Í bátahylinum her í býnum liggur ein hópur av bátum, og í einum teirra sæst ein maður arbeiða.
Maðurin er John Allan Midjord, sum áður hevur starvast sum bankamaður í Føroya Banka. Hann hevur í løtuni farloyvi hagani, nú hann gongur á Handilsháskúlanum í Århus.
Hann er nú komin til Føroyar í summarfrí og verður her til fyrst í september, tá skúlin byrjar aftur.
- Tað er gott at vera í Føroyum, sigur hann.
Nógva tíð í Føroyum
Um vikuskifti verður árliga varmakeldustevnan hildin í Fuglafirði. Henda stevnan er so ein partur av summarfrítíðini hjá John Allani.
Hann lesur sum nevnt í Danmark, men hevur eisini búð aðrastaðni í verðini, m.a. í USA og Onglandi.
- Tá eg fái summarfrí, royni eg at fáa so nógva tíð sum gjørligt í Føroyum. Her dámar mær sera væl, sigur hann.
Eitt sum honum dámar sera væl í Føroyum er møguleikin at arbeiða í bátinum, og ikki minst, tá hann sleppur á flot.
Í bátahylinum eru góðar umstøður hjá bátunum at liggja kyrt. Og her er so at siga altíð onkur í onkrum báti.
- Jú, her fær ein altíð eitt prát um útróður og veður, sigur John Allan.
Viðlíkahald
Seinnapartin týsdagin var av allar fagrasta veðri, og tá fór John Allan sjálvandi ein túr í bátin.
Ein bátur sum hevur eini 20 ár á baki treingir sjálvandi til smærri umvælingar.
- Í dag geri eg bert okkurt smávegis viðlíkahald, sigur hann.
Tað er nakað síðani at teir seinast vóru á floti. Men hann og pápin hava okkurt árið verið við til várróðurin. Annars dríva teir ikki útróður sum so, men kundu annars gjørt tað, tí báturin er vælútgjørdur bæði til línu og elektroniska snellu.
- Annars dámar mær væl at fiska við tráðu, sigur John Allan.