Sosialurin hevur tosað við onkur av ferðafólkunum, sum vóru við í bussinum hetta kvøldið, og tey hava alt annað enn rós at bera tænastustøðinum hjá Strandferðsluni.
Summi av teimum vóru komin við St. Ola á Havnina og skuldu víðari til Leirvíkar við leið 400. Tey spurdu bæði umborð og á farstøðini, um nú bussur var, og um Ternan framvegis sigldi. Og tað játtaðu tey og bóðu tey bara fara við bussinum. Á veg norður eftir spurdi onkur av ferðafólkunum bussføraran, um tey mundu fara at náa bátin. Jú, segði hann, báturin hevði lovað at bíða, so har var alt í lagi. Men komin úr Leirvíkstunlinum var ongin bátur at síggja, og boðini vóru, at hann sigldi ikki aftur í kvøld av tí orsøk, at sýnið var so ringt.
So hvat var nú at gera hjá øllum ferðafólkunum? Bussurin var nærum fullur av fólki, og fleiri vistu ikki síni livandi ráð. Ferðafólkið fílist her harðliga á bussføraran, sum var meira upptikin við at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi eftir oyggj í hálku og illveðri.
? Maðurin átti ikki at sloppið at koyrt aftur. Hann tosaði so at siga í telefon allan vegin norðureftir, og hann hevði tvær at velja ímillum. Eg meini so við at sita við rattið á einum stórum bussi fullum av ferðafólki og tosa í telefon og bara nýta eina hond at koyra við, tað er ov ábyrgdarleyst. Fleiri av ferðafólkunum vóru sera ótrygg við støðuna og høvdu úr at gera við at halda eyguni eftir bussføraranum, sigur eitt av ferðafólkunum. Hildið verður fram, at eftir, at tey høvdu fingið boðini í Leirvík um, at Ternan ikki sigldi meira tað kvøldið, var ikki nógv hjálp at heinta frá bussføraranum. Hann segði bara, at hann koyrdi til Fuglafjarðar, og síðani fór hann til hús.
Tað bleiv sjálvandi ringt á farstøðina og spurt, hvat hetta var fyri nakað. Haðani søgdu tey, at tey høvdu gjørt eitt mistak, og at tað var teirra feilur, at boðini vóru komin so seint fram. Men tað halda ferðafólkini lítið um.
? Tað kundu vit ikk brúka til nakað, vit sum stóðu eftir har í Leirvík við ongum taki yvir høvdinum. Tey bjóðaðu seg til at senda ein buss úr Havn eftir okkum, men tá var klokkan farin av hálvgum tíggju, og tað viðraði illa at koyra. Statoilstøðin í Leirvík eigur lívið í okkum í dag, tí høvdu vit verið noydd at staðið úti, so hevði staðið illa til. Tíbetur vóru vit bert vaksin fólk, tí tað kundi eins væl verið foreldur við smábørnum, siga vónbrotnu ferðafólkini.
Tey gera vart við hetta, tí tey halda ikki, at ein tílík hending kann fara óátalað framvið borðinum. Tey halda, at tey áttu at fingið boðini um, at Ternan ikki sigldi hetta kvøldið fyrr, ella um tað ikki bar til, so áttti Strandferðslan at havt eina ella aðra skipan, sum so kundi setast í verk, tá ferðafólk stendur í Leirvík uttan innivist ella møguleika fyri at sleppa aðrastaðni.
Leirvíkar skúli
Tað stóðu um 12 ferðafólk inni í Statoilstøðini í Leirvík hetta kvøldið og vistu ikki, hvar tey skuldu fara, men so tóku genturnar, sum arbeiddu har um endan og ringdu av sínum eintingum til skúlavørðin í Leirvíkar skúla. Hann kom beinanvegin, og tey tólv fólkini fingu sostatt tak yvir høvdið fyri náttina í skúlanum í Leirvík.
Tey eru sannførd um, at hesar báðar genturnar vóru teirra bjarging og leggja afturat, at húsavørðurin í Leirvíkar skúla fór oman aftur á keiina til tann seinasta túrin hjá Ternuni at tryggja sær, at ongi fólk stóðu har.
Ferðafólkini siga, at tey eru klár yvir, at onki gistingarhús er í Leirvík, men tey halda so avgjørt, at Strandferðslan sum ein tænasta til sítt viðskiftafólk átti at hava eina ella aðra avtalu við skúlan ella skótar ella líknandi um, at tá tílíkt hendir, so verður tað traðkað til beinanvegin og syrgt fyri, at ferðafólkini, sum ikki hava nakað innivist, fáa onkrastaðni at verða fyri eina nátt.
? Vit ferðafólk, sum stóðu har sunnukvøldið, kunnu bara takka fyri, at enn er næstrakærleiki til í Føroyum. Og takka húsavørðinum í Leirvíkar skúla fyri, at hann tók sær so væl av okkum, tá tey, ið áttu at hava gjørt tað, meldaðu "hus forbi", siga sera vónbrotnu og illu ferðafólkini at enda.
Boðini ov sein
Poul Jákup Thomsen, ferðafólkaflutningsleiðari á Strandferðsluni, sigur, at hetta kvøldið var eitt serstakt dømi, tí alt hendi so brádliga.
? Tá ferðafólkini fingu at vita á farstøðini, at Ternan sigldi, tá passaði tað. Men skiparin tók nokk so brádliga avgerð um ikki at sigla meira. Hann segði, at veðrið var øtlað so brádliga har norðuri, og at sýnið var nakað so vánaligt,at so at siga ongin mynd sást á radaranum, so hann helt ikki, at tað var ráðiligt at sigla meira hetta kvøldið, sigur Poul Jákup Thomsen.
Hann harmast støðuna, men sigur, at tey á Strandferðsluni fóru beinanvegin í gongd við at kanna, hvussu veðurlíkindini vóru fyri, at Ternan kundi fara tann seinna túrin, sum eisini var tann seinasti túrurin hetta kvøldið. Men veðrið bara versnaði, og so var greitt, at Ternan fór ikki at sigla aftur hetta kvøldið, og tá settu tey á Strandferðsluni seg aftur í samband við ferðafólkini í Leirvík.
? Tá vit tá ringdu og bjóðaðu eitt nú ein buss til at koyra tey onkrastaðni, varð sagt, at tey høvdu funnið eina loysn. Tey skuldu yvirnátta í Leirvíkar skúla, sigur Poul Jákup, sum leggur dent á, at Strandferðslan altíð roynir at hjálpa, tá tílíkt hendir.
? Veðrið fáa vit onki gjørt við, men vit royndu at fáa ein túr afturat hetta kvøldið, og tá tað ikki eydnaðist, so bjóðaðu vit aðra hjálp, men tá var tað ov seint, sigur hann. Men hann avsannar ikki, at tað er feilurin hjá Strandferðsluni, at boðini komu ov seint fram til ferðafólkini, og leggur samstundis afturat, at tað verður arbeitt miðvíst við at betra um tænastuna allatíðina.
At enda sigur Poul Jákup, at hóast tað ikki er beinleiðis skyldan hjá Strandferðsluni at syrgja fyri tílíkum, so gera tey tað kortini, tí tað er umráðandi at viðskiftafólkini eru nøgd.
Men onkuntíð miseydnast tað, sum til dømis hetta sunnukvøldið í Leirvík, tí ferðafólkini, sum vóru við leið 400 hetta kvøldið fara altíð at halda, at tey áttu at hava fingið boðini nógv skjótari enn eftir, at tey vóru komin til Leirvíkar. Og tað tænastustøðið hjá Strandferðsluni hetta kvøldið var út av lagi vánaligt.