Óneyðugt við dramatiskum tiltøkum

-Vit hava roynt veiðibann fyrr, og tað vilja vit ikki hava aftur, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum.

Jákup Sólstein hevur ikki gloymt tað, sum spurdist burturúr, tá ICES mælti føroyingum til at gevast at veiða tosk fyrst í nítiárunum. Tað endaði við einari kvotu, men avleiðingarnar vóru umfatandi.

 

-Tað, sum hendi tá, vilja vit ikki hava aftur. Tann hurlivasan vit at býta vilja vit ikki hava eina ferð afturat, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum, nú ICES mælir til at steðga allari beinleiðis roynd eftir toski á landgrunninum.

 

ICES sigur, at toskurin undir Føroyum er stak illa fyri, og Jákup Sólstein ásannar, at tað er lítil toskur til. Hinvegin er rættiliga fitt av heilt smáum toski, sum ætlandi kemur inn í fiskiskapin seinni í ár og næsta ár, og formaðurin í Reiðarafelagnum er sannførdur um, at tað er ikki neyðugt við dramatiskum tiltøkum.

 

-Vit eiga at halda fram við verandi skipan, tí toskurin kemur aftur. Trupulleikin er, at Fiskirannsóknarstovan og ICES góðkenna ikki fiskidagaskipanina, og at hon regulerar viðurskiftini sjálv.

 

Jákup Sólstein hevur annars ilt við at fáa eyga á, hvat eitt bann ímóti beinleiðis toskaveiði merkir, tí við fiskidagaskipanini hava vit onga beinleiðis vinnuliga toskaveiði. Tað einasta, sum kann koma undir hetta, er snelluveiðan á Norðhavinum, og har er ikki talan um tær stóru nøgdirnar. Toskurin er heldur ikki stórur partur av veiðuni hjá skipunum. Hjá línuskipunum liggur hann um 20 prosent og hjá partrolarunum er hann munandi minni partur.