ÚTNORÐURSRÁÐIÐ hevur havt fund í Øravík, men lítið er komið fram til almenningin frá sjálvum fundinum. Men tað lítla, vit hava frætt, bendir á, at ráðið nú av álvara ætlar at fáa gongd á politiska samstarvið millum Grønland, Ísland og Føroyar.
TAÐ mest áhugaverda, ið gjørt varð av á fundinum í Øravík, var samtyktin um at seta ein fastan aðalskrivara. Útnorðursráðið ella Tingmannaráð Útnorðurs, sum ráðið áður varð nevnd, hevur fyrst og fremst havt týdning fyri sambandið millum tingmenn í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Vit eiga ikki at undirmeta persónligu kontaktirnar millum parlamentarikarar. Hetta hevur altíð týdning. Men skulu tilráðingarnar og avgerðirnar innast í verki, má ráðið hava eina fyrisiting, ið kann samskipa arbeiðið og røkja uppgávurnar, meðan ráðið ikki er saman. Avgerðin at seta ein fastan aðalskrivara er tí ikki bert ein sera skilagóð avgerð, men eisini ein neyðug avgerð, um ráðnum skal vera lív lagað.
LONDINI í útnorðuri hava ikki bert felags áhugamál, men eisini mótstríðandi áhugamál. Men felags áhugamálini eru fleiri enn tey mótstríðandi áhugamálini og tað er tí av størsta týdningi, at politikkararnir skilja, at samstarv er neyðugt um okkum skal vera lív lagað her í Útnorðuri. Ísland, Grønland og Føroyar mugu nú læra at tala við einari rødd í Norðurlanda ráðnum, Norðurlendska Ráðharraráðnum og á altjóða leikpallinum á øllum teimum økjum, har vit hava felags áhugamál. Hetta ber til - hygg bert at NAMCO, har hesi trý londini vóru ákoyrarar og íblásarar.
VIT ynskja Útnorðursráðnum tillukku við avgerðini um aðalskrivaran og góðan byr framyvir.










