Óneyðugur mystikkur

Tá hetta landsstýrið varð skipað, boðaði Anfinn Kalsberg, løgmaður, frá, at landsstýrið skuldi hava gott samband við føroyska almenningin. Gjøgnum fjølmiðlarnar, sjálvandi. Hann boðaði frá opinleika. Øðrvísi kundi tað ikki skiljast.

Í hesum døgum verður framtíðarstøða Føroya viðgjørd. Í landsstýri. Í uttanlandsnevnd Løgtingsins. Í fjølmiðlunum. Og manna millum. Í undirhúsum. Í egningarskúrum. Á fiskavirkjum. Og við døgurðaborðið.


Men Føroya fólk skal bara ikki hava at vita, hvat Føroya Landsstýri skal samráðast við donsku stjórnina um. Hóast varaløgmaður í yvirskriftum hevur tosað um »greiðar linjur« og "»demokratiskar mannagongdir« frá fyrsta deg í Tinganesi.


Øll skilja væl, at landsstýrið ikki fer at almannakunngera tann taktikk, sum landsstýrið ætlar at brúka í samráðingunum við donsku stjórnina. Hinvegin átti landsstýrið at kunngjørt uppritið - grundarlagið - fyri samráðingunum.


Tað er sagt fleiri ferðir, at einki nýtt er í uppritinum. Uppritið byggir á løgtingssamtyktina og tað, sum kom fram í Hvítubók. V.ø.o. skuldi hetta verið nóg góð grund til at almannakunngera uppritið.


Vit minnast tá Hvítabók skuldi kunngerast. Boðað varð frá langt frammanundan, at bókin skuldi leggjast fram á almennari samkomu á Parnassinum. Bólkar løgdu fram síni arbeiði og seancan við amboðskassa og stórum smíli varð send beinleiðis.


Men nú er vent í holuni, og júst hetta, at uppritið er stemplað »í trúnaði«, ger ætlan landsstýrisins óneyðuga mystiska. Hvat liggur nú aftanfyri? Hvat ætlar landsstýrið, sum ikki má koma út?


Talan er jú ikki um marknasamráðingar við eitt fremman land sum t. d. Bretland! Í slíkum samráðingum má einki leka út. Tað sigur seg sjálvt, men nú er ikki talan um eitt fremmant land, og málið er um framtíðarlagnuna hjá hvørjum einasta føroyingi.


Tað skerst ikki burt, at landsstýrið hevur ikki havt tað hepnastu hondina at handfara hetta málið í seinastuni. Ikki fyrr enn í vikuni kom undan kavi, at uttanlandsnevndin viðger eitt upprit, men at landsstýrið hevur harafturat gjørt eitt uppskot til sáttmála, sum landsstýrið skal leggja fyri stjórnina í samráðingunum. Neyvan gagnar hesin duldi leikur ætlan landsstýrisins um fullveldi, og gott tað sama, halda óivað mangir føroyingar, tá ætlanin skal haldast loynilig og fara fram í duldum.