væl ikki tað, sum hesir flokkar hava í huganum. Verður tað so, at loysingarflokkarnir vinna valið, so mugu teir fremja í verki tað, sum teir hava boðað frá, og tað kemur at kosta. Tí verður tað sera áhugavert [...] vera greitt, at tað eru nógvir vandar á ferðini. Hinir flokkarnir liggja ikki á lætu síðuni. Teir hava havt landsfundir og frá teimum ljóðar greitt, at nú skal loysingin takast og við tað, at tær stóru [...] verður borið at, kann fáa ta styrki, sum krevst fyri at fremja tiltøk heildini at gagni, og við tí stuðli, sum nú kemur aftur frá verkamannafylkingini, kunnu vit vísa og fremja í verki tað, at okkara flokkur
sjúk. Útgangsstøðið fyri skeiðnum er: -at fáa eina fatan av at gott samskifti millum lækna og sjúkling er av avgerandi týdningi fyri góða viðgerð, og at tørvurin á góðum samskifti er størri, tess sjúkari [...] á skeiðnum verða 8 fólk, læknar og sjúkrasystrar frá tí føroyska heilsuverkinum. Skeiðið hevur til endamáls at gera luttakararnar betur førar fyri at samskifta við krabbameinssjúklingar og álvarsliga sjúk [...] Manchester. Hann hevur í nógv ár ment og prógvað tey góðu úrslitini av hesum undirvísingarhætti, ið byggir á at skeiðluttakararnir sjálvir eru virknir og fáa møguleika at royna nýggjar samskiftishættir.
segði hann Haydn at hava eina »elektriserandi ávirkan« á áhoyrararnar, og at teir vóru so hugtiknir, at tað nærkaðist uppreistri. Og Morning Chronicle endaði sítt ummæli við vónini um, at hetta størsta musikalska [...] í orð, at Haydn, sum tá var 58 ára gamal, var vorðin dølskur og púra í afturferð. Men Haydn nýtti tíðina at komponera og venja, og sjálvur spældi hann á fiól týdningarmikil petti úr verkunum at vísa teimum [...] vesaldómur«. Og hóast tað, so skrivar Beethoven fleiri av sínum bestu verkum júst hetta árið. At henda konsertin er ikki sørt »hernaðarkend« er kanska ikki so løgið. Tað lá í tíðini, at tónasetarar tá skrivaðu
men eisini, at Jóannes Eidesgaard vildi atkvøða fyri Birthe Weiss. Nú hevur Jóannes Eidesgaard sagt, at hann ikki fer at atkvøða, og so verður helst lutakast um, hvør skal hava sessin. Tað verður eitt [...] Birthu Weiss at verða formann. Stjórnarkabaln skal ganga upp Poul Jensen, løgfrøðingur í Fólkatinginum, sigur við Sosialin, at formanssessrin í Fólkatinginum ofta verður nýttur, til tess at fáa stjórnarkabaluna [...] hvussu tað hevur gingið hesaferð at skipa stjórn, men heldur, at um Birthe Weiss ikki var í uppskoti til formanssessin í Fólkatinginum, so hevði hon fingið ein ráðharrasess. Tí hevur tað týdning í virðingini
frá 70 árunum og fram til 1993. Ógjørligur vinnuvegur - Eftir hesum reglum verður tað ógjørligt at reka taxavinnu, og tað eru vit ógvuliga harmir um, sigur Magnus Fuglø. So vítt vit duga at síggja, so hevur [...] lógaruppskotið setir so strong krøv til hýruvognsførarar, at tað er ein spurningur, hvørt tað ber til at reka taxakoyring sum vinnuveg. Við at taka gomlu reglurnar frá 70 árunum fram aftur, ber als ikki [...] í frítíðini, bert fyri at fáa persónbilin undir vinnurekandi bil, fyri at fáa endurgjald frá skrásetingini. Nú hava vit hóast alt við galdandi reglum fingið staðfest, at tað bert eru bilførarar, sum
