Alt riggar væl á pappírinum

- Samansjóðingin av lærarum fer ikki fram í gerandisdegnum, tí vit eru alla tíðina á ferð millum bygningar.

- Nógvir lærarar hava gjørt vart við seg, men tað eru teir givnir við, tí teir fáa einki svar, siga álitiskvinnurnar.

- Samansjóðingin av okkum lærarum fer ikki fram í gerandisdegnum, tí vit eru ikki saman, men alla tíðina á ferð ímillum bygningar, har vit undirvísa.

Tað siga Hjørdis Heindriksdóttir og Katrin Gullbein, álitisfólk í Skúlanum á Fløtum, í Skúlablaðnum, sum kemur í morgin.

- Avbjóðingarnar eru nógvar, nú Tórshavnar kommunuskúli og Venjingarskúlin eru lagdir saman. Allir skúlar hava ymiska mentan, ymiskar siðvenjur og ymiskt virðisgrundarlag, sum skulu samansjóðast í ein skúla.

Tær siga, at avbjóðingin hjá hesum báðum skúlunum er, at meðan tilgongdin at leggja skúlarnar saman fer fram, heldur samanlagdi skúlin til í seks bygningum, sum eru spjaddir um allan býin. Spyrt tú álitisfólkini í báðum skúlunum, so er hetta tann størsta avbjóðingin.

- Alt riggar væl á pappírinum, men í veruleikanum fer samansjóðingin av skúlunum ikki fram, tí lærararnir eru alla tíðina á ferð. Onkur lærari undirvísir sama dag í trimum bygningum og skal flyta seg úr einum enda í býnum í hin. Vit hava ikki møguleika at tosa saman, soleiðis at vit verða samansjóðað.

Hjørdis Heindriksdóttir og Katrin Gullbein halda tað vera skilaleyst at leggja skúlarnar saman, soleiðis sum hølisviðurskiftini eru, tí lærararnir hittast so sjáldan.

- Vit kenna øll, at vit hava ábyrgd av at fáa hetta at bera til, og lærararnir hava veruliga lagt nógva orku í hetta, men av tí, at tað er so trupult at koma ígjøgnum til leiðsluna og verða hoyrd, fara vit øll hvør einsæris inn í okkum sjálv og royna bara at yvirliva.

Tær vísa á, at nógvir lærarar hava gjørt vart við seg, men tað eru teir givnir við, tí teir fáa einki svar. Vanliga góða samskiftið er ikki til. Hetta gongur út yvir arbeiðsgleðina, og nógv umhugsa sína støðu í skúlanum.

Tað er eitt gott ár síðan, at tilgongdin at leggja Kommunuskúlan og Venjingarskúlan byrjaði, og í Skúlablaðnum, sum kemur í morgin, siga álitisfólkini, Hjørdis Heindriksdóttir og Katrin Gullbein, sína hjartans meining um viðurskiftini.