seinni. - Eg visti, at eg fór ikki at halda fram á Skála, tá eg varð liðugur, og eg gjørdi av at gevast sama dag, sum eg varð avlærdur. Meðan eg var í læru á Skála, hevði eg um kvøldarnar arbeitt á Bakkafrost [...] Tað var meira av tilvild, at eg tá fekk henda kjansin. Eg hevði slett ikki verið til sjós áður, tá eg kom á tal við manningarleiðaran á Norrønu. Onkusvegna havi eg sagt, at eg kundi hugsað mær at roynt okkurt [...] Soleiðis eru vit nú einaferð ymisk av lyndi. - Eg havi ikki trokað meg framat, men eg havi heldur ikki hildið meg aftur. Eg eri glaður og lættur av lyndi, og eg eri fyri eini liberalari leiðslu, sum skapar
- Eg havi altíð fortalt søgur, og longu sum 12-13 ára gomul visti eg, at eg vildi vera rithøvundur. Sum lítil fann eg altíð upp á søgur, og tá eg fekk høvi at skriva frístíl í skúlanum, elskaði eg at [...] Landsins. Men hon arbeiðir eisini kvartað tíð á Jarðfeingi. - Eg elski at skriva, tað er tað eg dugi best, og har føli eg at eg kann gera mun. Men eg haldi álíkavæl fast í eitt gott og trygt vanligt arbeiði [...] ummaldar, og tað kann vera eitt sindur trist. Tey einastu ummælini eg fekk til seinastu bókina, var tað rós eg havi fingið frá børnum, sum eg havi møtt, sigur Rakel Helmsdal at enda.
eygað at fáa fleiri turistar til Føroya. -Nú havi eg fingið nógvar brosjurur og tilfar um Føroyar frá Sámal Bláhamar, og tað fari eg so at vísa øllum teimum, eg kenni, og hvør veit: tað kundi gjørt, at onkur [...] samband við Føroyar, so tosar hon gott føroyskt mál. - Eg tosi ongantíð føroyskt við nakran her og eri sjáldan heima í Føroyum. Men málið havi eg so ikki gloymt, sigur Anna Maria, sum seinast var í Føroyum [...] av at fara heimaftur, men tað gingu bert fýra mánaðir til eg aftur fór til Rom, og har havi eg verið síðani. Jeanette og Mauritio eiga ein son. Í dag kennir Jeanette seg mest sum ein italienara. Rom er
men tá ið steðgurin er stuttur, er torført at uppliva ta ektaðu vøruna. Eg hugsi ongantíð, eg havi smakkað so góðan mat, eg havi heldur ongantíð sæð so nógvan mat til so fá fólk. Maturin, taro, yams, cassava [...] mesanurin skrædnaðu allan vegin tvørturum og máttu takast niður. Eg takkaði mær sjálvari fyri, at eg hevði keypt nýtt stórsegl, annars veit eg ikki, hvussu vit nakrantíð vóru komin vegin fram. Tað var 17. [...] at tey óbeinleiðis hava havt innrás, tí ongastaðni í Kyrrahavinum havi eg sæð so nógvar kirkjur sum á Tonga. Allar vóru kristnar, og eg las, at 16 ymisk kirkjusamfeløg eru í oyggjunum. Fólkini vóru eyðsæð
pallinum. ?Eg kundi hugsað mær at viðvirka við nøkrum hugskotum, sum kanska ikki eru í føroyskum politikki. Eg havi mínar meiningar og hugsjónir ? eisini á øðrum økjum enn bert tí búskaparfrøðiliga. Eg havi [...] solidarisk loysn er ein møguleiki, sigur Kári Petersen. ?Eg havi sjálvur arbeitt við føroyska búskapinum tað mesta av mínum vaksna lívið, og eg meti tað vera alneyðugt, at funnin verður ein breið politisk [...] havi nøkur ávís øki, ið eg havi áhuga fyri. Eitt er viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, har eg sera fegin vil gera Føroyar búskaparliga sjálvbjargnar, sigur Kári Petersen, tá vit spyrja eftir, hví hann
