Vónandi fer veljarin eisini at hugsa soleiðis til valið 19 januar. Vónandi fara tankarnir at leita aftur á hvørjir batar undanfarna samgonga hevur framt, eins og veljarin fer at spyrja seg sjálvan um hann heldur at brúk er fyri nýggjum hugsjónum á tingið.
Eg vóni, og vænti, at veljarin tann 19. januar hugsar seg væl um, og hevur tikið støðu til t. d.
- var tað ílagið at Miðnámsskúlin bleiv fluttur úr Vági, aftaná at uml 10 milliónir vóru brúktar til útgrevstur og annað ??- var tað ílagið at lovaða ellisheimið vit skuldu “fáa” saman við økisdeplinum fyri sinnisveik ikki bleiv til nakað ??- var tað ílagið at miðnámsskúlin, sum landi skuldi bera kostnaðin av, skuldi flytast fyri eitt røktarheim kommunurnar sjálvar skuldi gjaldað, soleiðis at borgarirnir í kommununum skulu gjalda rokningina uppa uml 70 milliónir. Vónandi hugsar veljarin eisini um hvørjar íløgur rúm verður fyri framyvir við so stórari skuld !?- var skattalættin til tey hægstløntu ílagið ??- var tað ílagið við mátanum Føroya Banki bleiv privatiseraður uppá?
- var handfaringin av uttanrikispolitisku heimildarlógini ílagið??- eru fólkaskúla og miðnámsskúlaviðurskiftini ílagið í Føroyum?
Heldur tú, sum eg, at Føroyska samfelagið hevur brúk fyri ørðvísi hugsanum, so havi eg nøkur boð uppá hvat eg meti vera umráðandi at arbeiða fram ímóti?- at politiskar raðfestingar vera gjørdar í langtíðarætlanum, soleiðis at vit fáa ein yvirskipaðan politik í Føroyum, og ikki kostnaðarmiklar her og nú loysnir?- at arbeitt verður fram ímóti at betra um umstøðurnar hjá føroysku familjunum, soleiðis at børnini, sum eru okkara størsta tilfangið fáa betri sømdir
- at vit fáa ein yvirskipaðan útbúgvingarpolitik?- at okkara eldri borgarir fáa høvi til sjálvi at avgera hvussu tey vilja liva ellisárini, við tí hjálp tey hava fyri neyðini, sjálvandi?- at fremja batar á umhvørvisøkinum?- at fyribyrging og heilsfremjan vera raðfest frammaliga á heilsuøkinum?- at trygd og tilbúgving vera styrkt munandi
Nógv annað kundi verið at arbeitt við, hetta eru bert dømi 19 januar hevur tú møguleikan at siga tína hugsan!
Gott nýggjár