Eg eri vaksin upp við stórum og skapandi tónleikarum, sum veruliga hava sett síni spor eftir seg, men eg má siga, at vera til eina konsert við einum lítillátnum og kortini so rúgvismiklum, er í sær sjálvum ein uppliving, sum veruliga hevur sett seg.
Hanus hevði hesi serligu evnini, at fáa lurtararnar við, tí hann dugdi hetta við røddini, sum kundi fáa sína tungu bassrødd at rakna við, fyri síðani at fara niður aftur í dýpdina.
Tá eg nevni hetta við tí lítillátna, so klæddi tað Hanusi onkursvegna, tí hann var ikki hesin sum fór hoppandi eftir pallinum, men helt seg til sín róliga og gevandi stíl, sum so sanniliga klæddi honum og gav okkum lurtarum nakað gott og listarliga stórt!
Sum eg nevndi, eru nógvir tónleikarar á einum slíkum støði, men vit fara altíð at minnast Hanus fyri hansara dygdir og erligheit.
Hann var ikki bangin fyri at taka ofta kontantu sangirnar hjá Poul F. og geva teimum eitt flog, sum hevur sett hann í ein flokk fyri seg.
Vit, sum hava fingist við tónleik, fara so sanniliga at sakna hetta innan okkara tónleikapall, tí tá Hanus trein á pallin, var tað ikki bara við tí ”sama”, men hann gav okkum nakað við, sum vit seint fara at gloyma.
Hann dugdi eisini væl við guitarinum, tí á ein ella annan hátt var hann eitt við sítt instrument – ein Hanus uttan guitar riggaði ikki ordiliga.
Eg eri ómetaliga fegin um, at vera vaksin upp við slíkum dygdum, sum eg sanniliga fari at taka við mær og lurta eftir.
Har er so nógv av góðum at taka av, tí vit hava havt ein Hanus, sum nú hevur takkað fyri seg!
Eg takki so sanniliga fyri íkastið og at eg slapp við á ferðina!
Hvíl í friði!
Heilsan
Fríðálvur A. Jensen