.

Sangur var eisini týðandi táttur á hesum oratoriu-møtum, har bíbilsk evni í musikalskari íklæðing vóru aðalinnihaldið - ofta so at kór sínámillum bóru fram samrøður eitt nú millum Gud og sálina, millum himmal og helviti o.s.fr. Um 1600 var monodiin, einsongurin, komin fyri seg sum mótspæl móti teim tungu og fløkjasligu kórsatsunum, har orðið mestsum hvørvur í einum meldri av tónum. Í samskifti millum kórsang, solosang og instrumentalan tónleik, sum um hetta mundið var við at loysa seg frá tí vokala, mentust nú javnbjóðis tær báðar dramatisku tónlistargreinirnar opera og oratorium

Fremstur innan upprunaliga latínska oratoriiheimin var italiumaðurin Giacomo Garissimi, men hann, sum gav oratorium nýggja megi og livilíkindi í øldir frameftir, var dramatikarin fram um allar innan kirkjutónleikin: Georg Friedrich Händel.

Händel var sálarliga, likamliga og fíggjarliga heilt niðurundirkomin, tá ið hann í 1941 fekk íblástur til sítt lívsins tónleikaavrek: MESSIAS. Í bókini »Stjørnuløtur mannaættarinnar« (»Sternstunden der Menschheit«) skrivar eysturríkski rithøvundurin Stefan Zweig hugtakandi um, hvussu hann á søguligum grundarlag ímyndar sær tað, tá ið Händel úr myrkasta vónloysi og raktur av heljarsótt reis aftur til nýtt lív og nýggja skapan. Saman við tilvitanini um, a thonum so at siga av deyðastrá var unnað lív av nýggjum, skuldi tað ikki minni vera tann bíbliutekstur, sum komu honum upp í hendur frá skaldavininum Jennens, ið lyftu hann upp til slíka skapanarliga styrki og slíkan listarligan eldhuga, at mannasøgan neyvan kennir annað slíkt dømi. Longu fyrstu orðini »Comfort ye, my people« - »Havið treysti, fólk mítt« - hugfangaðu viðkvæma sinnið, og eftir bert trimum vikum skapaði og skrivaði Händel hesa perlurøð av kórsatsum, arium og instrumentalsatsum - ikki færri enn 53 partar - sum, um alt verður framført, taka væl út í triðja tíman at framføra. Händel hevði, sum slíkt, sínar øvunda- og mótstøðumenn í London, plágaður og forfylgdur sum hjann eisini var av sínum nasku kreditorum. Kanska var tað orsøkin til, at hann leitaði til vinar sínar í Írlandi at fáa framført hetta sítt nýggja megnarverk. Hvussu va rog ikki, 13. apríl í 1942 varð frumframførslan í írska høvuðsstaðnum Dublin. Longu undir venjing frættist um hetta glæsiliga verkið hjá meistaranum Händel, sum var í umbúna, og bíðirøðin var stór á framførsludegnum. Hugtikin sótu fólk eisini frá fyrst til seinast, og tá ið máttmikla Halleluja-kórið ljómaði á fyrsta sinni út í rúmið reistust fólk í sinnisligum ovurrúsi. Og í øll hesi farnu hálvttriðja hundrað árini hevur hendan siðvenjan hildið sær í Onglandi og aðrarstaðir við, at fólk reisast, tá ið Halleluja-kórið verður sungið.

Ein kann spyrja seg, hvat tað er í hesum verki, sum soleiðis framhalgandi hugtekur. Uttan iva er her fyrst at taka fram íblásturin vegna tær serligu umstøðurnar hjá tónaskaldinum, hetta at hann av deyðans gátt vaknar aftur til nýtt lív og til áræði av nýggjum. Annað er um sjálvan bygnaðin í listarverkinum at røða. Í operuni upplivir tú listarverkið bæði gjøgnum eyga og oyra - leikpallur, leikbúni og leikur mynda her heildina saman við tí sungna og spæla. Í kirkjuliga oratoriinum er tað tónleikurin eina, sum ber frásøgn og innihaldi upp.

Händel hevði her almikið at oysa av. Hann eins og aðrir listarligir stórmeistarar bygdi á fortíð so væl sum á samtíð. Men ongantíð fekk konventiónin hald á hesum kvæma og fjøltáttaða listamanni. Í hansara skapanarverki møta tær tann ríka norðurtýska kórpolyfoniin - hesir máttmiklu, skiftandi spenningsbogarnir - teir lættaru homofonu satsirnir, italska bel-cantoið - løgini sum beinanvegin fanga og frøa oyrað - og ikki minst setti tann enska kórtraditiónin tann dám á hansara tónleik, sum vakti og hutók tann bretska áhoyraran. Tað, sum eisini gjørdi sítt til, at oratoriir Händels kundu taka við, har sum hansara operur máttu sleppa, var tað, at hann í sínum kirkjuligu verkum skrivaði tónleikin ikki til latínskar ella italskar, men til enskar tekstir.

Eins og nevndi italski oratoriimeistarin Carissimi heintaði Händel síni evni úr gamla testamenti. Nevnast kunnu oratoriini Esther, Deborah, Saul, Israel in Egypt, Samson, Judas Maccag mong, mong onnur. Men í MESSIAS er tað øðrvísi. nú snýr tað seg ikki um einstaklingar og um, hvussu eitt einstakt fólk verður loyst úr neyð og trældómi. Her er talan um alla mannaættina, um frelsaran sjálvan, um boðan, føðing, lív, deyða og um uppreist á evsta degi.

Framførslurnar eru leygardagin kl. 19.30 og sunnudagin kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum.


Ólavur Hátún