Arbeiðsplássið er flutt tríggjar ferðir

Jóna Sigrun Joensen av Árnafirði hevur starvast hjá Norðfra síðani 1999 og er flutt við fyritøkuni allar tríggjar ferðirnar Norðfra hevur flutt stað

Jóna Sigrun Joensen hevur starvast hjá Norðfra síðani 1999

Áðrenn Jóna Sigrun Joensen byrjaði á virkinum Árnafirði, sum kallaðist Norðfisk, starvaðist hon í handli í Klaksvík. Eftir barnsburðarfarloyvi fór hon at leita sær eftir øðrum arbeiði og byrjaði á Norðfisk í Árnafirði.

 

– Eg hugsaði, læt meg bara fara á flakavirki, meðan eg leiti eftir onkrum øðrum.

 

Hetta var í 1999. Tí kann sigast, at henda sokallaða,fyribilsloysnin hevur vart leingi.

 

– Dóttirin plagar at siga við meg, mamma hevur tú ikki funnið nakað arbeiði enn.

 

Sannleikin er tó at Jóna Sigrun Joensen dámar væl arbeiðið hjá sær.

 

##med2##

 

Í 2005 flutti virksemið til Norðdepil.

 

– John Høj átti virkið í Árnafirði, og sonurin Jógvan Høj átti virkið í Sundi. Eg vil siga, at tað var sama virki, men tað eru ikki øll sum vilja ganga við til tað, og tey siga, at eg havi ikki verið so leingi á Norðfra, tí virkið í Árnafirði kallaðist Norðfisk.

 

Arbeiðið er smidligt, og tað dámar Jónu væl.

 

– Um tú biður tær frí, so fær tú frí og onga løn tann dagin. Tær nýtist ikki at biðja nakran fyri teg, og tað haldi eg vera lekkurt. Eg havi eina dóttur, sum býr niðri, og ætli eg mær at vitja hana í eina viku, so fái eg altíð frí.

 

Í 2015 flutti virkið til Leirvíkar. Tað vóru ikki øll starvsfólkini, sum hildu fram hjá Norðfra, tí tá gjørdist ov langt at koyra. Hetta hevur kortini ikki nervað Jónu, og arbeiðið hevur verið tað sama í øllum trimum bygdum.

 

– Eg búði í Árnafirði, og tá var tað skjótt at koyra norður í Sund. Tað er eitt sindur longri at koyra til Leirvíkar, men tað hevur einki at siga, og nú hava vit fingið góðar tunlar norðureftir, og tí hugsi eg als ikki um tað.

 

##med3##

 

Norðfra hevur eitt breitt vøruúrval, og tí eru uppgávurnar á virkinum eisini ymiskar. Tey reinskera fisk, gera frikadellur, knetti, fiskabollar, raspað flak, og tá eingin fiskur er, verður fiskurin, sum er virkaður ígjøgnum vikuna pakkaður.

 

Hetta verður gjørt við hond. Onkuntíð verður pakkað í posar, aðrar tíðir í eskjur.

 

– Í dag hava vit pakkað lippur og frikadellur í posar. Í morgin verður tað kanska eskjur av frikadellum. Vit standa við kassan, koyra frikadellur í, práta og loysa allar heimsinstrupulleikar, tað er hugnaligt.

 

Tað mesta sum verður virkað er toskur og hýsa. Frikadelluframleiðslan er vorðin meira framkomin, enn hon áður hevur verið, tí Norðfra hevur fingið nýggj framleiðslu tól. Áður var neyðugt at skeiða hvørja frikadellu, nú verða frikadellurnar gjørdar í maskinu, tær venda sær sjálvar og koma stoktar útaftur.

 

##med4##

 

Tað tekur umleið tríggjar tímar at virka ráðfiskin til frikadellur, og tey klára at framleiða áleið 20.000 - 25.000 frikadellur í ein dag.

 

Tað verður fylgt væl við, hvussu heitur fiskurin er, bæði tá hann verður skorin til flak, og hvussu heit frikadellan er innan tá hon er stokt.

 

– Á pannuni blívur frikadellan nógv heitari enn kravið er.

 

Fyrr var tað krav, at frikadellurnar skuldu kølast, áðrenn tær blivu frystar. Hetta er broytt í dag, nú skulu frikadellurnar beint av pannuni í frystaran. Tí er ferðin ikki ov høg á bandinum í frystaranum. Frikadellurnar eru inni í frystaranum í tveir tímar. Og tá hann kemur úr frystaranum skal hann mála 20 kuldastig í miðjuni. Frá at fiskurin verður skorin, til at hann er frystur, ganga tríggir tímar.

 

Henda dagin, vit vitjaðu, høvdu tey gjørt fiskabollar fyrrapartin og knettir seinnapartin.

 

Ferðin er skjót, og tað dámar Jónu væl.

 

– Vit duga ikki at seta ferðina niður. Vit hava bara eitt gir, tað er 7. gir, og tað dámar mær væl. Tað ger einki, at tú merkir, at tú hevur verið til arbeiðis.

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

Jóna Sigrun Joensen hevur starvast hjá Norðfra síðani 1999

Knettini verða skeiðað við hond og kókað

Alt verður pakkað við hond. - Vit standa við kassan, koyra frikadellur í, práta og loysa allar heimsinstrupulleikar, tað er hugnaligt