Nú havi eg verið partur av vinnunevndini alla tíðina, frá eg kom í tingið til nú eg, av ymiskum orsøkum, valdi Rættarnevndina.
Tann vinninevndin, ið sat tey seinastu 4 árini, gjørdi stórar broytingar nettupp fyri at fara forða spekullatión. Eg kann tildømis nevna ta størstu broyting. Tú hevur ikki loyvi at selja dagar, um tú ikki hevur fiskað 60% av døgunum ári fyri.
Tú kann ikki keypa útróðrarbátar nú og leggja teir saman. Tildømis var vanligt at keypa 20 tonsarar, sum áttu dagar á Føroya Banka og leggja teir saman við línuskipum.
Tú kann ikki selja ímillum trol og húk. Hetta eru stórar broytingar, so kunnu fólk vera samd ella ósamd.
Tað, sum fekk meg at skriva hesar viðmerkingar sum eitt positivt íkast. Eg síggi at flokkurin hjá mær er úti við einari yvirlýsing, har vit mótmala býti av svartkafti. Á myndini sum fylgir við tekstinum siti eg einsamallur á eini mynd og kann tað virka sum tað eri eg, sum eri arkitekturin til yvirlýsingina. Tað er ikki so, eg kenni einki til hesa yvirlýsing. Helst havi eg ikki verið á fundi, tá hetta er viðgjørt.
Tá sagt verður, at “Atlansfarið” og “Saksaberg” ikki skulu hava kvotu, tí hugsast kann at teir fara at selja, ja so má eg, sum nú fyrrverandi vinnunevndarlimur, viðmerkja at svartkjaftakvotan er felagskvota og har hevur onkur misskilt okkurt. Tú kann ikki spekulera í felagskvotum, so tað sum sipað verður til at “Atlansfarið” og “Saksaberg” fara at spekulera og selja, tað er ikki so.
Eg eri ógvuliga hugstoyttur og keddur av, at nakar hevur ilt av, at eitt skip úr Miðvági sleppur at fiska, so tit sum eiga “Atlansfarið”, eg gleðist um, at tit eru blivnir partur av hesum ríkidømi. Tí Vágoyggin hevur ikki spunnið gull av svartkjaftakvotuni.
So til seinast ynski eg øllum tí føroyska flotanum alt tað besta í hesum nýggja árinum sum liggur fyri framman, tykkara partur at bera hetta land liggur ikki eftir.
Við javnaðarkvøðu.