hevur í løtuni farloyvi hagani, nú hann gongur á Handilsháskúlanum í Århus. Hann er nú komin til Føroyar í summarfrí og verður her til fyrst í september, tá skúlin byrjar aftur. - Tað er gott at vera í Føroyum [...] bátur sum hevur eini 20 ár á baki treingir sjálvandi til smærri umvælingar. - Í dag geri eg bert okkurt smávegis viðlíkahald, sigur hann. Tað er nakað síðani at teir seinast vóru á floti. Men hann og pápin [...] sum honum dámar sera væl í Føroyum er møguleikin at arbeiða í bátinum, og ikki minst, tá hann sleppur á flot. Í bátahylinum eru góðar umstøður hjá bátunum at liggja kyrt. Og her er so at siga altíð onkur
STARVSVENJING Seinastu fjúrtan dagarnar hevur Birita Poulsen verið á starvsvenjing á Sosialinum. 15 ára gamla Birita gongur til dagligt í Eysturskúlanum í Havn ? í 9.d. Bústað hevur hon í Hoyvík, men í [...] Birita, at hon ógvuliga fegin vildi royna, hvussu hetta arbeiði var. Hon vildi fyrst av øllum sleppa á Sosialin. Birita hevur ætlanir um at fara í tíggjunda flokk komandi skúlaár. Har er møguleiki at velja [...] sindur longri, tí eg tími ikki so væl í skúla aftur. Men nú er heystfrítíð, so tað er ikki so bítt, tí skúlin má bíða eina viku, sigur Birita. Hinar genturnar í flokkinum hava verið í starvsvenjing í onkrum
eigur at vera mint á, at ÍSF og tess limafeløg gera eitt stórt og ómetaliga týdningarmikið arbeiði, ið hevur uppiborið allan hugsandi politiskan og moralskan stuðul. Vit hava eisini fyrr á hesum stað nevnt [...] heilsuna. Ein stórur vandi fyri fólkaheilsuna er royking hjá teimum ungu. Á hesum øki eiga foreldur og samfelag at samstarva. Her hevur skúlin eina sera stóra ábyrgd, men politikkararnir hava ikki minni ábyrgd [...] n um ábyrgdina av fólkaheilsuni snýr seg um annað og meira. Tað ber ikki til at leggja alla ábyrgd á politkkarar, skúla og ítrótt. Tann einstaki hevur ábyrgd av egnari heilsu, og framum alt so hava foreldur
Hetta er veruleikin tú kemur til, tá ið tú sært, at einki er avsett á fíggjarætlanini til útbygging av Almanna og Heilsuskúla á Tvøroyri. Næmingarnir verða raktir Tey, sum hava áhuga í hesari útbúgving [...] starvsfólki í Føroyum ikki er fullfíggjað. Tvøroyrar kommuna Tvøroyrar kommuna heitti 17. september 2001 á fíggjarnevndina um at seta kr. 750.000 av til kanningar og projektering og 1 mill til byrjan av bygging [...] fyri 2002, tí har er einki sum helst avsett til projektering ella bygging av Almanna og Heilsuskúla á Tvøroyri. At kommunan verður hildin fyri gjøldur kunnu vit liva við, men at næmingarnir skulu verða
sleppa at falla í vanrøkt, tí ein ætlar at brúka pengar upp á onnur øki eitt nú Klaksvíkar Havn og skúlan. Sjálvandi skulu vit sygja fyri at skúlin verður gjørdur liðugur so skjót sum tilber, men hetta kann [...] bjóða seg fram til býráðsvalið, má eg siga at tað tykist ikki mark vera fyri hvat verður lovað. Bæði á sosiala, mentunarliga og vinnuliga økinum skulu útbyggingar gerast fyri 10 tals milliónir, hóast vit [...] slíkum loysnum. Nei ? her er umráðandi at vit velja eina miðloysn. Vit eiga at meta um tann tørv sum er á teim ymsu økjunum (barnaansing, skúlamál, trivnaðarmál og annað) og so finna eina miðloysn soleiðis
