Herfyri hevði Torfinn Smith grein í fjølmiðlunum, har hann skeyt upp, at nú løgtingið fór at viðgera kommunubygnaðin, skuldi tað nýta høvið til at avtaka kommunurnar.
- Eg má siga, at hetta var ein grein, sum gjørdi mær mun. Tí hvat er tað, sum gongur fyri seg sum er? Tey, sum eru vald í kommunustýrini, hava mest sum einki at siga. Avgerðirnar verða tiknar av embætismonnum, annað hvørt av teimum, sum hava starv í kommununum ella øðrum í landsfyrisitingini.
Tað skrivar Zacharias Wang í lesarabrævi, sum hann hevur sent fjølmiðlunum í morgun.
Hann vísir á, at skattaborgarar hava áhuga í, at tað, teir gjalda, verður nýtt við gjøgnumskygni á skilabesta hátt.
- Men hvat síggja vit fara fram? Landsfyrisitingin sleppur sær ferð eftir ferð undan útreiðslum við at leggja tær á kommunurnar! Hervið ber til at minka um landsskattin, men prísurin er, at kommunuskatturin fer upp, uttan at meir fæst burtur úr tí, sum goldið verður í skatti.
Tað er eisini ein sannroynd, sigur greinskrivarin, at kommunuskatturin er tyngri fyri tey við lágari inntøku enn landsskatturin, so hervið verður skattabyrðan flutt yvir á tey veikastu í samfelagnum.
Zacharias Wang sigur, at tað er ein altjóða sannroynd, at heildarskatturin veksur, tá fleiri myndugleikar skulu áleggja hann.
- Tað einasta, sum er at gera við tað, er at sleppa sær undan at hava fleiri skattauppkrevjarar. Tað er tí alt, sum bendir á, at Torfinn Smith hevur rætt í sínum atfinningum.
Greinskrivarin heldur tað vera best fyri alt samfelagið at sleppa sær av við tað dýrkandi almenna millumliðið, sum kommunurnar eru.
- Størsta partin av tí tíðarskeiði, vit og okkara forfedrar hava livað her á klettunum, hava vit ongar kommunur havt. Alt hevur sína tíð, og kommunurnar hava havt sína, heldur Zacharias Wang.