Avbjóðing við nógvum útlendingum í Føroyum

Føroyska útlendingarlógin er tann sama, sum var galdandi í Danmark í 2001, sjálvt um hon er broytt fleiri ferðir í Danmark síðani tá.

Útlendingamál fara at fylla rímuliga nógv í orðaskiftinum í næstum. Tað kemur rættiliga nogv útlendsk arbeiðsmegi til Føroyar í løtuni, og tey hava eisini rætt til familjusamanføringar. Tað vil siga, at talið av útlendingum, sum kemur til Føroyar, er so mikið stórt, at tað er farið at skapa okkum ávísar avbjóðingar.

 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í samrøðu við ólavsøkublaðið hjá Sosialinum, har hann vísir á, at tað sum hevur stóran týdning er, at vita taka væl ímóti teimum, sum koma til Føroya, og megna tað.

 

– Og um tað koma ov nógvir útlendingar til Føroya, so er vandi fyri, at vit ikki megna at integrera tey. Tað verður arbeitt við at gera broytingar. Nakrar vóru gjørdar seinasta heyst, har hækkaði inntøkukravið munandi fyri at fáa familjusamanføring.

 

– Nú verður so lóg um integratión løgd fyri tingið í heyst, og so er arbeiðið farið í gongd, har vit fara at endurskoða alla útlendingarlógina, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Útlendingarlógin, sum er galdandi í dag, er tann sum var galdandi í Danmark í 2001, sjálvt um hon er broytt fleiri ferðir í Danmark síðani tá.

 

Við Fasttrack skipanini hava vit fingið so stóra tilflyting, at tað kann vera so øgiliga skjótt, at vit missa tamarhaldið á støðuni og ikki megna at integrera tey, sum koma, vísir løgmaður á. Hann veit væl, at vinnan hevur tørv á hesi arbeiðsmegini.

 

– Men tá tey missa arbeiði, so eiga tey sum útgangspunkt at fara av landinum, men tey hava møguleika at fáa alla familjuna við til Føroya í dag, um tey hava eina ávísa inntøku.

 

– Vit mugu tí hyggja eftir, hvussu vit kunnu hava meira tamarhald á hvussu nógv fólk  koma til Føroya, soleiðis at vit megna at taka væl ímóti teimum, sum koma til Føroya – og fáa tey integrerað, heldur enn at fáa ov nógv, so vit ikki megna at fáa tey integrerað í samfelagið.

 

– Hetta er eitt stórmál, sum hevur stóran týdning at vit gera rætt, sigur Aksel V. Johannesen.