Politisk avgerð, hvar skúlin skal liggja

- Grundgevingarnar fyri at leggja alt í Havn, eru altíð sterkar, tí har eru longu framman undan stovnar sum ber til at samstarva við. Men halda vit fram at grundgeva á henda hátt, endar tað við, at alt endar í Havn, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður, um lista- og handverksskúlan, sum eftir ætlan verður settur á stovn

Síðani síðsta heyst hevur ein arbeiðsbólkur, settur av Undirvísingar- og mentamálastýrinum, arbeitt við at gera eitt álit um ein føroyskan lista-og handverksskúla. Álitið skuldi verið liðugt nú, men ávísir ivaspurningar hava seinkað arbeiðinum, og í løtuni liggur arbeiðið í bólkinum stilt. Málið liggur nú hjá landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni, sum skal taka avgerð um ivaspurningarnar.

Hóast greiðan arbeiðssetning, hava trupulleikar verið í arbeiðsbólkinum í spurninginum um, hvat bólkurin er settur til at gera, og tað er greitt, at tað er ein ávísur ójavni millum áskoðanirnar í bólkinum. Tað snýr seg serliga um, hvat støði undirvísingin í ætlaða lista- og handverksskúlanum skal byggja á, og hvar skúlin skal liggja.

- Hvørja ferð eitthvørt nýtt verður sett á stovn í Føroyum, vísir tað seg, at grundgevingarnar fyri at leggja hetta í Havn ella í miðøkinum í Føroyum, eru sterkar, tí har eru longu framman undan stovnar sum ber til at samstarva við. Hinvegin, halda vit fram at grundgeva á henda hátt, endar tað við, at alt endar í Havn. Tí er neyðugt, at farið verður út um Havnina at hyggja at, hvørjir møguleikar eru har, sigur Signar á Brúnni.

Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri Klaksvíkar býráð og Handarbeiðsskúlan í Klaksvík. Mælir tú til sum tað liggur í kortunum, at Lista- og handverksskúlin verður í Klaksvík?

- Enn er málið ikki liðugt viðgjørt higani, so eg kann ikki siga í løtuni, hvat vit fara at mæla til. Men vit eiga eisini at leggja dent á at leggja ymiskt út um Havnina, sum ber til. Í ávísum førum dugi eg væl at síggja fyrimunirnar við, at nógv er í Havn, og við hvørt er hetta eisini ein bíligari loysn. Men tað sum vit eisini skulu hugsa um er, um tað er bíligari, gott og gagnligt í framtíðini, at alt verður miðsavnað í Havn.


Greitt í heyst

Landsstýrismaðurin roknar við, at í heyst verður avgerð tikin í ivaspurningunum viðvíkjandi lista- og handverksskúlanum.

- Tað verður ein politisk avgerð, hvar skúlin fer at liggja. Síðani skulu vit umrøða fíggjarligu avleiðingarnar av, at hesin skúlin verður settur á stovn. Hvørja ferð eitthvørt nýtt verður sett í verk, er ringt at fáa fígging til tað, men í mínum hugaheimi er tað meiningsleyst at seta ein skúla sum hendan á stovn og fíggja hann innan verandi karmar. Tað merkir tað sama sum, at okkurt annað fær minni pengar og verður veikari. Tí miði eg ímóti at fáa eina nýggja játtan til henda skúlan.

Signar á Brúnni nevnir møguleikan at hækka játtanina til frítíðarundirvísingina, sum Handarbeiðsskúlin í Klaksvík fær av, soleiðis at játtanin eisini rúmar tann nýggja skúlan.

- Hvat fyri støði skúlin skal byggja á, er ógvuliga trupult at taka støðu til.

Eru ambisjónirnar ov høgar til skúlan?

- Tað er ógvuliga positivt, at fólk arbeiða við málinum og hava stórar ambisjónir um skúlan. Men vit eiga alla tíðina at hava í huga, hvat er møguligt og hvussu skjótt tað er møguligt at seta í verk. Eru ambisjónirnar ov høgar, kostar skúlin meir. Tí kann eg ímynda mær, at vit fara at leggja okkum mitt ímillum tað, sum í grundini krevst og hægsta stigið.

Lista- og handverksskúlin hevur ofta verið uppi og vent fyrr, var við í sonevnda skúlapakkanum á sinni, og onkur ítøkiligt roynd er gjørd. Roknar tú við, at henda ætlanin, sum er í ljósmála, verður veruleiki?

- Eg havi vónir um tað, men tað vísir seg tíverri altíð, at tað er trupult at fáa fíggjarligan stuðul frá politisku myndugleikunum til tiltøk, sum í fyrstu atløgu ikki kasta pengar av sær. Vit hava lyndi til at máta alt í krónum og oyrum, men á mentunarliga økinum er so ómetaliga nógv, sum ikki kann metast í pengum. Tað er ringt at fáa fólk at skilja, at annað hevur virði.


Føroyskt tilfeingi

Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum er m.a. at taka støðu til, um undirvísingin skal verða skipað sum grundskeið og víðkað skeið, har næmingarnir bæði læra grundleggjandi arbeiðshættir, ogna sær verkligt og fakligt innlit, samstundis sum næmingarnir fáa høvi til at ogna sær nágreiniliga vitan um ávís evni og ávísa lærugrein.

Bólkurin skal eisini viðgera, um undirvísingin skal geva ávís rættindi til víðari útbúgving í list og listahandverki, og hvørjar lærugreinir útbúgvingin skal fata um. Spurningurin er eisini, hvussu undirvísingin skal verða skipað, sum vikuskeið ella styttri skeið. Og um hon skal verða samskipað við framhaldsdeild fólkaskúlans, soleiðis at ein slíkur skúli kann bjóða næmingum fólkaskúlans verkliga og ástøðiliga undirvísing, ið kann fara fram eins væl í skúlanum og uttan fyri skúlan. Ella um undirvísingin eigur at verða skipað í sjálvstøðugum skúla ella saman við aðrari undirvísing.