Ikki vardi tað okkum, tá boð vóru send, eftir okkara høgt elskaða abba.
Telefonin ringdi og vit fingu at vita, at abbi hevði fingið eina heilabløðing. Vit vónaðu og vónaðu, men tíðin vísti okkum, at har var eingin vegur aftur.
Tað er ringt at venja seg við góði abbi, at tú ikki ert ímillum okkum meira.
Tú vart so væl fyri – ja líka inntil...Men, tað er sum orðatakið sigur: “Eingin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldið gistir”
Tú gjørdi altíð okkurt. Dámdi so væl, at tað var reint og ordiligt rundan um teg. Tú helt garðin vakran, spulaði tún og vindeygu, tá tað trongdi til. Fóðraði smáfuglarnar og hagreiddi feskan fisk fyri okkum øll. Hvørt mánakvøld gekk leiðin heim í Undirhúsið at spæla kort – ja har vart tú trúfastur. Og tvær ferðir um vikuna, fóru tú og omma so hugagóð inn á Sýnuna til fimleik. Um heysti, tá fjøllini skuldu gangast, ja tá var abbi altíð klárur við eini hjálpandi hond. Hóast høgan aldur, kann man ikki siga, at abbi gekk fyri einki.
Samfelagið broytti seg nógv ta tíðina abbi livdi. Handakraftin sum fyrr var neyðug, fyri at fáa til dagin og vegin, bleiv avloyst av tekniskum tólum, hvar alt skuldi ganga skjótari og skjótari. Hóast hetta, var tað nakað serligt við abba, hann var altíð klárur at hjálpa og geva burturav sínari tíð.
Abbi dámdi væl at koyra bil, og vóru túrarnir nógvir inn til Miðvágs/Sandavágs Havn. Sum lítlar kunnu vit minnast, at vit elskaðu at sleppa biltúr við abba. Eisini var tað so deiligt hjá ommu, bara líka at senda abba heim at keypa, og tað gjørdi hann eisini við gleði.
Abbi og omma vóru altíð líka góð. Abbi hevði tað fyri, at hann segði nógv góð orð um ommu okkara. Rósti henni so at siga hvørja ferð, man fekk eitt prát í lag. Eisini dámdi teimum báðum sera væl at fara ein biltúr runt á oynni.
Okkara tankar eru hjá tær góða omma. Hjá tær er saknurin størstur. Má Harrin styrkja teg í hesi sváru tíð.
Ì sorgini kunnu við ugga okkum við, at abbi livdi eitt gott og langt lív saman við sínum nærmastu. Vit vóru øll líka góð við abba og hann somuleiðis við okkum. Ja, ein fyrimyndarliga góður abbi, sum vit sakna ómetaliga nógv. Eisini var abbi sera góður við øll síni langabba børn. Hetta síggja vit enn tann dag í dag. Ì heilum spyrja tey um, hvar langabbi er farin.
Vit fara at enda við hesum fáu orðum, og takka fyri tíðina, vit fingu saman við abba.
Friður verið við minninum um abba okkara Herluf S. Thomassen.
Hvíl í friði.
-----------------------------------------------
Irdi, Ketty, Hertha, Elin, Katrin og Kristina.