Gerda var ættað av Nesi á Toftum. Foreldrini vóru Kristianna og Mads Nesá – fyrr Hansen.
Gerda var fimta barnið av einum systkinaflokki upp á tíggju. Sum blaðung kom hon til Fuglafjarðar, har hon fann sær mann. Kaj er sonur Mariu og Hans, Eiðis-Hans. Tey búsettust í barnaheiminum hjá Kaj, har tey komu at hava tað sera gott. Gerda bleiv væl móttikin av verðforeldrunum, og hon var eisini góð við tey.
Gerda og Kaj fingu fýra børn: Maria, fødd í 1971, býr í Danmark. Kristianna, fødd í 1972, býr í Havn, Harda, fødd í 1973, býr í Australia og Mads Helgi, føddur í 1977 og býr í Havn. Ommu- og abbabørnini eru ellivu í tali.
Góða Gerda. Ringt er at skilja at tú ikki ert ímillum okkum meira. Væl vistu vit, at tú bart upp á eina álvarsliga sjúku, men at tað skuldi ganga so skjótt, varnaðust vit ikki. Fyri bert einum ári síðan, fóru tit niður til Danmark at halda jól saman við Mariu og familju hennara. Heimafturkomin segði tú at tú ikki hevði havt tað so gott á jólum. Fýra vikur eftir hetta – fyrst í februar – fekst tú tey tungu boðini um hvat tær feilti. Vit í bindiklubbanum sóðu teg ikki aftur fyrr enn aftan á summarsteðgin. Síðan vart tú hvørt kvøld, líka til fyrst í november, og júst hetta seinasta kvøldið steðgaði tú longri á enn tú hevði gjørt, síðan tú bleivst sjúk. Tá royndi tú at binda tær jólagávur, sum tíni skuldu fáa. Ikki varnaðust vit at bert fimm vikur eftir hetta kvøldið, vart tú farin foldum frá.
Hóast tú ikki vart eldri enn vit, høvdu vit teg sum eina fyrimynd. Tú vart altíð góð í ráðum, bæði viðvíkjandi heimi, og tí góða mati tú borðreiddi við. Vit øll, sum kendu teg, vistu hvussu gott tú ynskti at síggja út, altíð líka snøgg og føgur á at líta. Sjálvt um tú vart sjúk, hevði tú ikki mist stoltleikan.
Tað var altíð so hugnaligt at koma inn í heim tykkara – heitt og fjálgt – tú byrjaði at pynta uttan fyri við livandi ljósum og blómum fyri okkum á veg niðan at húsunum. Hatta var bara tú, góða Gerda, tú vart altíð so umhugsin. Skuldu vita fara ein túr við bindiklubbanum, vart tú altíð klár, kvik og røsk sum fáur. Tað verður eitt stórt tómrúm eftir teg nú árið 2012 og bindiklubburin byrjar aftur. Tankarnir leita aftur til tín. Vit vónaðu og bóðu um at tú skuldi gerast frísk, men soleiðis skuldi tað ikki blíva. Sum tú einafer segði, tá tú misti ein av tykkara: “Tað fellur ikki ein spurvur til jarðar, uttan tað er Guds vilji.”
Góði Kaj. Vit hugsað eisini nógvv um teg og tíni. Vit vistu hvussu nógv tit høvdu at týða fyri Gerdu, og hon fyri tykkum. Má Jesus pápi styrkja tykkum í hesi sváru tíð.
Ærað verið minnið um okkara góðu vinkonu.
----------------------
Bindiklubburin / Ebba, Rosith, Birita, Jonny og Malan