John William Joensen, Formaður í Norðoya Sambandsfelag
Tað kann ikki koma upp á tal, at 16 tilvildarligir tinglimir sleppa at kollvelta føroysku valdømisskipanina beint undan einum løgtingsvali.
Uttan at fara í smálutir við tí, sum ein kann meina um føroysku valskipaninna, so má eg harmast um, at løgtingsformaðurin í allari sínar tygn ikki longur hevur samband við okkum, sum dagliga húsast úti í valdømunum kring um í Føroyum.
At høvuðsstaðarmiðil hevur hegni til at fáa eina góða yvirskrift, kann eingin taka sær nær - men føroyskur politikkur kann tó ikki gerast reinur sjónleikur.
Samgongan ræður
Undir øllum umstøðum verður tað ikki andstøðan, sum kemur at leggja eitt slíkt mál fram, og sambært spurnarrundini hjá høvuðsstaðarmiðlinum eru einans níggju av 21 samgongulimum fyri at gera Føroyar til eitt valdømi.
Tað kemur ikki upp á tal, at eitt slík uppskot verður samtykt í tinginum, uttan at samgongan fyrst er samd um at bera málið niðan í tingið.
At Edmund Joensen er heitur talsmaður fyri uppskotinum er ikki so løgið, tí hann er einasti føroyski løgmaðurin, sum bleiv koppaður av sínum egna veljarafelag.
Leita vit so her norður til Karsten Hansen - so er hann einasti norðoyatingmaðurin, sum vil avtaka umboðan norðoyinga á tingi.
Hetta sigur okkum nokkso nógv um, hvørjar møguleikar norðoyatingmaðurin metir seg sjálvan hava at verða afturvaldur, nú hann so bráddliga gjørdist Jenisarmaður.
Fólkið eigur at tala
Skulu Norðoyggjar avtakast sum eitt valdømi, so eigur tað at verða gjørt, um fólkið, sum her býr vil tað.
Minsta kravið er, at politikkarar ella flokkar taka hetta evnið við í valskránna til eitt komandi løgtingsval. So kunnu veljarar stuðla teimum, sum eru fyri ella ímóti.
Tað kann ikki vera rætt, at fólkið als ikki sleppur at siga sína hugsan í einum so tíðandi málið, sum okkara valskipan jú er.
Politikkur eigur ongantíð at gerast sjónleikur - men fyri tað skulu fjølmiðlarnir hava loyvi til framhaldandi at fáa skemtiligar søgur burtur úr skiftandi meiningunum hjá politikarunum.










