Javnaðarflokkurin liggur í buktini og forðar fyri einum nýggjum studentaskúla í Marknagili. Tað er greiða niðurstøðan, eftir at Sosialurin hevur spurt allar flokkar á tingi um teirra støðu til framtíðar lagnuna hjá nógv umstrídda studentaskúlanum í Hoydølum.
Sambært metingum av skúlanum hjá m.a. Arbeiðseftirlitinum, Deildini fyri almanna- og arbeiðsheilsu, Brunaumsjón Landsins og Teknologisk Institut í Danmark er skúlin so niðurslitin, at hann verður skírdur at vera óegnaður og beinleiðis hættisligur at hýsa eini 600 fólkum. Næsti fundurin um akuttu støðuna í Hoydølum verður tann 14. januar, tá Mentamálaráðið og Landsverk skulu finna fram til, hvat skal gerast.
Við øðrum orðum skortar ikki við dómadagsprædikum um umstøðurnar í Dalinum Fagra. Stóri spurningurin er, hvat politiska skipanin fer at gera við studentaskúlan eftir valið.
Javnaðarflokkurin er syndabukkur
Í 2003 gjørdi táverandi samgonga uppskot um ein skúladepil í Marknagili, sum eisini umfataði studentaskúlan í Hoydølum. Men síðani ABC-samgongan tók við, hevur mentamálaráðharrin ikki megnað at fáa semju í lag um nógv umstrídda studentaskúlan.
- Síðani eg tók við sum mentamálaráðharri, hava eg og Fólkaflokkurin havt ynski um at byggja nýggjan studentaskúla í Marknagili, men eg havi ikki fingið fulla undirtøku frá samgonguni, og tí er uppskotið fyribils strandað, sigur Jógvan á Lakjuni.
Men hvør í samgonguni forðar fyri eini semju?
- Tað vita øll, sum hava innlit í málið. John Johannesen og Kristian Magnussen hava verið umboð Javnaðarfloksins í fylgibólkinum, sum hevur viðgjørt spurningin, og teir hava ikki tikið undir við at flyta studentaskúlan í Hoydølum út í Marknagil. Tí havi eg ikki fingið grønt ljós frá samgonguni, sigur mentamálaráðharrin.
Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, peikar eisini á lista C.
- Tað er Javnaðarflokkurin, sum síðani 2004 hevur ligið í buktini, hóast stórur meiriluti í tinginum ynskir at byggja nýggjan studentaskúla í Marknagili, sigur Kaj Leo Johannesen.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, harmast somuleiðis, at tað ikki skal bera til at fáa eitt mál ígjøgnum, sum út ímóti 30 tinglimum eru samdir um.
- Vit gjørdu uppskot um nýggjan studentaskúla í Marknagili afturi í 2003, men so varð val útskrivað, og síðani er einki hent, hóast vit valla fáa ein breiðari meiriluta, sigur Høgni Hoydal.
Og til seinast vátta bæði Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, at teir eisini ynskja studentaskúlan at gerast part av deplinum í Marknagili, sum í dag umfatar Tekniska Skúla og Handilsskúlan.
Flokkarnir meta, at hóast skúlarnir skulu varðveitast sum sjálvstøðugar eindir, gevur ein depil møguleikar fyri tvørfakligum samstarvi og harvið størri útboði og tænastum til næmingarnir.
Við øðrum orðum eru allir flokkar – uttan Javnaðarflokkurin – samdir um, at skúladepilin í Marknagili eisini skal umfata studentaskúlan, sum í dag liggur í Hoydølum.
Marknagil er eitt “fuppnummar”
Men ein maður er ímóti. Og hann eitur Kristian Magnussen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins og limur í løgtingsins mentanarnevnd, sum eisini hevur sitið í fylgibólkinum, sum hevur viðgjørt málið um studentaskúlan. Og fram um aðrar tinglimir í Javnaðarflokkinum er tað Kristian Magnussen, sum av hinum flokkunum ítøkiliga verður nevndur sum tann, sum hevur ligið í buktini í ABC-samgonguni.
- Marknagilsverkætlanin er eitt “fuppnummar”. Fyri tað fyrsta hevði uppskotið hjá undanfarnu samgongu als ikki sett nóg mikið av peningi av, og fyri tað næsta hevur Mentamálaráðið eina dulda dagsskrá, sum fer at oyðileggja studentsútbúgvingina. Øll eru vit samd um, at vit skulu hava ein nýggjan studentaskúla, men eg beri ótta fyri, at studentsútbúgvingin, sum í dag riggar sera væl, missir sín “unika” karakter, um hon gerst partur av einum skúladepli, sigur Kristian Magnussen.
Men hvør er so “dulda dagsskráin í Mentamálaráðnum”, tá bæði miðnámsálitið, sum varð lagt fram í heyst, og uppskotið frá 2003 leggja upp til, at talan framvegis skal vera um tríggjar sjálvstøðugar skúlar, hóast teir liggja á sama staði?
- Nei nei, sanna dagsskráin er at kollvelta núverandi skipan. Handilsskúlin og Tekniski Skúlin eru orienteraðir móti vinnuni, og tað er studentaskúlin ikki. Lærarar í Hoydølum bera ótta fyri, at fakliga støðið lækkar, og at “unika” umhvørvið í Hoydølum fer fyri skeytið. Eg havi framvegis ikki hoyrt nakra skilagóða pedagogiska grundgeving fyri at flyta studentaskúlan úr Hoydølum, sigur Kristian Magnussen at enda.