TAÐ ljóðar heilt løgið, at løgmaður, Edmund Joensen, ikki nevndi, at
ivi hevur tikið seg upp um ógegnið hjá formanninum og skrivaranum í
bankakanningini, tá hann hevði fund við forsætisráðharran
mánadagin.
MEN ígjár skuldi løgmaður so góðtaka ella vraka eitt skriv, sum Eilif
Samuelsen, varaløgmaður, hevur skrivað til stjórnina, eftir at
føroysku eygleiðararnir hava boðað landsstýrinum frá, at teir møta
ikki aftur, fyrr enn greiða er fingin á hesum týðandi máli.
HEVÐI løgmaður skula avgjørt, hvat hendi í hesum máli, hendi einki.
Hann vildi upprunaliga slettis ikki hava nakra kanning. Síðani
noyddist hann at boyggja seg fyri Løgtinginum, sum vildi hava alt
bankamálið kannað.
UMFRAMT at løgmaður er trekur í hesum máli, fer hann eisini
skeivur, tá hann sigur, at málið liggur hjá Løgtinginum. Tingið hevur
avgreitt málið, og tað er landsstýrið sum útinnandi vald skal síggja til,
at kanningin verður gjørd og at alt fer rætt fram.
TÁ tað er sagt, skal leggjast afturat, at talan er ikki bara um ógegnið
hjá skrivaranum hjá kanningarnevndini, sum Kári D. Petersen,
advokatur, sigur í Sosialinum. Spurningurin er nevniliga, um
formaðurin í kanningarnevndini, Bjørn Grønborg, er ógegnigur ella
ikki.
EFTIR lógini skuldi formaðurin í kanningarnevndini ikki bara vera
ógegnigur, men hann skuldi vera óvildugur - eins og ein dómari!
OG tað er vissuliga ein spurningur, um Bjørn Grønborg er óvildugur,
tá ein advokatur á somu advokatskrivstovu hevur við eitt mál hjá Den
Danske Bank at gera. Talan er um heilar 20 mill. kr. Sjálvandi vil
advokatskrivstovan vinna hetta mál. Samsýningin fyri hetta mál fer í
sama kassa, sum bæði Mikael Rekling og Bjørn Grønborg fáa løn úr.
SJÁLVANDI vil henda advokatskrivstova, sum Grønborg er eigari í,
vinna hetta mál. Partvíst tí at peningur kemur í kassan, partvíst fyri at
varðveita eitt gott umdømi og partvíst fyri framhaldandi at hava Den
Danske Bank sum klient. Móti hesum stendur ein føroysk kanning,
sum verður gjørd eina einastuferð. Ivi er sáddur um trúvirðið í
kanningini, og tann spurningurin má greiði fáast á beinanvegin!