vóru allir samdir um, at útbyggingin er neyðug, tí skúlin, sum hann er í dag, er illa fyri hvat serstovum viðvíkur. Hetta bøtir fyrsta byggistig upp á og allir býráðslimirnir vóru samdir um at farast skuldi [...] Í blaðnum í gjár skrivaðu vit um ætlanirnar at byggja út skúlan í Fuglafirði. Henda ætlan var fyri á býráðsfundi týskvøldið og har samtykti býráðið at fara undir fyrsta byggistig av ætlanini. Eisini varð [...] sum hon er, er mett at kosta góðar 50 mió. krónur, og tað voldi eisin til eitt sindur av orðadrátti á fundinum. Einki áramál var sett fyri samlaðu útbyggingina og niðurstøðan hjá býráðnum var, at tað var
tríggjar sjálvstøðugar skúlar, hóast teir liggja á sama staði? - Nei nei, sanna dagsskráin er at kollvelta núverandi skipan. Handilsskúlin og Tekniski Skúlin eru orienteraðir móti vinnuni, og tað er stud [...] studentaskúla í Marknagili. Tað er greiða niðurstøðan, eftir at Sosialurin hevur spurt allar flokkar á tingi um teirra støðu til framtíðar lagnuna hjá nógv umstrídda studentaskúlanum í Hoydølum. Sambært [...] Deildini fyri almanna- og arbeiðsheilsu, Brunaumsjón Landsins og Teknologisk Institut í Danmark er skúlin so niðurslitin, at hann verður skírdur at vera óegnaður og beinleiðis hættisligur at hýsa eini 600
løtuni bygdir í Havnini, skúlin á Fløtum og Musikkskúlin. Eftir avdúkingarnar í Vikuskiftissosialinum um fukttrupulleikarnar á Boðanesheiminum, í skúlanum við Løgmannabreyt, í skúlanum á Argjahamri og í Fimi [...] størsti trupulleikin, er at fuktur kann elva til skaða á bygningslutir og -konstruktiónir og at hetta kann stytta um livitíðina. Er fuktur til staðar á skeivum stað, kann hetta elva til eitt nú óynskta tæring [...] í konstruktiónini, ið ávirkar styrkina á konstruktióni. - Tá talan er um sopp, so finnast mong ymski sløg. Um talan er um eitt nú húsasopp, so ger hesin skaða á træðið og niðurbrýtur tað. Er talan um blámusopp
tí vit eru ikki saman, men alla tíðina á ferð ímillum bygningar, har vit undirvísa. Tað siga Hjørdis Heindriksdóttir og Katrin Gullbein, álitisfólk í Skúlanum á Fløtum, í Skúlablaðnum, sum kemur í morgin [...] fram, heldur samanlagdi skúlin til í seks bygningum, sum eru spjaddir um allan býin. Spyrt tú álitisfólkini í báðum skúlunum, so er hetta tann størsta avbjóðingin. - Alt riggar væl á pappírinum, men í ve [...] veruleikanum fer samansjóðingin av skúlunum ikki fram, tí lærararnir eru alla tíðina á ferð. Onkur lærari undirvísir sama dag í trimum bygningum og skal flyta seg úr einum enda í býnum í hin. Vit hava ikki
bygdur á Skálatrøð. Tað váttar Helena Dam á Neystabø, býráðslimur í Havn og forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð. Síðani avgerðin varð tikin um at nýggi Tjóðpallur Føroya skuldi byggjast á Skálatrøð [...] Helena Dam á Neystabø sigur, at endalig avgerð verður tikin í næstum, men at tað er alt, sum bendir á, at undirtøka verður fyri at flyta hann, og at tilmælið sostatt verður at byggja hann á Skálatrøð. [...] við Norðurlandahúsið, men síðani varð hann fluttur út á Landavegin. Og nú verður hann so fluttur enn einaferð, hesa ferð oman á Skálatrøð. Helena Dam á Neystabø sigur, at eitt, sum eisini talar fyri at flytra