Tú vart so væl fyri – ja líka inntil...Men, tað er sum orðatakið sigur: “Eingin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldið gistir” Tú gjørdi altíð okkurt. Dámdi so væl, at tað var reint og ordiligt rundan [...] okkum øll. Hvørt mánakvøld gekk leiðin heim í Undirhúsið at spæla kort – ja har vart tú trúfastur. Og tvær ferðir um vikuna, fóru tú og omma so hugagóð inn á Sýnuna til fimleik. Um heysti, tá fjøllini skuldu [...] siga hvørja ferð, man fekk eitt prát í lag. Eisini dámdi teimum báðum sera væl at fara ein biltúr runt á oynni. Okkara tankar eru hjá tær góða omma. Hjá tær er saknurin størstur. Má Harrin styrkja teg í hesi
Pápi kom til Kollafjarðar á sumri 1937. Á vári hetta sama ár vóru skúlabørn úr Kollafirði útferð á Selatrað. Æl kom á tey, og bjóðaði Lassen Weihe, abbi pápa, ferðalagnum á gátt at kroka. Har frættist [...] fór hann á læraraskúla og tók læraraprógv í 1935, og var hann lærari á Toftum og Gøtu 1935 og 36. Frá 1937 til 81 var pápi lærari í Kollafirði, frá 1949 fyrstilærari. Í 1957-58 var hann í Danmark á DLH. Pápi [...] in var á tremur av skiftandi uppgávum, so vóru altíð stundir til tað góða prátið, hugnaløturnar við heimabakstri og annars við tí gerandisvirkseminum, sum vanliga eyðkendi eitt heim á bygd tá á døgum.
uppkallaður av soninum hjá mær og Herthu. Meinhardt mundi kenna á sær at hansara síðsta løta á hesi fold var við at renna út, tá vit báðir vóru á veg til Havnar tveir dagar áðrenn hann andaðist. Hann kysti [...] Meinhardt varð føddur 30. juni í 1930 á Toftum. Foreldrini vóru Sigmund Olsen av Regni og Josefina Olsen av Dunga (f.Mikkelsen). Systkini vóru átta í tali. Jóhan (Hanni), Hans Mikal (Hassegei), Elsa Maria [...] og úrtøkan var sera góð. Fiskað var útfrá bygdum á Eskifirði, Vestmannaoyggjunum, Hornafirði og Ólafsvík. Meinhardt upplivdi mangar baldrutar túrar á sjónum, men ongantíð var hann ræddur. Hann var
Eitt orðatak sigur, at eingin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldi gistur. Hetta fingu vit á fiskavirkinum á Toftum so nívandi at kenna síðst í farna ári. Fyrst okkara háttvirda leiðara, Birgir Nónsgjógv [...] Djurhuus, ið doyði 14.12.2004, bert 55 ára gomul. Kára byrjaði longu í 1982 at arbeiða á flakavirkinum Niki á Toftum, og var har til virkið helt uppat og varð niðurlagt. Síðan bleiv tað endurreist sum s [...] bygd og á bylgjandi vági, Guðs bjargandi hond, oss veri í nánd, Guðs vilji í hjørtunum ráði. Við hesum fátæku orðum lýsa vit frið við minnið um Káru Djurhuus. Øll á saltfiskavirkinum United Seafood á Toftum
var givin á Lynfrost, var hann mest heima við hús, har hann tókst við okkurt fyrifallandi, eins og hann hugnaði um seg og síni. Ein vanlig bygdarmynd var at síggja Ydda á súkklu, har hann var á veg at gera [...] Ydde, sum hann vanliga var rópur, flutti saman við familjuni av Toftum inn í Runavík í 1949. Har hevði hann bygt sær hús, og har kom hann at vera alt lívið, til hann nú andaðist sum ein aldrandi maður [...] vegnum, eru ikki nógvir eftir, og nú fór so Ydde. Hann fór annars sum ungur drongur til skips og var á sjónum í fleiri ár, m.a. sigldi hann við Expedit, Mjóvanes og Atlantsfarinum. Men eftir at hann flutti
