eisini laga meg til viðurskiftini. Kortini haldi eg, at vit í føroysku kirkjuni kundu lært nakað av eitt nú tí norsku. Serliga hetta at tað eru fleiri onnur enn bara prestarnir, sum virka við undir eini [...] føroyingaur. Tað eru fleiri ár síðani eg búði í Klaksvík, og nógv er broytt. Eitt tað fyrsta eg tí vil gera er at blíva kendur við fólkið. Konan og eg hava tosað nógv um hetta. Samstundis sum vit ynskja at gerast [...] sjúkrahúsi, røktarheimi, um fólk ringja og við at vera til staðar, tá ið ymisk tiltøk eru staðnum. Umframt sjálva Klaksvíkina eru bygdirnar á Kalsoynni, Kunoy og Árnafjørður eisini í prestagjaldinum. Tilsaman
ymisk viðurskifti, og at kalla einki um skip. Eingin gongur og sigur, at vit skulu stinga nøsina so langt upp sum at siga, at vit skulu kunna sammmeta okkum við japanar. Ílla var. Har í Japan kemur eitt [...] verður komið inn á tað, sum veruliga bagir. Ikki eitt einasta orð um hvat tað eru fyri fortreytir - innanborða , sum vanta (- ikki eru til- ) úti til havs, hesar, sum gera, at tað er neyðugt við uttanborða [...] fortreytum, so sum hesar omanfyrinevndu. Tað er heilt einfalt óbegrípuligt, at vit nú aftaná so nógv ár, so nær eisini við at fara frá einum ártúsundi, innar í eitt annað, ikki enn skulu hava vunnið á
BP nú gera greitt, at tey vilja seta fleiri pengar av til gransking av øðrum orkukeldum, kundi bent á, at vinnan nú tekur ávaringarnar frá umhvørvisfólki o.ø. í størri álvara. Herfyri prentaðu vit burtur [...] okkara undirgrund. Sjálvandi eiga vit at viðgera hesar spurningar í størsta álvara, ikki bert tí, at henda nýggja vinnan stendur og bankar á dyrnar hjá okkum. Vit eru ein partur av heimssamfelagnum og [...] hevur gjørt um hesar spurningar og við serligum atliti til leitan og framleiðslu á Atlantsmótinum. NÚ vit føroyingar so smátt síggja fyri okkum ein útvikling á okkara øki, sum kann hava við sær stóra framleiðslu
ninum og fiskiídnaðinum heild, ikki kunnu elva til, at vit fáa eitt val í ótíð. NEYVAN hevur løgmaður hug at skriva út val, áðrenn tíðin er komin, tí hjá honum eins og hjá flest øðrum politikarum ræður [...] merkja. Tí kennir eingin seg heldur tryggan. FÓLKAFLOKKINUM líkt so fara vit helst at hoyra hann tosa um samgonguslit og nýval, nú tá m.a. Framtaksgrunnurin kemur fyri tingið. Hann fer at spæla sær við musklunum [...] við onkrari umbering fyri, at tað nú kortini ikki bar til at slíta. Søgan er nevniliga tann, at fólkaflokkurin hevur ongantíð havt tað so gott í eini samgongu sum nú, har hann sleppur at gera akkuráð sum
eitt hugskot, at føroyskir umhvørvismyndugleikar longu nú tóku stig til at vera partur av málinum. Tí við okkara støðu her úti í Atlantshavi eru vit so sanniliga ein partur av málinum. Tað hevði heldur einki [...] eftir sær í oljuvinnuni. VIT føroyingar eiga at fegnast um bretska útspælið, sum sjálvandi fer at fáa positivar avleiðingar fyri okkum eisini. Hóast vit hava reklamerað við, at vit hava heimsins reinasta [...] kravinum um at brúka Rockall All í sambandi við fiskimarksásetan. NÚ hevur bretska stjórnin so avgjørt at steðga dálking av høvunum. Bretar eru annars kendir fyri at vera herviligir til at dálka havumhvørvið
