gera vart við hetta, tí tey halda ikki, at ein tílík hending kann fara óátalað framvið borðinum. Tey halda, at tey áttu at fingið boðini um, at Ternan ikki sigldi hetta kvøldið fyrr, ella um tað ikki bar [...] og á farstøðini, um nú bussur var, og um Ternan framvegis sigldi. Og tað játtaðu tey og bóðu tey bara fara við bussinum. Á veg norður eftir spurdi onkur av ferðafólkunum bussføraran, um tey mundu fara at [...] aðrastaðni. Leirvíkar skúli Tað stóðu um 12 ferðafólk inni í Statoilstøðini í Leirvík hetta kvøldið og vistu ikki, hvar tey skuldu fara, men so tóku genturnar, sum arbeiddu har um endan og ringdu av sínum eintingum
heimasíðu fingið "ymiskt skemt". Hetta heitið fær óivað fólk at forvitnast, men verður trýst á slóðina, kemur eina rúgva av kassum fram við pornografiskum myndum. Spurningurin er so, um einki eftirlit er við, hvørjar [...] Nógv verður tosað um, at tað er umráðandi at forða fyri, at børn skulu hava atgongd til heimasíður, ið hava beinleiðis ónærisligt og pornografiskt tilfar. Heimasíðan www.vitin.fo er ein tann best umtókta
er leiðarin um ikki hin klóka skjaldbøkan Shandling ikki tekur valdið. Hetta er ein sera deiligur teknifilmur, sera flott gjørdur við einari lívligari manning, ið ongantíð er keðilig. Hetta er fyrsta floks [...] tekna av T. Lewis. Tað sum er skeg við einari slíkari røð er, at hon sigur so ótrúliga nógv um suburbia og hetta sovibýarmenniskja, heldur leikstjórin Tim Johnson. Her fáa øll djórini, ið menniskja møtir
lagi hava gjørt og gera fyri at fáa hetta samstarv at rigga. Hvat er gjørt fyri at forða fyri samanbrestum í kirkj-uni? Ferðslureglur Fólkakirkja okkara er donsk. Sjálvt um vit ynskja at yvirtaka kirkjuna [...] sum sjálvur hevur leiðbeint kirkjuráðslimirnar um mannagongdina, tá ið prestur verður settur. Hann er við til fundirnar júst fyri at leiðbeina. Tað er hetta, hann fær løn síni fyri. Og er tað ikki biskupur [...] sum hava 4 prestar, men eru farnir út í bløðini og siga seg stuðla tveimum av teimum fýra, sjálvt um kirkjutænararnir als ongan myndugleika hava í tílíkum máli. Er tað ikki júst biskupur, sum í síni tíð
ikki talan um eitt fremmant land, og málið er um framtíðarlagnuna hjá hvørjum einasta føroyingi. Tað skerst ikki burt, at landsstýrið hevur ikki havt tað hepnastu hondina at handfara hetta málið í seinastuni [...] ikki hava at vita, hvat Føroya Landsstýri skal samráðast við donsku stjórnina um. Hóast varaløgmaður í yvirskriftum hevur tosað um »greiðar linjur« og "»demokratiskar mannagongdir« frá fyrsta deg í Tinganesi [...] holuni, og júst hetta, at uppritið er stemplað »í trúnaði«, ger ætlan landsstýrisins óneyðuga mystiska. Hvat liggur nú aftanfyri? Hvat ætlar landsstýrið, sum ikki má koma út? Talan er jú ikki um marknasamráðingar
Búnaðargrunnin ivast í, um rakstur fæst í eitt slíkt sláturhús í Føroyum, tí neytini eru so fá. Talið av mjólkkúm liggur um 1000, og umleið ein triðingur av kúnum verður skiftur út um árið. Bøndurnir fletta [...] fletta neyt. Hetta er ein einføld skipan og er betri fyri kríatúrini, tí tey verða ikki flutt. Kjøtið verður betri, og bøndurnir sleppa frá stórum flutningsútreiðslum. Eydna Midjord hevur hoyrt um Mobilslakt [...] verða skotnir og grivnir niður, beinanvegin teir eru kálvaðir. Óluva Midjord tekur ikki støðu til, um grundarlag er fyri einum góðkendum sláturvirki til neyt í Føroyum. Eingin útflutningur - Men er tað
uttanríkispolitiskar heimildir. Men, hann heldur, at hetta samstundis krevur, at Føroyar føra ein virðiligan og ábyrgdarfullan uttanríkispolitikk. - Um - og bara um - tað yvirhøvur kemur til, at Føroyar lata upp
endamálsorðing fólkaskúlans um tollyndi og andsfrælsi, og hetta leggi eg ikki í at koma við fleiri viðmerkingum til her, tí hesir skúlar fara at koma føroyska fólkaræðinum afturum brekku, um teir sleppa at síggja [...] Endamálsorðingin snýr seg um, at undirvísingin og gerandislívið hjá skúlanum eigur at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði. Hví er so framvegis eitt ynski um at skipa frískúlar. Fyrst [...] stirvin og langt frá tí, sum fólkaskúlalógin leggur upp til. Her er ikki tørvur á nýggjum lógum. Nei, um hetta skal betrast, so er at hækka játtanina til fólkaskúlan og ikki grugga málið, bert við tí endamálið
fór at viðgera kommunubygnaðin, skuldi tað nýta høvið til at avtaka kommunurnar. - Eg má siga, at hetta var ein grein, sum gjørdi mær mun. Tí hvat er tað, sum gongur fyri seg sum er? Tey, sum eru vald í [...] sleppur sær ferð eftir ferð undan útreiðslum við at leggja tær á kommunurnar! Hervið ber til at minka um landsskattin, men prísurin er, at kommunuskatturin fer upp, uttan at meir fæst burtur úr tí, sum goldið
koma undir hetta, er snelluveiðan á Norðhavinum, og har er ikki talan um tær stóru nøgdirnar. Toskurin er heldur ikki stórur partur av veiðuni hjá skipunum. Hjá línuskipunum liggur hann um 20 prosent og [...] ætlandi kemur inn í fiskiskapin seinni í ár og næsta ár, og formaðurin í Reiðarafelagnum er sannførdur um, at tað er ikki neyðugt við dramatiskum tiltøkum. -Vit eiga at halda fram við verandi skipan, tí toskurin