Ydde, sum hann vanliga var rópur, flutti saman við familjuni av Toftum inn
í Runavík í 1949.
Har hevði hann bygt sær hús, og har kom hann at vera alt lívið, til hann
nú andaðist sum ein aldrandi maður.
Av teimum, sum tá í tíðini fluttu í grannalagið í fyrstu røð út móti
vegnum, eru ikki nógvir eftir, og nú fór so Ydde.
Hann fór annars sum ungur drongur til skips og var á sjónum í fleiri ár,
m.a. sigldi hann við Expedit, Mjóvanes og Atlantsfarinum.
Men eftir at hann flutti inn í Runavíkina, hevur hann havt sína dagligu
gongd í Lynfrost, har hann hevur skorið flak síðani 1953, - fyrst við hond
og seinnu árini staðið við flakamaskinurnar, og annars gjørt alt
fyrifallandi fiskaarbeiði, heilt til hann gavst væl uppi í sjeytiárunum.
Hann treivst væl í arbeiðinum, og var hann altíð í góðari tíð um morgunin,
so hann kundi byrja arbeiðið stundisliga.
Eftir at hann var givin á Lynfrost, var hann mest heima við hús,
har hann tókst við okkurt fyrifallandi, eins og hann hugnaði um seg og
síni.
Ein vanlig bygdarmynd var at síggja Ydda á súkklu, har hann var á veg at
gera onkur ørindi, ella hann, hellandi niður á súkkluna, tók sær stundir til eitt prát.
Ydde var giftur við Ellu, og áttu tey 8 børn: Jóhannus, Hilmar, Ragnhard, Sólrun, Ruth, Hanna, Julianna og Fríðbjørg.
Ella doyði fyri nøkrum árum síðani, og nú doyði so Ydde, og við teimum
báðum, er ein kend bygdarmynd ikki millum okkum meira.
Vit minnast tey við virðing.
Skyldmaður