Tað er nú alt sum talar fyri, at nýggi musikkskúlin í Havn, verður bygdur á Skálatrøð.
Tað váttar Helena Dam á Neystabø, býráðslimur í Havn og forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.
Síðani avgerðin varð tikin um at nýggi Tjóðpallur Føroya skuldi byggjast á Skálatrøð, fór tankin at spíra um at byggja byggja nýggja musikkskúlan uppat honum.
Helena Dam á Neystabø sigur, at endalig avgerð verður tikin í næstum, men at tað er alt, sum bendir á, at undirtøka verður fyri at flyta hann, og at tilmælið sostatt verður at byggja hann á Skálatrøð.
Hon sigur, at so verður farið undir fyrireikingarnar beinanvegin og á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu fyri næsta ár, er ætlanin at seta 15 milliónir krónur av til nýggjan musikkskúla.
Helena Dam á Neystabø sigur, at tað er ikki neyðugt at nýggi musikkskúlin og Tjóðpallurin verða bygdir í senn, og tí kann farast undir musikkskúlan beinanvegin.
Hon heldur, at verður musikkskúlin bygdur upp at tjóðpallinum, kann tað verða eitt rættiliga mennandi og skapandi økið niðri á Skálatrøð.
Men hon leggur afturat, at parkeringsviðurskiftini skulu loysast samstundis, so tað verður spurningurin, sum skal takast upp í býráðnum samstundis.
Musikkskúlin hevur annars ligið sum tongul í brimi nú í fleiri ár. Fyrst skuldi hann byggjast við Norðurlandahúsið, men síðani varð hann fluttur út á Landavegin.
Og nú verður hann so fluttur enn einaferð, hesa ferð oman á Skálatrøð.
Helena Dam á Neystabø sigur, at eitt, sum eisini talar fyri at flytra skúlan, er, at í tónleikaumhvørvinum er veksandi ónøgd við ætlanina at byggja skúlan á Landavegnum, tí konserthøllin, og onnur høli, verða ov lítil.
Hon heldur, at nógv høli er í býnum til at spæla musikk í, til skúlin verður liðugur, og at tey hølini kunnu tey hjálpast við, tí nýggjur musikkskúli er liðugur.
Higartil hevur Tórshavnar Býráð brúkt einar fimm milliónir upp á at fyrireika og projektera musikkskúla, og ein partur av teimum eru so sjálvandi mistar.










