Djóni Nolsøe Joesen, landsstýrismaður, hevur lagt fyri tingið lógaruppskot, sum skal minkar næmingatalið í flokkunum í fólkaskúlanum úr í mesta lagi 24 til í mesta lagi 20. Í 2023 varð álit handað landsstýrismanninum um broytingar í fólkaskúlalógini, umframt at úrslit frá einari trivnaðarkanning vóru almannakunngjørd.
Í viðmerking til lógaruppskotið vísir landsstýrismaðurin á, at í álitinum sæst m.a., hvussu stóran týdning tað hevur, at vit hava eina skipan, sum tekur nøktandi atlit at støddini á tí einstaka flokkinum, soleiðis at henda sampakkar við nøktandi tíð til tann einstaka næmingin. Mælt verður m.a. til í álitinum, at næmingatalið ikki fer uppum 20 næmingar.
– Trivnaðarkanningin, sum var almannakunngjørd, vísti tíverri, at trivnaðurin millum børnini í føroyska fólkaskúlanum ikki er vorðin betri, men heldur hevur gongdin verið hinvegin, t.e. at trivnaðurin er versnaður. Hvat trivnaði viðvíkur eru tað óivað nógvir faktorar sum spæla inn, men tó má ásannast, at nøktandi tíð frá tí vaksna til tann einstaka næmingin eisini kann vera við til betran av trivnaðinum, sigur Djóni Nolsøe Joensem.
– Við at seta inn og geva møguleika fyri at minka um floksstøddina, verður fyrsta stig tikið til at tryggja tí einstaka næminginum betri úrtøku frá tíðini í fólkaskúlanum, og væntandi kemur hetta átak eisini at betra um trivnaðin hjá børnunum, sigur hann.
Ætlanin er eisini í komandi ári at gera aðrar broytingar, sum kunnu stuðla upp undir betri trivnaði hjá bæði børnum og teim vaksnu, sum hava sítt yrki innan skúlagátt, umframt at betra úrtøkuna hjá tí einstaka næminginum. Hetta væntast at vera gjørt við eitt nú at hyggja nærri at flokslæraraskipanini, longdini á skúladegnum, tíma- og lærugreinabýtinum og møguleikanum fyri at víðka um núverandi tvílæraraskipan, ið nú fevnir um 1. og 2. flokk, til eisini at fevna um 3. flokk.
– Við støði í omanfyri standandi snýr henda broyting seg einans um at minka floksstøddina frá 24 næmingum í hvørjum flokki niður á 20 næmingar, men er hetta bert fyrsta stig á leiðini móti einum enn betri fólkaskúla, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.