Fyrst fekk eg ein lítlan skelk, tá eg hoyrdi hann í útvarpinum á middegi 30. oktober, og síðani fekk eg ein stóran skelk við at lesa viðmerkingar hansara til Jóan Paula Joensen í bløðunum. Eg havi annars hildið [...] tað til sín og fáa tað samtykt bæði av Løgtingi og av fólkinum skjótast gjørligt. Nevndin hevur arbeitt dúgliga og seriøst og hevur alla tíðina havt ein politiskan fylgibólk við, soleiðis at orðingarnar [...] Tá Løgtingið fær uppskotið verður tað beint í eina § 25 nevnd við umboðum úr øllum flokkum. So vítt eg skilji eru flestu av umboðunum somu persónar, sum heilt ella partvís hava sitið í fylgibólkinum hjá
tað, sum vit, ið hava siglt við flakatrolarunum í nógv ár, eru vanir við. Síðan eg kom við hesum skipinum í 1994, havi eg tvær ferðir verið heima á jólum. So, vit eru ikki vanir við annað. Hann sigur, at [...] sjógvi minkar við 700 tonsum í 2008. - Hetta er stórt spell, og eg haldi eisini, at hetta er kleyvarskapur frá føroyskari síðu. Soleiðis, sum eg skilti støðuna, vildu russar lata okkum fiska somu toskakvotu [...] flakatrolararnir, sum bara hava Barentshavið at líta á, gerast verri og verri fyri, nú so illa verður arbeitt, sum samráðingarnar hesaferð eru dømi um. Manningarparturin við Ennibergi í fjør lá um einar 800
hann hevði atkvøtt blankt. ? Eg havi arbeitt saman við Børga B. Hansen og Mortan Poulsen í mong ár, og eg vildi ikki taka dagar millum teir báðar. Í prinsippinum haldi eg tað vera sunt, at tað er møguleiki [...] møguleiki at velja, og nú valið tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi, so fari eg at ynskja Børga tillukku við afturvalinum, samstundis sum eg vóni, at Mortan framvegis fer at vera tann hjálpin í FSF, sum hann hevur
viðgjørt higani, so eg kann ikki siga í løtuni, hvat vit fara at mæla til. Men vit eiga eisini at leggja dent á at leggja ymiskt út um Havnina, sum ber til. Í ávísum førum dugi eg væl at síggja fyrimunirnar [...] ítøkiligt roynd er gjørd. Roknar tú við, at henda ætlanin, sum er í ljósmála, verður veruleiki? - Eg havi vónir um tað, men tað vísir seg tíverri altíð, at tað er trupult at fáa fíggjarligan stuðul frá politisku [...] Síðani síðsta heyst hevur ein arbeiðsbólkur, settur av Undirvísingar- og mentamálastýrinum, arbeitt við at gera eitt álit um ein føroyskan lista-og handverksskúla. Álitið skuldi verið liðugt nú, men ávísir
um, sum ikki eru útkomnir áður, sigur Pætur við Keldu. Sjálvur havi eg gingið við tankanum um at geva út eina fløgu, men eg føldi, at eg kundi ikki gera tað, fyrr enn vit høvdu gjørt hesa fløguna fyrst [...] hví vit ikki hava givið okkara tónleik út, og eg haldi eisini, at vit skuldu langt síðani havt givið eina fløgu út. Men nú er fløgan so veruleiki, og eg vóni, at hon livir upp til tað, sum fólk vænta [...] størst týdning Tankar hava ofta verið frammi um at geva eina fløgu út, men seinasta árið hevur verið arbeitt miðvíst við hesi ætlan. Nú er fløgan vorðin veruleiki, hon er framleidd og fyrst í næstu viku ber