um á Tingi hevur rætt, tá hann sigur, at nú er Nólsoyar Páll ikki trupulleikin. Harafturímóti er John Petersen trupulleikin hjá landsstýrissamgonguni. Men vit mugu leggja afturat, at borgarliga landss [...] ár hevur verið spart og tanlað. Stórir samfelagspartar eru skornir at beini. Men tær neyðugu rationaliseringarnar við einum veruligum perspektivi eru ikki gjørdar. Og løgmaður smílir: - Her stendur væl til [...] legði í ringastu kreppuárunum, er stak gott. NÚ boðar John Petersen frá, at í summar skulu nakað gerast, so meiri fiskur verður virkaður í Føroyum, tí nú er heimildin í lagi. Men hann hevur jú havt heimildina
føroyingar ferðast nógv, og tí mugu vit eisini góðtaka, at nógv ferðafólk koma henda vegin. TEY skulu fáa eina góða móttøku og eina góða tænastu, men enn eru vit bara komin stutt, tá tað snýr seg um tænastustig [...] hava eggjað føroyingum til at ferðast í egnum landi. Vit hava hópin av møguleikum, tá vit skulu gista í summarhúsum ella gistingarhúsum, men vit hava framvegis bara eitt tjaldingarpláss í Føroyum. Og [...] tænastustig, útboð og møguleikar - ella »fasilitetir«, sum tey siga. TAÐ tykist sum um, at vit eru væl fyri, tá tað snýr seg um at gista, men tað er neyðugt at hava eitt stórt útboð av tilboðum - túrum, fr
Øravík, men lítið er komið fram til almenningin frá sjálvum fundinum. Men tað lítla, vit hava frætt, bendir á, at ráðið nú av álvara ætlar at fáa gongd á politiska samstarvið millum Grønland, Ísland og Føroyar [...] Ísland, Grønland og Føroyar mugu nú læra at tala við einari rødd í Norðurlanda ráðnum, Norðurlendska Ráðharraráðnum og á altjóða leikpallinum á øllum teimum økjum, har vit hava felags áhugamál. Hetta ber [...] hevur fyrst og fremst havt týdning fyri sambandið millum tingmenn í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Vit eiga ikki at undirmeta persónligu kontaktirnar millum parlamentarikarar. Hetta hevur altíð týdning
yvirliva uppá, ætla vit okkum ikki, tó at vit í princippinum eru samdir um, at vit eiga at gera íløgur í bæði fyribyrging av dálking og gransking í alternativa orku. Vit vilja lurta men vit kunnu ikki lata [...] smátjóðir við sera óhepnum fylgjum. So vit vita ikki, hvat vit hava í væntu, nú hesin felagsskapurin hevur peikað út júst økið kring Føroyar sum sítt komandi stríðsøki. VIT minnast annars, hvussu hesin fela [...] londunum at fáa lut í menningini, og tað gera vit, um felasskapir sum Greenpeace fáa loyvi at bestemma. Vit mugu heldur til at seta størri krøv til, hvussu vit stig fyri stig kunnu minka um verandi dálking
okkum vantar ein heildarpolitikk á hesum øki. Vit hava fleiri lógir umhvørvislóg, náttúrufriðingarlóg, lóg um áir, hegn, skógfriðingarlóg o.s.fr. men vit hava framvegis onga náttúrufyrisiting. Harafturat [...] NÚ gjørdist veðrið betri, og fólk fara út í urtagarðin, í býin, hagan, oman í fjøruna, í bátin ella bara leita sær út um teir fýra veggirnar. Fólk fegnast um okkara vøkru náttúru, og okkara góða umhvørvi [...] umhvørvi, sum hevur alt at siga fyri lívið á klettunum. HALDA vit ikki havumhvørvi okkara reint, so er ikki lætt at selja okkara fiskavørur. Fiskurin, sum svimur í heimsins reinasta sjógvi, er framvegis hø