Óneyðugt við sendistovu í Ísrael

- Tað finnast ongar haldgóðar grundgevingar fyri at lata sendistovu upp í Ísrael, sigur fólkatingslimur Sambandsfloksins.

 

Edmund Joensen, fólkatingslimur Sambandsfloksins, sigur í brævi í kvøld, at tað finnast ongar haldgóðar grundgevingar fyri at lata eina sendistovu upp í Ísrael - og so slett ikki í Jerusalem.

- Tí gjørdist eg ikki sørt skakkur av viðmerkingunum hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkismálum, sigur fólkatingslimurin, sum heldur ikki, at tað gagnar Føroyum - hvørki búskaparliga, politisk ella diplomatisk - at lata upp sendistovu í Jerusalem.

Edmund Joensen heldur, at útsagnirnar hjá Jenisi av Rana heldur elva til bæði politiska og diplomatiska kreppu. Haraftrat er tað kostnaðarmikið og kann seta trygdina hjá okkum í vanda.

- Viðmerkingarnar hjá Jenisi av Rana skaða ikki bert altjóða umdømið hjá Føroyum, men tær skaða eisini sambandið millum Føroyar og Danmark og setir kílar í ríkisfelagsskapin, sum fólkatingslimur Sambandsfloksins tekur til.

Hann vísir á, at í Føroyum er stórur politiskur meiriluti fyri, at Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir. Men, hann heldur, at hetta samstundis krevur, at Føroyar føra ein virðiligan og ábyrgdarfullan uttanríkispolitikk.

- Um - og bara um - tað yvirhøvur kemur til, at Føroyar lata upp eina sendistovu í Ísrael, so skulu Føroyar sjálvandi fylgja tí evropeisku linjuni og staðseta sendistovuna í Tel Aviv, sum danski forsætisráðharrin eisini vísti á, tá hon vitjaði Føroyar herfyri, heldur Edmund Joensen, fólkatingslimur.