Minningarorð um Káru Djurhuus

fødd Mikkelsen 2.12.1949 ? d. 14.12.2004

Eitt orðatak sigur, at eingin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldi gistur.
Hetta fingu vit á fiskavirkinum á Toftum so nívandi at kenna síðst í farna ári.

Fyrst okkara háttvirda leiðara, Birgir Nónsgjógv, ið doyði 29. november 2004, bert 51 ára gamal, og síðan okkara háttvirda arbeiðsfelaga Káru Djurhuus, ið doyði 14.12.2004, bert 55 ára gomul.

Kára byrjaði longu í 1982 at arbeiða á flakavirkinum Niki á Toftum, og var har til virkið helt uppat og varð niðurlagt. Síðan bleiv tað endurreist sum saltfiskavirki undir navninum United Seafood. Og har kom Kára eisini at starvast frá byrjan, líka til nú hon nú so brádliga gjørdist sjúk og doyði.

Kára var útatvend og gjørdist oftast miðpunkti har hon var, røsk, glað og altíð væluppløgd, góðar og skemtiligar samrøður vóru mangan at hoyra frá hennara borði í kaffipausunum, hon hevði sínar meiningar og segði tær eisini bart út, so tú visti altíð hvar tú hevði Káru og tað í einum skemtiligum og vinarligum brosi. Her á virkinum standa nú tvey tóm pláss, sum vit sakna so sáran.

Kára giftist við Sigmund Djurhuus, ættaður av Selatrað, uppvaksin á Lambareiði. og fingu tey 4 børn. Tankar okkara leita til tykkara ið eftir sita, serliga til tín Uni, ið so ungur misti mammuna. Guð styrki tykkum í sorgini.

So siga vit nú hvør øðrum farvæl,
og Jesus oss fylgi í náði,
Guds friður við øllum um fjøll og um dal,
Í bygd og á bylgjandi vági,
Guðs bjargandi hond, oss veri í nánd,
Guðs vilji í hjørtunum ráði.

Við hesum fátæku orðum lýsa vit frið við minnið um Káru Djurhuus.

Øll á saltfiskavirkinum United Seafood á Toftum