Kunnu bara gera semingsuppskotið til lóg

Leggur Løgtingið uppí arbeiðsósemjuna, kunnu teir bara gera eitt og tað er at gera semingsuppskotið til lóg, sigur formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum

Arbeiðsósemja og samferðsla

 Eg havi altíð verið ímóti, at løgtingið leggur seg út í ósemjur á arbeiðsmarknaðinum. Men hesuferð haldi eg, at løgtingið skuldi lagt uppí-og gjørt semingsuppskotið til lóg.
Ellintur Abrahamsen er formaður í Skipara- og navigatørfelagnum og hann heldur, at kunnu partarnir ikki semjast og Løgtingið leggur upp í, kann tað bara gera eitt og tað er at gera semingsuppskotið til lóg.
 Tað er bara ein máti at sleppa undan eini kreppu og tað er at, landsstýrið tekur undir við semingsuppskotinum, ella at løgtingið leggur uppí og ger semingsuppskotið til lóg- ella at onnur semja verður funnin
Ellintur Abrahamsen leggur dent á, at Starvsmannafelagið hevur altso góðtikið semingsuppskotið, men at tað er fíggjarmálaráðið, sum hevur vrakað tað.
 Tað er allur munurin. Tað er Fíggjarmálaráðið sum gjørdi eitt stórt mistak við at vraka semingsuppskotið og tí er onki at gera,uttan at seta tað í gildið.
Semingsuppskotið gav Starvsmannafelagnum eina lønarhækking upp á 1% í eitt ár.
 Landsstýrið heldur, at tað er ov nógv. Kanska vildi landsstýrið heldur havt, at lønarhækkingin var 0,8%, tí so svaraði hon til tað, sum arbeiðarafeløgini fingu tað fyrsta árið.
 Sostatt er tað 0,2%, sum skilir partarnar. Hinvegin fingu arbeiðarafelagið 0,8% í mai mánaða, men Starvsmannafelagið skuldi fáa 1% frá oktober. Og verður alt talt saman og rokna um, man ómetaliga lítil munur verða á.
 Men so hevur landsstýrið gloymt at rokna við allari inntøkuni, sum verkafólk kring landið hava mist, serliga á fiskavirkjum, tí virkini í útjaðaranum fáa ikki keypt fisk. Og tað svarar til nógv meiri enn 0,2%, sigur Ellintur Abrahamsen.
 Og tað hevur Fíggjarmálaráðið alla skyldina av, leggur hann afturat.
Annars hevur ljóðað, at legði tingið uppí so fara Skipara-og Navigatørfelagið og
Maskinmeistarafelagið at leggja arbeiðið niður í 24 tímar?
Ellintur Abrahamsen vil bara svara fyri navigatørarnar og har hevði tann spurningurin ikki verið umrøddur. Annars heldur hann ikki, at tað gevur nakra mening.