tulkast. Og er t.d. eitt fakfeløag ónøgt við avgerðina, kann tað siga sáttmálan upp, tá ið samráðingar skulu vera, og at samráðast um at fáa orðingina burtur, sum tað er ónøgt við. Munur á bót og endurgjaldi [...] dómi. Og harafturat hevur almenningurin bara avmarkaða atgongd at fylgja við, táið mál verða viðgjørd í arbeiðsrættinum. Vanliga verður sagt, at tað hevur stóran týdning fyri rættartrygdina,at ein avgerð [...] Afturímóti hava fakfeløgini víst á, at tey halda at tað er ein vansi, at dómararir í arbeiðsrættinum sita bara í trý ár. Somuleiðis halda tey tað vera ein vansa, at rættarformaðurin - sorinskrivarin,
n setir, fyri at hjálpa teimum. Og tað skal eitt lokalfelag fara so langt at verja, at tað enntá fer ímóti Føroya Arbeiðarafelag ?!?. Pilka ein burturúr Ingeborg Vinther sigur, at tað, sum er forkastiligt [...] lokalfelagnum. Somuleiðis varð samtykt at senda lokalfelagnum bræv, har tað varð gjørt greitt, at tað fór at fáa avleiðingar, um tað endurtók seg, at felagið gjørdi ímóti boðum frá FA. Líkist ongum Ingeborg [...] berjast fyri at verja verkafólkið, og tey veiku í samfelagnum. Skulu vit ikki tað, er óneyðugt við fakfelølum, legði hon afturat. Og tað kemur ómetaliga dátt við, at eitt felag tekur seg burturúr, og gongur
sigur, at stjórnin í FA hevur umrøtt spurningin, men er komin til ta niðurstøðu, at tað er ikki ráðiligt at taka henda táttin upp at betala endurgjald, hvørja ferð arbeiðssteðgur er. Hon sigur, at fer FA undir [...] undir slíkt, kann tað sláa botnin undan felagnum. Tí varð avgjørt ikki at betala endirgjald fyri dagin. Ingeborg Vinther segði, at fyri tað fyrsta var lítið arbeiðið um tað mundi av tí, at so nógv fiskavirki [...] helt hon, at skuldi endurgjald latast fyri dagin, skuldi tað verða lokalfelagið, sum læt endurgjald, tí tað hevur verið tað vanliga. Hon bleiv eisini spurd, um FA kundi lýsa arbeiðssteðg, uttan at spyrja
sigur við Sosialin, at málið er í Landsstýrinum. Vit halda tað vera mest náttrúligt at danska stjórnin og Landsstýrið gera eina roynd at loysa bankamálið. Kunnu partarnir ikki tað, áðrenn freistin er [...] um - so fer Fíggingargrunnurin at liva upp til sína ábyrgd. Tað merkir, at vit fara at stevna Den Dansek Bank, sigur Knud Heinesen. Danske Bank kennir sjónarmiðini Hava Fíggingargrunnurin og Den Danske [...] mótparturin til Danske Bank, av tí at hann sat hinumegin borðið, tá partabrævaumbýtið fór fram. Av tí at val varð útskrivað, seinkaði tað enn meira bankamálið, og í dag veit eingin, hvat víðari skal henda
Sosialinum, at ætlanin er at hava fløguna lidna seinast í mai mánað. Hon verðu ljóðblandað uttanlands, og longu nú er tað greitt, at navnframi Óli Poulsen verður aftan fyri knøttarnar. Í Føroyum verður tað Jón [...] Jón McBirnie, ið fer at taka sær av, at innspælingarnar vera so góðar sum gjørligt. Aftan á at fløgan er komin út, ætla limirnir í Moriae út kring landið at spæla í juni og juli. [...] verið at hoyrt til Moirae seinastu mánaðirnar. Og tað av góðum grundum. Bólkurin hevur nevniliga læst seg inni í venjingarhølum í Havn, har vant hevur verið dúgliga. Nýggj løg eru á skránni. Og nýggj