ið systirdótturin og eg komu saman fyri gott 20 árum síðan. Møtti Jens Reinold eisini á Landingarmiðstøðini á Toftum, tá ið landað var har og annars til familjufestir. Jens Reinold var ein sera fittur persónur [...] øll børn í familjuni, minnið eftir hann standa sterk. Tað verður undarligt at koma inn í heimið á Toftum, hvar tann yngsti beiggin ikki er at hitta. Hanni, Essemi, Meinhard og Poula hava mist ein góðan [...] honum. Jens Reinold visti ikki hvussu blíður hann skuldi vera, hann hevði altíð okkurt gott at seta á borðið, køkur og annað góðgæti til børnini, Hanni hann sat og flenti og ordnaði “beiggi gev teimum okkurt
sjómaður í mong ár, áðrenn hann fór at læra til rørleggjara. Eftir tað var hann maskinmaður á flakavirkinum Nyki á Toftum, húsavørður í Tofta skúla og hevði svimjuhylin í skúlanum undir hond, saman við Emmu [...] millum annað við, at syngja í Tofta streingjakórið í mong ár. Eisini vitnaði og talaði hann á møtum á Toftum og út um landið. Í nøkur ár sat hann í stýrinum fyri missiónshúsið. Vit eru mong, sum við [...] vegir mínir, sigur Harrin“ Avmáldu dagarnir vóru uppi, tíðin úti og lívið liðugt. Harry var føddur á Toftum í 1938 og var yngstur av 9 systkjum. Mammuna misti hann longu, sum 14 ára gamal, og var tað ein
knapt 94 ár her á foldum. Brádliga komu deyðsboðini um Guðruna vinkonu míni bert 64 ára gomul. Nú er so Jónsvein eisini farin fáar dagar eftir Guðruna. Vit trý vóru javngomul, vuksu upp á sama garði. Guðrum [...] Guðrum yviri á Sandteigum, Jónsvein og eg uppi í Toftum, eisini nevnt í Tronganum. Guðrum var ynskt av seks syskjum. Tey vóru: Judith, Ragnvald, Hergerð, Johan Heri, Ditlev og Guðrun. Móðurin Herborg [...] sonur Jens Elias. Móðurin doyði, og Johan vaks upp í bóndahúsunum í Toftum. Eisini í faðirlegg vóru vit í familju. Barnaárini uppi í Toftum í 50´unum vóru nakað serligt. Har búðu Hans bóndi og Christian bóndi
Gerda var ættað av Nesi á Toftum. Foreldrini vóru Kristianna og Mads Nesá – fyrr Hansen. Gerda var fimta barnið av einum systkinaflokki upp á tíggju. Sum blaðung kom hon til Fuglafjarðar, har hon fann [...] hevði havt tað so gott á jólum. Fýra vikur eftir hetta – fyrst í februar – fekst tú tey tungu boðini um hvat tær feilti. Vit í bindiklubbanum sóðu teg ikki aftur fyrr enn aftan á summarsteðgin. Síðan vart [...] tali. Góða Gerda. Ringt er at skilja at tú ikki ert ímillum okkum meira. Væl vistu vit, at tú bart upp á eina álvarsliga sjúku, men at tað skuldi ganga so skjótt, varnaðust vit ikki. Fyri bert einum ári síðan
týdningarmikið fyri Ernst, at leggja tann seinasta roknskapin fram fyri meinigheitini á ein virðiligan hátt. Hann kendi á sær, at hetta hevði skund, tí hann visti ikki, hvussu framtíðin kom at vera, sum hann [...] seinasta kvøldið, hann var á møti. Vit hava mist ein trúgvan, vísan og sterkan leiðara í meinigheit okkara. Tað er tómt, eftir at Ernst er farin, men tann sami Gud, sum Ernst trúði á, er eisini hjá okkum, sum [...] fáu orðum, takka fyri alt tað, Ernst hevur givið mær og okkum, sum savnast í missiónshúsinum Tabor á Toftum. Nú Ernst er fluttur til ein betri stað, er saknurin stórur hjá tykkum Kate, Maritu, Tummas, Kristu