Ummæli
Her er íkonni Hammy, stinkdjóri Stella og posadýrið (oppussumdjórini) Ozzie og Heather og tindasvínini Penny og Lou og teirra tríggir ungar. Tá so djarva vaskibjørnin RJ, kemur upp í leikin, so síggja øll, hvat er hinumegin runnagirðingina. Hvat er at finna og vinna í skrellispannum og pappírkurvum, og fyri tey frekastu djórini er eisini nógv at finna frá køliskápunum.
Dreamworks hevur gjørt hendan filmin, ið byggir á vældámdu teknirøðina Over hækken, ið hevur víst okkum menniskja frá sjónarhorninum hjá djórunum síðani 1995.
Á ensku útgávuni er tað eingin annar enn hin kendi Bruce Willis, ið leggur røddina til hin djarva og freka RJ, Garry Shandling er Verne og annars eru fólk sum Steve Carell, Wanda Sykes, William Shatner, Avril Lavigne og Eugene Levy við sum hini djórini. Tey bæði Tim Johnson og Karey Kirkpatrick hava leikstjórna hendan deiliga og fitta filmin.
Suburbia
Tað er sera svárt fyri øll djórini, tí menniskju eru komin og tey hava yvirtikið allan heimin. Tey hava bygt ein sera eins sethúsabý. Eitt stykki av erkaamerikanskari suburbia, ella forstaði, ið vit eisini kenna frá Føroyum.
Hesi hava eisini læst djórini úti og seg sjálvan inni. Øll djórini eru í døpurhuga, tey eru illa fyri. Nú er einki við at finna insekt, fisk í ánni ella vatnkrabbar. Nú kemur hesin RJ og vil hjálpa. Hann hevur eisini eina skuld til bjørnina Vincent.
RJ er úti uppá at fáa hendur á nógvum mati og tað skal vera skjótt. Hann lokkar so øll djórini við sær inní suburbia frumskógin. Her valdar menniskja, sum í eygunum á djórunum er løgnasta djórið sum er.
Suburbia er fylt við mati, tað flýtur við mati. Øll dragsa mat heim og eta sera nógv. Hvør skrellispann er eitt vøruhus fyri hesi smáu djórini. Her eru hálvar sandwitch, kipsposar, sukurvatn. Sum holan hjá Ali Babba.
Teknirøð
Over hækken kom fram í 1995. Hon er skriva av Michael Fry og tekna av T. Lewis. Tað sum er skeg við einari slíkari røð er, at hon sigur so ótrúliga nógv um suburbia og hetta sovibýarmenniskja, heldur leikstjórin Tim Johnson.
Her fáa øll djórini, ið menniskja møtir í havanum eina rødd. Tey eru bæði bangin fyri fólkum, men eisini forvitin og svong. RJ er leiðarin um ikki hin klóka skjaldbøkan Shandling ikki tekur valdið.
Hetta er ein sera deiligur teknifilmur, sera flott gjørdur við einari lívligari manning, ið ongantíð er keðilig. Hetta er fyrsta floks undirhald fyri børn og vaksin og nógv besta filmtilboðið fyri tíðina, altso í Havnar Bio.
5 stjørnur av 6.
Over hækken
Leikandi (røddir)
RJBruce WillisSøren Pilmark
VerneGarry ShandlingAnders Bircow
HammySteve CarellJens Andersen
StellaWanda Sykes&
OzzieWilliam ShatnerPaul Hüttel
VincentNick NolteOle Ernst
DwayneThomas Hayden Church&
GladysAllison Janney&
LouEugene LevyJens Jacob Tychsen
PennyCatherine OHaraHelle Dolleris
HeatherAvril LevigneAnna David
Leikstjóri Tim Johnson og Karey Kirkpatrick. 84 minuttir.