Granskingargrunnur í sukursjúku stovnaður

Ein nýggjur grunnur, Grunnurin eftir Annu og Kaj Nolsøe til frama fyri gransking í sukursjúku, varð stovnaður tann 25. september 2025

Sjúkrahúsverkið skrivar, at endamálið við grunninum er at stuðla gransking, menning og kunning, sum kann betra um viðgerð og fyribyrging av diabetes í Føroyum.

 

Tær, ið manna nevndina, eru:

 

- Lea Skaalum, forkvinna í Diabetesfelagnum

 

- Herborg Líggjasardóttir Johannesen, serlækni við diabetes sum serøki

 

- Fríða Patursson, advokatur

 

Formaður í nevndini er Fríða Patursson.