Oddagrein: Rørsla og fólkaheilsa

Tað er royndur lutur, at okkurt er um at gerast galið við fólkaheilsuni. Føroyingar viga ov nógv, og er hetta kanska serliga galdandi fyri yngri fólk. Tað skal ikki nógvur serkunnleiki til at sláa fast, at henda gongd er vandmikil fyri fólkaheilsuna. Lagt kann verða afturat, at henda gongd ikki bara kann staðfestast í Føroyum, men er eitt eyðkenni fyri allan tann framkomna heimin. Tað, vit nevna lívsstílssjúkur gerast alt meira vanligar í hesum parti av heiminum. Strongd, vánaligur matur og ov lítil likamlig rørsla eru ivaleyst aðalatvoldirnar til henda ringa stand.

Tað er tí í tøkum tíma, at rópt verður eitt varskóð, so gongdin kann vendast, meðan enn er vendandi. Spurningurin er so hvør, ið hevur ábyrgdina av, at nakað verður gjørt til tess at venda gongdini. Tað er so einfalt at svara: ítróttin og skúlarnir. Sjálvandi hava ítróttin og skúlarnir eina sera stóra ábyrgd, og í hesum sambandi kann ábyrgdin so eisini bendast til teir myndugleikar, ið hava politisku ábyrgdina av hesum. Tað kann skjótt sláast fast, at alt ov lítið verður gjørt frá myndugleikanna síðu í hesum høpi. Rørsla eigur at gerast ein nógv meira sjónligur og fastur táttur í øllum skúlum. Stuðulin til ítróttina eigur at verða nógv øktur, samstundis sum ÍSF eigur at leggja seg eftir at bøta um fólkaheilsuna. Í hesum sambandi eigur at vera mint á, at ÍSF og tess limafeløg gera eitt stórt og ómetaliga týdningarmikið arbeiði, ið hevur uppiborið allan hugsandi politiskan og moralskan stuðul. Vit hava eisini fyrr á hesum stað nevnt, at okkara fótbóltslandslið í so máta kundi verið ein ambassadørur fyri føroysku fólkaheilsuni eisini.

Men spurningurin um ábyrgdina av fólkaheilsuni snýr seg um annað og meira. Tað ber ikki til at leggja alla ábyrgd á politkkarar, skúla og ítrótt. Tann einstaki hevur ábyrgd av egnari heilsu, og framum alt so hava foreldur eina stóra ábyrgd áv heilsuni hjá teirra børnum. Tað er umráðandi at vekja áhugan hjá børnum og ungum fyri ítrótti og at fáa tey at skilja týdningin av rørslu fyri heilsuna. Ein stórur vandi fyri fólkaheilsuna er royking hjá teimum ungu. Á hesum øki eiga foreldur og samfelag at samstarva. Her hevur skúlin eina sera stóra ábyrgd, men politikkararnir hava ikki minni ábyrgd. Tað verður gjørt alt ov lítið frá almennari síðu til tess at upplýsa og fyribyrgja. Her má vend koma í.

Sosialurin