Minningarorð um Meinhardt Olsen

f. 30.06.1930 - d. 24.10.2009

Meinhardt varð føddur 30. juni í 1930 á Toftum. Foreldrini vóru Sigmund Olsen av Regni og Josefina Olsen av Dunga (f.Mikkelsen). Systkini vóru átta í tali. Jóhan (Hanni), Hans Mikal (Hassegei), Elsa Maria (Essemi), Jákup Mikal (Vinni), Meinhardt, Poula, Johan Christian (Giss) og Jens Reynhold. Av systk­un­um eru bert Hanni, Essemi og Poula á lívi.

Sum uppvaksin í einum fiskimannaheimi í 30 `unum vóru lívskorini fátæk, men barnaárini vóru góð og trygg undir teimum umstøðunum sum nú einaferð ráddu.

Meinhardt gjørdist sum unglingi hervuliga sjúkur av difteritus. Hann gjørdist eina tíð lammaður, og læknarnir spáddu at hetta kom at merkja hann alt lívið. Men so var ikki. Hansara ókúguligi lívsvilji sum sermerkti Mein­hardt alt lívið, gjørdi at hann kom fyri seg aftur.

Sum 19 ára gamal fór hann, til skips við línubátinum Oyra­sker av Toftum. Tað lá væl fyri hjá Meinhardt at fiska og boð vóru ofta eftir honum at koma við ymiskum skipum.

Ì fimti árunum valdi Meinhardt at fara til Ìslands at fiska, og var við íslendskum skipum tey næstu tíggju árini. Hesa tíðina var hann við nót-, línu, trol- og garna­skipum. Meinhardt var ógvu­liga væl dámdur av ís­lendsku skipsfeløgnum. Hann var m.a. við kenda rok­skip­aranum Siggi Magg úr Vest­mannaoyggjunum við bátinum Viðir, og úrtøkan var sera góð. Fiskað var út­frá bygdum á Eskifirði, Vest­mannaoyggjunum, Horna­firði og Ólafsvík.

Meinhardt upplivdi mang­ar baldrutar túrar á sjó­­num, men ongantíð var hann rædd­ur. Hann var við trol­ar­an­­um Aust­firð­ingi av Eski­firði í 1959 undir Eystur­grøn­landi, tá hervi­ligt ódnarveður brast á, og onkur av íslendsku trolaranum sukku, tí teir ikki megnaðu at bera tann nógva ísin sum legðist á skipini. Eft­ir tógvið stríð, eydnaðist Aust­firð­ingi at vinna upp havn, takk­að verið m.a. góð­um sjó­mansskapi frá føroy­ing­unum sum vóru við trol­ar­anum.

Saman vóru vit báðir í 2005 og vitjaðu støðini hann hevði fiskað útfrá. Tá sá eg, hvussu stóra virðing Meinhardt hevði frá sínum gomlu skipsfeløgum, sum ein sera dugnaligur og raskur fiski­maður.

Fíggjarliga úrtøkan av fiskiskapinum í Ìslandi var so góð, at tá hann bygdi sær sethúsini í Runavík í 1959, rindaði hann tey kontant.

Meinhardt giftist í 1959 við Mariu Mortensen (Mia) av Argjum og fingu tey trý børn. Hertha, Jónstein og Josefina..

Tá Meinhardt gavst at fiska við íslendingum fór hann til skips við føroyskum skip­um, bæði til ísfisk og salt­fisk.

Fyrst í 70'unum gjørdist Meinhardt sjálvstøðugur út­róðrarmaður. Fekk sær bát sum fekk navnið Maria eftir konuni, og fekst við hetta yrkið heilt fram til 2007, tá hann sum 77 ára gamal gavst tí heilsan byrjaði at bila. Hesi 35 árini, hann var útroðrarmaður í Runavík, hevði hann fýra bátar sum allir bóru navnið Maria. Sera væl lá fyri at fiska, og var Meinhardt ein av allarbestu útróðramonnum hvat úrtøku viðvíkti.

Farið var upp tíðliga á morgni. Stamparnir, sum hann sjálvur hevði egnt, fing­nir innanborða og síðan av stað at fiska. Hann segði altíð, at best var at vera á fiskileið í lýsingini, og sum oftast var hann heima aftur tíðliga seinnapartin við góðari veiðu. Seinni fekk Mein­hardt hummaraloyvi og hetta kombineraði hann við línu­veiðu og væl lá fyri.

Var onkuntið við Mein­hardt og eg mátti ásannað, at kreftirnar vóru góðar, sjálvt um hann var komin væl til aldurs. Kvikur og bráður syfti hann teinirnar inn sum einki, og kvikur tók hann humm­ararnir úr, og so at taka næstu teinu inn. Minnist eina­ferð at sonurin Jónstein og eg skuldu draga teinirnar, tí Meinhardt hevði fingið skaðað í økslina. Nógvur mjørki var, og vit funnu ikki allar boyurnar. Komnir til lands bjóðaði Meinhardt at koma við, og skjótt fann hann boyurnar og so at draga. Hetta var hansara eyð­kenni; ongantíð at geva upp, men vera grammur.

Meinhardt var veiðu­mað­ur í orðsins sanna týdningi. Dámdi sera væl at skjóta harur og fugl og fjasaðist eis­ini við seyð, og tað gekk nógv uppá at fáa góða vekt á seyðunum.

Meinhardt var sera góður við konuna Miu, og dugdu tey væl at húsast. Lívið sum útróðrarmaður var eitt ser­ligt yrki. Tað gevur frælsi, men úr­tøkan er skiftandi, og hjúnini dugdu sera væl at húsast undir slíkum um­støðum.

Meinhardt var ógvuliga góður við síni børn, og var errin av teimum, at tey øll kláraðu seg væl. Meinhardt var eisini sera góður við abba­børnin,i og var ógvuliga errin tá hann var uppkallaður av soninum hjá mær og Herthu.

Meinhardt mundi kenna á sær at hansara síðsta løta á hesi fold var við at renna út, tá vit báðir vóru á veg til Havnar tveir dagar áðrenn hann andaðist. Hann kysti konuna farvæl í Runavík, ringdi sonin Jónstein upp og segði við meg, at hann ikki væntaði at koma heimaftur.

Við takksemi og virðing fyri alt tað tú vart fyri okkum og við góðum minnum.

--------

Egil