búskapargrunn fyri tingið fyri einum ári síðani. Tað innibar, at serinntøkur frá einskiljingum og møguligar oljuinntøkur skuldu setast í grunnin. Tann norski búskapargrunnurin verður ofta tikin fram sum [...] krevja nógvar pengar at loysa beint her og nú, ikki fáa nóg stóra játtan, av tí at peningurin ístaðin verður settur í búskapargrunnin. Gerhard Lognberg segði við Rás 2 í gjár, at hann óttaðist fyri, at pengar
Nú havi eg verið partur av vinnunevndini alla tíðina, frá eg kom í tingið til nú eg, av ymiskum orsøkum, valdi Rættarnevndina. Tann vinninevndin, ið sat tey seinastu 4 árini, gjørdi stórar broytingar nettupp [...] kenni einki til hesa yvirlýsing. Helst havi eg ikki verið á fundi, tá hetta er viðgjørt. Tá sagt verður, at “Atlansfarið” og “Saksaberg” ikki skulu hava kvotu, tí hugsast kann at teir fara at selja, ja [...] felagskvota og har hevur onkur misskilt okkurt. Tú kann ikki spekulera í felagskvotum, so tað sum sipað verður til at “Atlansfarið” og “Saksaberg” fara at spekulera og selja, tað er ikki so. Eg eri ógvuliga
framt, eins og veljarin fer at spyrja seg sjálvan um hann heldur at brúk er fyri nýggjum hugsjónum á tingið. Eg vóni, og vænti, at veljarin tann 19. januar hugsar seg væl um, og hevur tikið støðu til t. d [...] skulu gjalda rokningina uppa uml 70 milliónir. Vónandi hugsar veljarin eisini um hvørjar íløgur rúm verður fyri framyvir við so stórari skuld !?- var skattalættin til tey hægstløntu ílagið ??- var tað ílagið [...] vit fáa ein yvirskipaðan politik í Føroyum, og ikki kostnaðarmiklar her og nú loysnir?- at arbeitt verður fram ímóti at betra um umstøðurnar hjá føroysku familjunum, soleiðis at børnini, sum eru okkara størsta
Higar til dags eru tað bara einstakir flokkar, ið hava borið uppskot í tingið, sum hava við framtíðarstøðu Føroya at gera. Hesaferð er tað eitt samlað landsstýri - tí kunnu vit loyva okkum at taka málið [...] enn kávalótir. Nógv áhugaverd sjónarmið koma uttan iva fram, áðrenn 1. viðgerðin einaferð í dag verður liðug. Men, sum vit á hesum stað fleiri ferðir hava nevnt fyrr, so bendir nógv á, at vit fáa ein [...] nýggjan sáttmála Danmarkar og Føroya millum. Úrslitið - ella miðloysnin, kann verða hon, at hetta verður innan fyri ríkisfelagsskapin - umenn kanska í øðrum líki?
teirri grundgeving, at tað ikki er rætt av nevndini at veita eykajáttanir - tí slíkar skula fyrst fyri tingið - og so er tað eisini eitt tekin við fremstafingri til landsstýrismenn og stovnsleiðarar um at halda [...] ábyrgdarloysi ella eitt hendiligt óhapp, at sjónvarpið er komið soleiðis fyri, sum tað er. Sagt verður, at eydnuspælið hevur givið minni í kassan, eins og aðrar inntøkur hava svikið. Sjónvarp er dýrt [...] neyðugu pengarnar, so starvsfólk fólkaskúlans eru før at røkja uppgávuna, teimum er álagt. VÓNANDI verður óhepna støða sjónvarpsins avgreidd við neyðugum skilvísi.
tá hann sigur, at málið liggur hjá Løgtinginum. Tingið hevur avgreitt málið, og tað er landsstýrið sum útinnandi vald skal síggja til, at kanningin verður gjørd og at alt fer rætt fram. TÁ tað er sagt, [...] fyri framhaldandi at hava Den Danske Bank sum klient. Móti hesum stendur ein føroysk kanning, sum verður gjørd eina einastuferð. Ivi er sáddur um trúvirðið í kanningini, og tann spurningurin má greiði fáast
Djóni Nolsøe Joesen, landsstýrismaður, hevur lagt fyri tingið lógaruppskot, sum skal minkar næmingatalið í flokkunum í fólkaskúlanum úr í mesta lagi 24 til í mesta lagi 20. Í 2023 varð álit handað lan [...] einstaka flokkinum, soleiðis at henda sampakkar við nøktandi tíð til tann einstaka næmingin. Mælt verður m.a. til í álitinum, at næmingatalið ikki fer uppum 20 næmingar. – Trivnaðarkanningin, sum var a [...] sigur Djóni Nolsøe Joensem. – Við at seta inn og geva møguleika fyri at minka um floksstøddina, verður fyrsta stig tikið til at tryggja tí einstaka næminginum betri úrtøku frá tíðini í fólkaskúlanum,
Tað verður arbeitt við at gera broytingar. Nakrar vóru gjørdar seinasta heyst, har hækkaði inntøkukravið munandi fyri at fáa familjusamanføring. – Nú verður so lóg um integratión løgd fyri tingið í heyst
valdømi. Tað kemur ikki upp á tal, at eitt slík uppskot verður samtykt í tinginum, uttan at samgongan fyrst er samd um at bera málið niðan í tingið. At Edmund Joensen er heitur talsmaður fyri uppskotinum [...] føroyskur politikkur kann tó ikki gerast reinur sjónleikur. Samgongan ræður Undir øllum umstøðum verður tað ikki andstøðan, sum kemur at leggja eitt slíkt mál fram, og sambært spurnarrundini hjá høvuð
semingsuppskotinum, ella at løgtingið leggur uppí og ger semingsuppskotið til lóg- ella at onnur semja verður funnin Ellintur Abrahamsen leggur dent á, at Starvsmannafelagið hevur altso góðtikið semingsuppskotið [...] Hinvegin fingu arbeiðarafelagið 0,8% í mai mánaða, men Starvsmannafelagið skuldi fáa 1% frá oktober. Og verður alt talt saman og rokna um, man ómetaliga lítil munur verða á. Men so hevur landsstýrið gloymt at [...] Og tað hevur Fíggjarmálaráðið alla skyldina av, leggur hann afturat. Annars hevur ljóðað, at legði tingið uppí so fara Skipara-og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið at leggja arbeiðið niður í 24 tímar