Ónærisligar slóðir á føroyskari heimasíðu

Ein tann av føroyskum ungdómum mest vitjaða føroyska heimasíðan, www.vitin.fo, hevur á forsíðu síni beinleiðis slóð til sera ónærisligar heimasíður uttan fyri landoddarnar

Nógv verður tosað um, at tað er umráðandi at forða fyri, at børn skulu hava atgongd til heimasíður, ið hava beinleiðis ónærisligt og pornografiskt tilfar. Heimasíðan www.vitin.fo er ein tann best umtókta heimasíðan hjá føroyskum børnum og ungdómum, og á hesari síðu er beinleiðis slóð til eina serstakliga ónærisliga heimasíðu við pornografiskum tilfari.
Umrødda føroyska heimasíðan er, sum áðurnevnt, sera væl umtókt millum ung, og ein av høvuðsorsøkunum er, at her ber til at síggja myndir av ungum í býarlívinum í Havn og aðrastaðnis í landinum.

Einki eftirlit
Á omanfyri nevndu heimasíðu ber tað til hjá einum og hvørjum at tilmelda slóðir til aðrar heimasíður. Tað hevur onkur persónur so gjørt, og fyri at gera fólk forvitin, hevur slóðin til nógv umtalaðu heimasíðu fingið "ymiskt skemt". Hetta heitið fær óivað fólk at forvitnast, men verður trýst á slóðina, kemur eina rúgva av kassum fram við pornografiskum myndum.
Spurningurin er so, um einki eftirlit er við, hvørjar heimasíður verða tilmeldaðar www.vitin.fo, men hesin spurningur stendur ósvaraður, hóast nógv kundi bent á, at so er. Vit hava roynt at fingið fatur á teimum, ið hava ábyrgd av www.vitin.fo, men tað hevur ikki eydnast okkum, hóast nógvar royndir hava verið gjørdar.
Heimasíðan hevur verið til í fleiri ár, og á henni ber eitt nú til at síggja tilboð, sum handlar kring landið hava, og eisini kann man lesa veðurtíðindi á síðuni. Harafturat ber eisini til altíð at síggja nýggjastu tíðindini frá Norðlýsinum á hesari síðu.