Hvar bleiv Føroya longdi armur av á Fólkatingi?

Løgmaður hevur tikið stig til eitt arbeiði um ríkisrættarligu støðu Føroya. Allir flokkar í løgtinginum eru bodnir við, men ein teirra, Sambandsflokkurin, hevur valt at standa uttanfyri ávirkan. Endamálið við arbeiðnum er at fáa eina skipan fyri Føroyar, so vit kunnu javnsetast við onnur lond, at vit kunnu fáa atgongd til teir viðkomandi felagsskapir, sum hava týdning fyri føroyskt vinnulív og harvið menna og økja føroyska búskapin, fyri at styrkja føroyska mentan, fyri at fáa javnbjóðis møguleika fyri føroyskan ítrótt og yvirhøvur fyri Føroya framburð.

Hesir 5 flokkar í Føroyum ásanna, at heimastýrisskipanin er vorðin ov trong, og tí mugu viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark skipast av nýggjum. Tíverri hevur Sambandsflokkurin valt eina passiva støðu til málið og hevur valt ein ókonstruktivan politiskan leik -  at leika í uttanfyri dyrnar. Men eitt er, at vit eru ósamd í Føroyum um hetta mál, men tað sum er enn meiri ørkymlandi er, at Sambandsflokkurin dregur hesa ósemju niður á Fólkating. Tað var ikki sørt ræðandi at hoyra Annu Falkenberg, tá danska fólkatingið bleiv sett, har hon í fólkatinginum dregur arbeiðið um ríkisrættarliga málið fram á torg í einum nærmast fornermaðum og forklæðandi tóna. 

Anna Falkenberg brúkti nógva tíð uppá tað, sum gongur fyri seg í Føroyum og ‘slatra um’ politiska arbeiðið í Føroyum fyri fólkatinginum. Hetta var við tí endamáli at skapa øsing í fólkatinginum, at fáa uppbakning og sympati frá donsku fólkatingslimum um at mótarbeiða hesu breiðu semjuni og ynskjunum hjá 5 flokkum í Føroyum um at modernisera okkara ríkisrættarligu støðu til størri virðing og sjálvstøðu, og harvið javnstøðu millum tey 3 londini.

Orðini hjá hjá Annu fullu orðarætt soleiðis: 

“Der er 5 partier, der ønsker, at Førøerne skal gøres selvstændige” !! Hvor mange av Jer herinde vidste det? Det tror jeg altså ikke, der er særlig mange” 

Og hon leggur afturat í eini video á facebook, at hetta arbeiðið er farið framvið donskum miðlum og donsku politisku skipanini, hvat tað verður arbeitt við í Føroyum. Og tí nýtti hon høvi at upplýsa danskir politikarar um støðuna og undirsforstaðið, at teir eiga at steðga hesum.

Tað er púra óhoyrt, at fólkatingslimir ganga ímóti viljanum í politisku skipanini í Føroyum, tað líkist ongum at draga ósemjur niður á fólkating og brúka hesar til partapolitiskt kegl, sum Anna Falkenberg eisini undir orðskiftinum í fólkatinginum leggur upp til.

Hvussu heldur Anna Falkenberg og harvið Sambandsflokkurin, at vit nakrantíð kunnu vera tikin í álvara, tá vit uppføra okkum soleiðis úteftir? Men tað er kanska akkurát tað, sum er ynskið hjá Sambandsflokkinum, at Føroyar ikki skal vera tikið í álvara av dønum, so vit vera fasthildin í einum óbúnum og óvirðiligum sambandi við Danmark.

Tað er eitt álop ímóti føroysku politisku skipanini ‘at slatra’ fyri donskum politikarum um, hvat hendir í Føroyum og beinleiðis eggja til, at tað verður lagt uppí frá donskum myndugleikum at mótarbeiða hetta arbeiði. Eitt er, at vit í Føroyum eru ósamd um ríkisrættarligu støðu Føroya, tað er ikki nakað nýtt, men tað sum er nýtt og ørkymlandi er, at hesar ósemjur verða drignar niður á fólkating og lagdar á blik. Arbeiðið við ríkisrættarligu støðu Føroya er eitt mál, ið hoyrir heima í Føroyum, og eru ósemjur um hetta, er tað eisini eitt mál, ið skal loysast her heima ímillum teir føroysku flokkarnir og tað føroyska fólkið og ikki á fólkatingi. Tað er tá vit hava staðið saman, at vit hava vunnið størstu sigrarnar fyri Føroyar. 

 

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi