Bankar nýval á dyrnar?

IKKI meira enn er summarfrítíðin av, so leikar aftur í føroyska samfelagnum.

 

FRAMTAKSGRUNNURIN er eitt av málunum, sum brýtur tann annars langa summarfriðin - bankakanningin er eitt annað.


EINGIN ivi er um, at vit hesa komandi tíðina fara at hoyra nógv til hesi bæði málini, og tað er eisini rætt at seta spurningin, um gongdin í bæði bankamáli og støðan hjá Framtaksgrunninum og fiskiídnaðinum heild, ikki kunnu elva til, at vit fáa eitt val í ótíð.


NEYVAN hevur løgmaður hug at skriva út val, áðrenn tíðin er komin, tí hjá honum eins og hjá flest øðrum politikarum ræður eisini um at sita í stólinum so leingi til ber. Eingin veit heldur, hvat eitt nýval kann merkja. Tí kennir eingin seg heldur tryggan.


FÓLKAFLOKKINUM líkt so fara vit helst at hoyra hann tosa um samgonguslit og nýval, nú tá m.a. Framtaksgrunnurin kemur fyri tingið. Hann fer at spæla sær við musklunum sum hann var í andstøðu líka til tað síðsta. So trekkir hann følihornini til sín og kemur við onkrari umbering fyri, at tað nú kortini ikki bar til at slíta. Søgan er nevniliga tann, at fólkaflokkurin hevur ongantíð havt tað so gott í eini samgongu sum nú, har hann sleppur at gera akkuráð sum hann vil. Hann kann fremja øll síni mál, og spurningurin er nú at kunna fullføra sítt verk, áðrenn valið í næsta ár. Fólkaflokkurin hevur tí brúk fyri tíð og við hesum í hesum kunnu vit gera okkum eitt púra greitt, at hvussu nógv enn fólkafloksmenn leika í móti løgmanni um bæði Framtaksgrunn og Bankakanning, so eru hetta tær beru lótir. Teir vilja vera har maktin er.


HVUSSU løgmaður fer at klára seg í endaspurtinum nú áðrenn valið um minni enn eitt ár vil tíðin vísa. Komandi mánaðirnir fara at vísa okkum, um hann situr so fastur í sínum korthúsi, sum hann hevur gjørt higartil ella um súlurnar báðar - Framtaksgrunnurin og Bankakanningin - eru farnar so mikið nógv at rilla, at hann fellur. Only time will show.